Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Rehabeam fór til Sikem; tí alt Ísrael var komið til Sikem at gera hann til kong.
2 Men táið Jeroboam, sonur Nebat, frætti hetta - hann var enn í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomo kongi, og búði tí í Egyptalandi;
3 men teir sendu boð hagar eftir honum at koma heim - tá komu hann og øll samkoma Ísraels og søgdu so við Rehabeam:
4 "Faðir tín gjørdi ok okkara svárt; lætt tú nú um ta hørðu tænastu og tað tunga ok, ið faðir tín legði á okkum, so skulu vit tæna tær!"
5 Hann svaraði teimum: "Farið avstað og steðgið tríggjar dagar - komið so aftur higar til mín!" Fólkið fór tá.
6 Rehabeam kongur ráðførdi seg nú við hinar gomlu, sum høvdu staðið í tænastu hjá Sálomo, faðir hansara, táið hann livdi; hann spurdi teir: "Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?"
7 Teir svaraðu honum: "Um tú í dag ert hesum fólki til vildar, gert, sum teir siga við teg, og svarar teimum við góðum orðum, so verða teir tænarar tínir allar dagar."
8 Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum nú stóðu í tænastu hjá honum.
9 Hann spurdi teir: "Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: "Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!""
10 Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: "So skalt tú siga við hetta fólk, sum segði við teg: "Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!" - so skalt tú siga við teir: "Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns!
11 Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!""
12 Jeroboam og alt fólkið komu nú til Rehabeam triðja dagin - sum kongurin hevði sagt: "Komið aftur til mín um tríggjar dagar!"
13 Og tá gav kongurin fólkinum hart svar; hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu høvdu lagt honum,
14 men svaraði teimum, sum teir ungu høvdu rátt til: "Hevur pápi gjørt ok tykkara svárt, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!"
15 - Kongurin lurtaði tá ikki eftir fólkinum - HARRIN beindi tað so, fyri at orð Hansara skuldi ganga út, tað, ið HARRIN við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat.
16 Táið nú alt Ísrael sá, at kongurin lurtaði ikki eftir teimum, svaraði fólkið konginum hetta: "Hvønn lut eiga vit í Dávidi! Vit hava ongan part í syni Ísai! Til tjøld tíni, Ísrael! Síggj nú sjálvur til hús títt, Dávid!" So fór alt Ísrael heimaftur.
17 Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum varð Rehabeam kongur.
18 Tá sendi Rehabeam kongur Adoram - hann, ið var yvir pliktarbeiðsmonnunum - út til teirra; men alt Ísrael steinaði hann til deyða, og Rehabeam kongur sjálvur noyddist at skunda sær upp í vagn sín og flýggja til Jerúsalem.
19 Soleiðis fall Ísrael frá húsi Dávids - og so hevur verið til henda dag.
20 Men táið alt Ísrael frætti, at Jeroboam var afturkomin, sendu teir boð eftir honum at koma á tingið, og teir gjørdu hann til kong yvir øllum Ísrael; eingin helt seg til hús Dávids uttan bert ætt Juda.
21 Táið Rehabeam var komin til Jerúsalem, savnaði hann saman alt hús Juda og ætt Benjamins, 180 000 útvaldar hermenn, til at berjast við hús Ísraels og vinna Rehabeam, syni Sálomo, ríkið aftur.
22 Tá kom orð Guds til Semaja gudsmann; Hann segði:
23 "Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt hús Juda og hús Benjamins og hitt fólkið:
24 "So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara, Ísraelsmenn! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær."" - Og teir aktaðu orð HARRANS; teir vendu við og fóru leið sína, sum HARRIN hevði sagt.
25 Jeroboam víggirdi Sikem á Efra’imsfjøllum og búsettist har; seinni fór hann haðani og víggirdi eisini Penuel.
26 Men Jeroboam hugsaði við sær sjálvum: "Sum nú gongur, kemur ríkið skjótt aftur til hús Dávids!
27 Táið hetta fólk ferðast til Jerúsalem at bera fram offur í húsi HARRANS, vendist hjarta teirra aftur til Rehabeam, harra teirra, kongin í Juda, og so fara teir at drepa meg og fara aftur til Rehabeam, kongin í Juda."
28 Kongurin helt nú ráð, og so læt hann gera tveir gullkálvar og segði við fólkið: "Nóg leingi hava tit nú ferðast til Jerúsalem; hygg, her eru gudar tínir, Ísrael, teir, ið førdu teg út av Egyptalandi!"
29 Annan læt hann seta í Betel og annan í Dan.
30 - Hetta varð til synd; fólkið fór líka til Dan at stíga fram fyri annan teirra.
31 Hann bygdi eisini hús á offurheyggjunum og gjørdi frá hond prestar av fólkinum - menn, sum ikki hoyrdu til Levitarnar.
32 Og Jeroboam helt høgtíð tann fimtanda í áttanda mánaði - eins og høgtíðina í Juda - og hann ofraði á altarinum; soleiðis gjørdi hann í Betel; hann ofraði til kálvarnar, ið hann hevði latið gera, og hann læt teir, ið hann hevði gjørt til prestar við offurheyggjarnar, gera tænastu í Betel.
33 Hann ofraði á altarinum, ið hann hevði latið gera í Betel, tann fimtanda í áttanda mánaði - tí mánaðinum, ið hann hevði valt eftir sínum egna tykki. Tá helt hann høgtíð fyri Ísraelsmonnum og ofraði á altarinum og brendi roykilsi.