1 | Táið Hiram, kongurin í Týrus, fekk at frætta, at Sálomo var salvaður til kong eftir faðir sín, sendi hann tænarar sínar til hansara - tí Hiram hevði altíð verið vinmaður Dávids. |
|
2 | Og Sálomo sendi Hiram boð og læt siga: |
|
3 | "Tú veitst, at Dávid, faðir mín, fekk ikki bygt navni HARRANS Guds síns hús, av tí at kríggj leikaði á hann úr øllum ættum - inntil HARRIN legði fíggindar hansara undir føtur hansara. |
|
4 | Men nú hevur HARRIN Gud mín givið mær frið á øllum síðum; her eru eingir mótstøðumenn, og eingin vanlukka hóttir. |
|
5 | Tí havi eg nú í huga at byggja navni HARRANS Guds míns hús - sum HARRIN segði, táið Hann talaði so við Dávid, faðir mín: "Sonur tín, sum Eg skal seta í hásæti títt í tín stað, hann skal byggja navni Mínum húsið." |
|
6 | Gev tí nú boð um, at teir skulu høgga mær sedristrø á Libanon; so skulu tænarar mínir arbeiða saman við tænarum tínum; løn skal eg lata tænarar tínar fáa, eftir sum tú sjálvur leggur á; tú veitst jú, at her hjá okkum er eingin, ið dugir so væl at fella trø sum Zidoningar." |
|
7 | Táið Hiram fekk hesi boð frá Sálomo, varð hann ógvuliga glaður, og hann segði: "Lovaður veri HARRIN í dag, sum hevur givið Dávidi vísan son at stýra hasum stóra fólki!" |
|
8 | Og Hiram sendi Sálomo boð og læt siga: "Eg havi fingið boðini, ið tú sendi mær; eg skal á allan hátt gera, sum tú biður meg, viðvíkjandi sedristrøum og sypristrøum. |
|
9 | Tænarar mínir skulu fáa tey av Libanon oman at sjónum, og eg skal lata leggja tey í flakar á sjónum og føra, hagar sum tú sigur mær til; har skal eg lata taka flakarnar sundur, og so kemur tú eftir trøunum. Men so mást tú gera tað, ið eg biði teg, og lata meg fáa matvørur til hús mítt." |
|
10 | Hiram læt so Sálomo fáa sedristrø og sypristrø, so mong sum hann vildi hava. |
|
11 | Og Sálomo sendi Hiram 20 000 kor av hveiti til føði fyri hús hansara, og 20 kor av olju av stoyttum oljuberum; hetta sendi Sálomo Hiram á hvørjum ári. |
|
12 | HARRIN gav Sálomo vísdóm, soleiðis sum Hann hevði lovað honum; og friður var millum Hiram og Sálomo; teir gjørdu sáttmála hvør við annan. |
|
13 | Sálomo kongur tók nú út pliktarbeiðsmenn úr øllum Ísrael; pliktarbeiðsmenninir vóru 30 000 mans. |
|
14 | Teir sendi hann so til Libanon, 10 000 í senn hvønn mánað, soleiðis at teir vóru ein mánað á Libanon og tveir mánaðir heima. Adoniram var yvir pliktarbeiðsmonnunum. |
|
15 | Sálomo hevði 70 000 mans, sum bóru, og 80 000 steinhøggarar í fjøllunum, |
|
16 | umframt arbeiðsformenninar - sum vóru 3300 í tali; teir vóru settir yvir fólkið, ið arbeiddi. |
|
17 | Eftir boði kongsins brutu teir upp stórar steinar, dýrabarar steinar, so grundin til húsið kundi verða løgd av høgdum gróti. |
|
18 | Byggimeistarar Sálomos og Hirams og menninir úr Gebal høgdu teir til, og gjørdu til bæði viðin og steinarnar, ið húsið skuldi byggjast av. |
|
|