|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra Kongabók | | Kapittul 16 | | | | 1 | Men orð HARRANS kom til Jehu, son Hanani, um Baesa; Hann segði: |
| 2 | "Eg lyfti teg úr dustinum og setti teg til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum; men tú hevur gingið leið Jeroboams og fingið Ísrael, fólk Mítt, at synda, so tey vekja vreiði Mína við syndum sínum; |
| 3 | tí skal Eg nú sópa burt Baesa og hús hansara og gera við hús títt, sum Eg gjørdi við hús Jeroboams, sonar Nebats; |
| 4 | tann av ætt Baesa, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann av ætt hansara, sum doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta!" |
| 5 | Tað, ið annars er at siga um Baesa, um tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
| 6 | So legðist Baesa til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Tirza, og sonur hansara Ela tók ríkið eftir hann. |
| 7 | Men orð HARRANS var við Jehu profeti, syni Hanani, komið yvir Baesa og hús hansara, ikki bert fyri alt tað illa, ið hann gjørdi fyri eygum HARRANS, táið hann við handaverkum sínum vakti vreiði Hansara, so hann var húsi Jeroboams líkur, men eisini aftur fyri at hann gjørdi enda á húsi Jeroboams. |
| 8 | Sætta og tjúgunda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Ela, sonur Baesa, kongur yvir Ísrael, og 2 ár stýrdi hann í Tirza. |
| 9 | Tá fekk tænari hansara Zimri, sum var høvuðsmaður yvir aðrari helvtini av hervagnunum, samansvørjing í lag móti honum; og einaferð hann í Tirza hevði drukkið seg fullan inni hjá Arza hallarstjóra í Tirza, |
| 10 | kom Zimri hagar og drap hann - tað var sjeynda og tjúgunda árið, ið Asa kongur í Juda sat við stýrið - og tók so ríkið eftir hann. |
| 11 | Táið hann var vorðin kongur og sat í hásæti sínum, drap hann alt hús Baesa; hann læt ongan av mannkyni av fólki hansara liva eftir, hvørki næstu skyldmenn hansara ella vinir hansara. |
| 12 | Soleiðis oyddi Zimri alt hús Baesa - eftir orðinum, ið HARRIN við Jehu profeti hevði talað við Baesa |
| 13 | - aftur fyri allar syndirnar, ið Baesa og sonur hansara Ela høvdu gjørt, og sum teir høvdu fingið Ísrael at gera, so tey við tómu gudum sínum høvdu vakt vreiði HARRANS Guds Ísraels. |
| 14 | Tað, ið annars er at siga um Ela, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
| 15 | Sjeynda og tjúgunda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Zimri kongur yvir Ísrael og stýrdi í Tirza 7 dagar, meðan fólkið helt Gibbeton, sum Filistarar áttu, kringsett. |
| 16 | Táið nú fólkið, meðan teir hildu tað kringsett, fekk at frætta, at Zimri hevði fingið samansvørjing í lag og hevði dripið kongin, gjørdi alt Ísrael sama dag har í tilhaldinum Omri, herhøvdingan, til kong yvir Ísrael. |
| 17 | So helt Omri við øllum Ísrael avstað frá Gibbeton og kringsetti Tirza. |
| 18 | Og táið Zimri sá, at býurin var tikin, fór hann inn í borg kongshallarinnar og setti eld á kongshøllina yvir høvdinum á sær; soleiðis doyði hann |
| 19 | - aftur fyri syndirnar, ið hann hevði gjørt, at hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gekk leið Jeroboams og livdi í syndunum, sum hann hevði gjørt, og soleiðis fekk Ísrael at synda. |
| 20 | Tað, ið annars er at siga um Zimri og um samansvørjingina, sum hann fekk í lag, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
| 21 | Nú býtti fólkið - Ísrael - seg í tvíningar; onnur helvtin av fólkinum helt við Tibni, syni Ginat, og gjørdi hann til kong, og onnur helt við Omri. |
| 22 | Men teir, ið hildu við Omri, fingu yvirhond yvir teimum, ið hildu við Tibni, syni Ginat; og Tibni doyði, og Omri varð kongur. |
| 23 | Fyrsta og tríatinda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Omri kongur yvir Ísrael, og hann stýrdi 12 ár. Í Tirza stýrdi hann 6 ár. |
| 24 | Hann keypti Samariafjall frá Semer fyri tvær talentir av silvuri; og hann bygdi bý á fjallinum og kallaði hann Samaria eftir Semer, ið fjallið hevði átt. |
| 25 | Omri gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, ja, hann bar seg verri at enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið. |
| 26 | Hann gekk allar leiðirnar, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gingið, og livdi í syndum hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera, so tey við tómu gudum sínum vaktu vreiði HARRANS Guds Ísraels. |
| 27 | Tað, ið annars er at siga um Omri, um tað, ið hann gjørdi, og um stórverkini, ið hann útinti, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
| 28 | So legðist Omri til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Samaria; og sonur hansara Akab tók ríkið eftir hann. |
| 29 | Akab, sonur Omri, varð kongur yvir Ísrael, áttanda og tríatinda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, og 22 ár stýrdi Akab, sonur Omri, Ísrael í Samaria. |
| 30 | Akab, sonur Omri, gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, meir enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið. |
| 31 | Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann. |
| 32 | Hann reisti Ba’al altar í ba’alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria. |
| 33 | Akab læt eisini gera Asjeru, og hann gjørdi mangt annað, ið vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels; hann bar seg verri at enn nakar av kongunum í Ísrael, sum undan honum høvdu verið. |
| 34 | Á døgum hansara bygdi Hiel úr Betel Jeriko upp aftur; táið hann legði grundina, misti hann Abiram, frumborna son sín, og táið hann reisti portrini, misti hann Segub, yngsta son sín - eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Josva, syni Nun. |
| |
|
|
|
|
|
|