Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Nakað eftir hetta hendi tað, ið nú skal verða sagt frá. Nabot Jizre’elitur hevði víngarð í Jizre’el, tætt við eina høll, sum Akab kongur í Samaria átti.
2 Akab bar upp á mál við Nabot og segði: "Lat meg fáa víngarð tín, so eg kann hava hann til maturtagarð - hann liggur jú tætt við hús mítt! Eg skal lata teg fáa betri víngarð fyri hann - ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa virði hansara í peningi."
3 Men Nabot svaraði Akab: "HARRIN lati vera langt frá mær at geva tær fedraarv mín!"
4 Tá fór Akab heim, í ringum hýri og illur um svarið, ið Nabot Jizre’elitur hevði givið honum, táið hann segði: "Eg lati teg ikki fáa fedraarv mín!" Hann legðist í songina, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta.
5 Nú kom kona hansara Jesabel inn og segði við hann: "Hví ert tú so illa hýrdur og vilt ikki eta?"
6 Hann svaraði: "Eg tosaði við Nabot Jizre’elit og segði við hann: "Lat meg fáa víngarð tín fyri pening - ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa ein annan víngarð fyri hann!" Men hann svaraði: "Eg lati teg ikki fáa víngarð mín!""
7 Tá segði kona hansara Jesabel við hann: "Er tað tú, sum ert kongur í Ísrael nú! - Kom upp, fá tær at eta og ver í góðum lagi! Eg skal gera, at tú fært víngarð Nabots Jizre’elits!"
8 Hon skrivaði nú bræv í navni Akabs og innsiglaði tað við innsiglisringi hansara; so sendi hon brævið til hinar elstu og hinar fremstu menninar, sum Nabot búði ímillum - í býnum, har sum hann búði.
9 Í brævinum skrivaði hon so: "Lýsið føstu, og latið Nabot sita fremstan millum fólkið!
10 Latið so tveir níðingar setast beint yvir av honum; teir skulu vitna móti honum og siga: "Tú hevur bannað Gudi og kongi!" Leiðið hann síðani út og steinið hann í hel!"
11 Menninir í býnum, hinir elstu og hinir fremstu menninir, sum búðu í býi hansara, gjørdu, sum Jesabel hevði sent teimum boð um, soleiðis sum skrivað stóð í brævinum, ið hon hevði sent teimum.
12 Teir lýstu føstu og lótu Nabot sita fremstan millum fólkið;
13 síðani komu níðingarnir báðir og settust beint yvir av honum; og níðingarnir vitnaðu móti Nabot, so fólkið hoyrdi, og søgdu: "Nabot hevur bannað Gudi og kongi!" So leiddu teir hann út um býin og steinaðu hann í hel.
14 Teir sendu nú Jesabel boð og lótu siga: "Nabot er steinaður í hel."
15 Táið Jesabel hoyrdi, at Nabot var steinaður í hel, segði hon við Akab: "Kom upp og tak víngarð Nabots Jizre’elits í ogn, hann, ið hann vildi ikki lata teg fáa fyri pening! Nabot livir ikki longur - hann er deyður."
16 Við tað sama sum Akab hoyrdi, at Nabot var deyður, fór hann upp og fór oman í víngarð Nabots Jizre’elits at taka hann í ogn.
17 Men orð HARRANS kom til Elias Tisbit; Hann segði:
18 "Ger teg til og far ímóti Akab ísraelskongi, sum býr í Samaria! Hann er nú í víngarði Nabots; hann er farin oman hagar at taka hann í ogn.
19 Tú skalt siga hetta við hann: "So sigur HARRIN: Hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn!" Sig framvegis við hann: "So sigur HARRIN: Á sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots, skulu hundarnir eisini leppa blóð títt!""
20 Tá segði Akab við Elias: "Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!" Hann svaraði: "Ja, Eg havi funnið teg - aftur fyri at tú hevur selt teg sjálvan at gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS!
21 Tí skal Eg lata vanlukku koma yvir teg, sópa teg burt og týna alt mannkyn av ætt Akabs, bæði stórar og smáar, í Ísrael.
22 Eg skal gera við hús títt sum við hús Jeroboams, sonar Nebats, og við hús Baesa, sonar Ahia, aftur fyri at tú hevur vakt vreiði Mína, og aftur fyri at tú hevur fingið Ísrael at synda.
23 Eisini um Jesabel hevur HARRIN talað - hesi orð: Hundarnir skulu eta Jesabel við múr Jizre’els.
24 Tann av ætt Akabs, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta."
25 - Eingin hevur heldur verið sum Akab, hann ið seldi seg at gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS, fyri tað at kona hansara Jesabel eggjaði hann til tað.
26 Atburður hansara var ovurhonds viðurstyggiligur; hann helt seg til avgudarnar, júst sum Amoritar høvdu gjørt, teir, ið HARRIN rak burtur fyri Ísraelsmonnum.
27 Táið Akab hoyrdi hesi orð, skræddi hann klæði síni, bant sekk um bera kropp sín og fastaði; og hann svav í sekki og gekk stillisliga.
28 Tá kom orð HARRANS til Elias Tisbit; Hann segði:
29 "Hevur tú sæð, hvussu Akab eyðmýkir seg fyri Mær? - Aftur fyri at hann eyðmýkir seg fyri Mær, skal Eg ikki lata vanlukkuna koma, meðan hann livir; á døgum sonar hansara skal Eg lata vanlukkuna koma yvir hús hansara."