Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Benhadad kongur í Áram savnaði allan her sín, og hann hevði við sær 32 kongar við hestum og vagnum; hann kom og kringsetti Samaria og herjaði á tað.
2 Hann sendi nú boð inn í býin til Akab kong í Ísrael
3 og læt siga við hann: "So sigur Benhadad: "Silvur og gull títt hoyrir mær til, og tey bestu av konum og børnum tínum, tey hoyra mær til.""
4 Kongurin í Ísrael svaraði: "Tað er, sum tú sigur, harri kongurin - eg og alt, ið mítt er, hoyrir tær til!"
5 Men sendiboðini komu aftur og søgdu: "So sigur Benhadad: "Eg sendi tær boð og læt siga: "Silvur og gull títt, konur og børn tíni skalt tú lata meg fáa."
6 So sendi eg nú um hesa tíðina í morgin tænarar mínar til tín; teir skulu rannsaka hús títt og hús tænara tína; og alt, ið gleðir eygu tíni, skulu teir taka og hava avstað við sær.""
7 Tá sendi ísraelskongur boð eftir øllum hinum elstu í landinum og segði: "Har síggja tit, at hann hevur ilt í huga móti okkum! Hann sendi boð til mín eftir konum og børnum mínum, silvuri og gulli mínum, og eg sýtti honum tað ikki!"
8 Allir hinir elstu og alt fólkið svaraðu honum: "Tú mást ikki lurta eftir honum og ikki geva eftir!"
9 Hann segði tá við sendiboð Benhadads: "Sigið við harra mín kongin: "Alt, ið tú fyrru ferð sendi tænara tínum boð um, skal eg gera; men hetta kann eg ikki gera!"" Við hesum svari fóru sendiboðini aftur til hansara.
10 Tá sendi Benhadad honum boð og læt siga: "Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um dustið í Samaria skal vera upp í nevarnar á øllum fólkinum, sum er í fylgi við mær!"
11 Men ísraelskongur læt svara: "Tann, ið gyrðir seg við belti, eigur ikki at rósa sær sum tann, ið loysir tað av sær!"
12 Táið Benhadad fekk hetta svar - júst sum hann sat og drakk í leyvhúsunum saman við kongunum - segði hann við menn sínar: "Gerið tykkum til reiðar!" Og teir gjørdu seg til reiðar at halda á býin.
13 Tá steig profetur fram fyri Akab kong í Ísrael og segði: "So sigur HARRIN: Sært tú alla hesa stóru mannamúgvu! Eg gevi hana í hendur tínar í dag, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN."
14 Akab spurdi: "Við hvørjum?" Hann svaraði: "So sigur HARRIN: Við monnum landshøvdinganna." Nú spurdi hann: "Hvør skal leypa á?" Hann svaraði: "Tú!"
15 Hann kannaði tá menn landshøvdinganna, og teir vóru 232; síðani kannaði hann allan herin, allar Ísraelsmenn, 7000 mans.
16 Um middagin gjørdu teir so álop út, meðan Benhadad sat og drakk seg druknan í leyvhúsunum, hann og hinir 32 kongarnir, ið vóru komnir honum til hjálpar.
17 Menn landshøvdinganna hildu fyrst avstað. Njósnararnir, ið Benhadad hevði sent út, bóru honum nú boð: "Menn koma út úr Samaria."
18 Tá segði hann: "Hvørt teir eru komnir út at biðja um frið, ella teir eru komnir út til bardaga, so takið teir livandi!"
19 - Teir hildu tá út úr býnum, menn landshøvdinganna og herurin, ið eftir teimum fylgdi,
20 og teir høgdu niður hvør sín mann; Áramearar flýddu, og Ísrael elti teir. Men Benhadad kongur í Áram slapp á hesti, hann og nakrir aðrir hestmenn.
21 Nú fór ísraelskongur út og tók bæði hestarnar og vagnarnar sum herfong og vann stóran sigur á Áramearum.
22 Men profeturin steig fram fyri ísraelskong og segði við hann: "Menn teg nú, og hugsa væl um, hvat tú skalt gera! Tí næsta ár heldur áramskongur á teg aftur!"
23 Tænarar áramearakongs søgdu nú við hann: "Gudar teirra eru fjallagudar, tí vunnu teir okkum; men berjast vit við teir niðri á slættanum, vinna vit óivað sigur á teimum.
24 Ger nú hetta: Set allar kongarnar av, og set landshøvdingar aftur í stað teirra!
25 Fá tær síðani sjálvur ein her, líka stóran sum hin, ið tú misti, og fá tær líka nógvar hestar og vagnar aftur! Lat okkum so berjast við teir niðri á slættanum, tá fara vit óivað at vinna teir!" Hann fylgdi ráðum teirra og gjørdi so.
26 Árið eftir kannaði Benhadad Áramearar og helt til Afek í bardaga við Ísrael.
27 Eisini Ísraelsmenn vórðu kannaðir og fingu mat við og hildu so móti teimum; Ísraelsmenn tóku støðu beint yvir av teimum eins og tvey smá fylgi av geitum; men landið var fult av Áramearum.
28 Tá steig ein gudsmaður fram fyri ísraelskong og segði: "So sigur HARRIN: Aftur fyri at Áramearar hava sagt, at HARRIN er fjallagud og ikki dalagud, so skal Eg geva alla hesa stóru mannamúgvu í hendur tínar, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN."
29 Teir høvdu nú tikið støðu, hvør beint yvir av øðrum, og sjey dagar gingu; sjeynda dagin kom tað til bardaga, og Ísraelsmenn feldu eftir einum degi 100 000 mans av fótfólki av Áramearum.
30 Teir, ið eftir vóru, flýddu til Afek - inn í býin; men múrurin fall oman yvir teir 27 000 menninar, ið eftir vóru. Benhadad flýddi eisini inn í býin og rann har úr einum kamari inn í annað.
31 Tá søgdu tænarar hansara við hann: "Vit hava hoyrt, at kongarnir yvir húsi Ísraels eru mildir kongar; lat okkum binda okkum sekk um lendarnar og tog um høvdið og fara út til ísraelskong! Kanska hann letur teg sleppa at liva."
32 So bundu teir sekk um lendarnar og tog um høvdið, og táið teir komu til ísraelskong, søgdu teir: "Tænari tín Benhadad sigur: "Lat meg sleppa at liva!"" Hann svaraði: "Er hann á lívi enn? - Hann er bróðir mín!"
33 Hetta hildu menninir vera gott merki, og teir skundaðu sær at taka hann á orði og søgdu: "Ja, Benhadad er bróðir tín!" Tá segði hann: "Farið eftir honum!" So kom Benhadad út til hansara, og hann læt hann koma upp í vagnin til sín.
34 Benhadad segði nú við hann: "Býirnar, ið faðir mín tók frá faðir tínum, skal eg lata aftur, og tú kanst gera tær gøtur í Damaskus, eins og faðir mín gjørdi í Samaria." "Við hesum korum", segði Akab, "skal eg lata teg sleppa." Hann gjørdi so sáttmála við hann og læt hann sleppa.
35 Men ein av profetalærisveinunum segði eftir boði HARRANS við ein annan: "Slá meg!" Maðurin vildi tó ikki sláa hann.
36 Tá segði hann við hann: "Aftur fyri at tú aktaði ikki rødd HARRANS, skal leyva drepa teg, táið vit skiljast." Og táið hann fór frá honum, kom leyva ímóti honum og drap hann.
37 So møtti hann øðrum manni og segði: "Slá meg!" Og maðurin sló hann og særdi hann.
38 Síðani fór profeturin og stóð á vegnum fyri konginum; men hann gjørdi seg ókenniligan við at binda fyri eyguni.
39 Táið nú kongurin kom framvið, rópti hann á kongin: "Tænari tín var farin við í bardagan; men í tí sama kom maður haðani til mín við øðrum manni og segði: "Ansa eftir hesum manni! Sleppur hann burtur, so skalt tú svara fyri lív hansara við tínum egna lívi, ella skalt tú bøta talent av silvuri."
40 Men við tað at tænari tín hevði okkurt at gera her og har, slapp maðurin burtur." Tá segði ísraelskongur við hann: "Tú ert dømdur - tú hevur sjálvur felt dómin!"
41 Nú skundaði hann sær at taka bindið frá eygunum, og ísraelskongur kendi hann, at hann var ein av profetunum.
42 Hann segði nú við kongin: "So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú lætst tann mann sleppa úr hondum tínum, sum Eg hevði lýst í bann, skalt tú svara fyri lív hansara við tínum egna lívi og fyri fólk hansara við tínum egna fólki."
43 Tá fór ísraelskongur heim, í ringum hýri og illur, og kom til Samaria.