Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: "So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!"
2 Síðani kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:
3 "Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan!
4 Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar."
5 Hann fór nú og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt; hann fór til løkin Krit, sum var eystan fyri Jordan, og varð har;
6 ravnarnir bóru honum breyð og kjøt bæði morgun og kvøld, og hann drakk úr løkinum.
7 Men táið ein tíð var gingin, tornaði løkurin upp; tí einki regn kom í landinum.
8 Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:
9 "Reis teg og far til Zarepta, sum hoyrir til Zidon, og verð har! Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg."
10 Hann reistist so og fór til Zarepta. Táið hann kom at býportrinum, fekk hann eyga á einkju, ið gekk og sankaði brenni; hann rópti til hennara: "Far mær eftir ílati við einum vatnsopa, og gev mær at drekka!"
11 Táið hon nú fór eftir tí, rópti hann aftan á henni: "Tak eisini breyðbita við til mín!"
12 Men hon svaraði: "So satt sum HARRIN Gud tín livir - eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðakvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!"
13 Tá segði Elias við hana: "Óttast ikki! Far heim og ger tað til, sum tú sigur! Ger mær bert fyrst eitt lítið breyð av tí og kom út til mín við tí! Síðani kanst tú gera tær og syni tínum nakað til.
14 Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Mjølkrukkan skal ikki verða tóm, og oljan skal ikki verða uppi í krússinum, líka til tann dag ið HARRIN gevur regn á jørðini!"
15 Hon fór nú og gjørdi, sum Elias hevði sagt; og tey høvdu mat, bæði hon sjálv og hann og hús hennara, langa tíð.
16 Mjølkrukkan varð ikki tóm, og oljan varð ikki uppi í krússinum - eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Eliasi.
17 Men nakað eftir hetta, nú varð sonur konuna, ið húsið átti, sjúkur; og hann versnaði so av sjúkuni, at hann til endan ikki andaði longur.
18 Tá segði hon við Elias: "Hvat havi eg við teg at gera, gudsmaðurin! Tú ert komin til mín at minna á synd mína og volda syni mínum deyðan!"
19 Hann svaraði henni: "Fá mær son tín higar!" So tók hann hann úr fangi hennara, bar hann upp á loftið, har sum kamar hansara var, og legði hann á song sína.
20 Og hann rópti til HARRAN og segði: "HARRI Gud mín! Er tað álvara, at Tú fert at gera so illa við hesa einkju, ið eg gisti hjá, at Tú letur son hennara doyggja?"
21 Síðani strekti hann seg tríggjar ferðir út yvir drongin og rópti til HARRAN: "HARRI Gud mín! Lat sálina í hesum drongi koma í hann aftur!"
22 HARRIN hoyrdi bøn Eliasar; sál drongsins kom í hann aftur, so at hann livnaði upp aftur.
23 So tók Elias drongin og bar hann av loftinum niður í húsið, gav móðurini hann og segði: "Hygg - sonur tín livir!"
24 Tá segði kvinnan við Elias: "Nú veit eg, at tú ert gudsmaður, og at orð HARRANS í munni tínum er sannleiki!"