Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Men tá kom eftir boði HARRANS ein gudsmaður úr Juda til Betel - júst sum Jeroboam stóð við altarið og skuldi brenna roykilsi.
2 Hann rópti - eftir boði HARRANS - móti altarinum: "Altar! Altar! So sigur HARRIN: Sonur skal verða føddur húsi Dávids, Josias skal hann eita; hann skal á tær ofra prestar offurheyggjanna, teir, ið brenna roykilsi á tær, og menniskjabein skulu verða brend á tær."
3 Samstundis kunngjørdi hann tekin og segði: "Hetta er tekinið fyri, at HARRIN hevur talað: Altarið skal rivna, og øskan, ið á tí er, skal stoytast niður!"
4 Táið Jeroboam kongur hoyrdi orðini, ið gudsmaðurin rópti móti altarinum í Betel, rætti hann út hondina frá altarinum og segði: "Takið hann!" Men hondin, ið hann rætti út móti honum, visnaði, so hann fekk ikki tikið hana at sær aftur.
5 Og altarið rivnaði, og øskan stoyttist niður av altarinum; hetta var tekinið, ið gudsmaðurin eftir boði HARRANS hevði kunngjørt.
6 Tá tók kongurin til orða og segði við gudsmannin: "Bøna HARRAN Gud tín og bið fyri mær, at eg skal fáa tikið hondina at mær aftur!" Gudsmaðurin bønaði nú HARRAN, og kongurin fekk tikið hondina at sær aftur - hon varð, sum hon hevði verið áður.
7 Nú segði kongurin við gudsmannin: "Kom heim við mær og fá okkurt at styrkja teg við, og loyv mær at geva tær eina gávu!"
8 Men gudsmaðurin svaraði konginum: "Um tú so gavst mær hálvt hús títt, kom eg kortini ikki heim við tær; á hesum staði vil eg hvørki eta ella drekka!
9 Tí hetta boð havi eg fingið við orði HARRANS: "Tú mást hvørki eta ella drekka, og tú skalt ikki fara heimaftur, somu leið sum tú komst.""
10 Síðani fór hann burtur ein annan veg - hann fór ikki avstað aftur, somu leið sum hann var komin til Betel.
11 Nú búði í Betel gamal profetur; sonur hansara kom og segði honum alt tað, ið gudsmaðurin hevði gjørt í Betel henda dagin, og orðini, ið hann hevði talað við kongin. Táið teir høvdu sagt faðir sínum hetta,
12 spurdi hann teir: "Hvønn veg fór hann?" - Tí synir hansara høvdu sæð, hvørja leið hann var farin, gudsmaðurin, ið komin var úr Juda.
13 Tá segði hann við synir sínar: "Saðlið mær eslið!" Teir saðlaðu honum nú eslið, og hann setti seg á tað
14 og reið avstað aftan á gudsmanninum. Hann hitti hann sitandi undir eini eik, og hann spurdi hann: "Ert tú gudsmaðurin, ið komin er úr Juda?" Hann svaraði: "Ja, tað eri eg!"
15 Tá segði hann við hann: "Kom til hús við mær og fá tær ein bita at eta!"
16 Men hann svaraði: "Eg kann ikki venda aftur við tær og koma heim við tær; eg vil hvørki eta ella drekka við tær á hesum staði.
17 Tí orð kom til mín frá HARRANUM: "Tú mást hvørki eta ella drekka har, og tú mást ikki fara avstað aftur, somu leið sum tú komst.""
18 Tá segði hann við hann: "Eg eri profetur við, eins og tú, og eingil hevur við orði HARRANS sagt við meg: "Fá hann aftur við tær, heim til tín, so hann kann fáa sær at eta og drekka!"" - Men hetta leyg hann fyri honum.
19 So vendi hann tá aftur við honum og át og drakk heima hjá honum.
20 Men meðan teir sótu við borðið, kom orð HARRANS til profetin, ið hevði fingið hann aftur við sær,
21 og hann rópti til gudsmannin, ið komin var úr Juda: "So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú vart orði HARRANS ólýðin og heltst ikki boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær,
22 men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, ið Hann hevði sagt við teg um: "Har mást tú hvørki eta ella drekka!" so skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!"
23 Táið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum eslið - profetinum, ið hann hevði fingið aftur við sær.
24 Hann fór so avstað; men á vegnum kom leyva ímóti honum og drap hann; lík hansara lá slongt har á vegnum, og eslið stóð hjá tí; eisini leyvan stóð har hjá líkinum.
25 Nakrir menn komu nú framvið; teir sóu líkið, ið lá slongt har á vegnum, og leyvuna, ið stóð hjá líkinum; táið teir komu til býin, har sum hin gamli profeturin búði, søgdu teir hetta har.
26 Táið profeturin, ið hevði fingið hann aftur av leið hansara, hoyrdi hetta, segði hann: "Tað er gudsmaðurin, ið var orði HARRANS ólýðin; HARRIN hevur afturfyri latið leyvuna fáa fatur á honum, so hon hevur skrætt hann sundur og dripið hann, eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við hann."
27 Síðani segði hann við synir sínar: "Saðlið mær eslið!" Táið teir so høvdu saðlað tað,
28 fór hann avstað og fann lík hansara liggjandi slongt har á vegnum og eslið og leyvuna standandi hjá líkinum; leyvan hevði hvørki etið líkið ella skrætt eslið sundur.
29 Profeturin tók nú lík gudsmansins upp, legði tað á eslið og fór heimaftur við tí; og hesin gamli profeturin fór inn í bý sín at halda syrgihátíð eftir hann og jarða hann.
30 Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og tey hildu syrgihátíð eftir hann og róptu: "Á bróðir mín!"
31 Táið hann nú hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: "Táið eg doyggi, skulu tit jarða meg í grøvini, sum gudsmaðurin er jarðaður í; tit skulu leggja bein míni hjá beinum hansara.
32 Tí orðið skal ganga út, sum hann eftir boði HARRANS rópti móti altarinum í Betel og móti øllum halgidómum offurheyggjanna í býum Samaria."
33 Men heldur ikki hetta fekk Jeroboam at venda við av óndu leið síni; hann helt við at taka menn frá hond av fólkinum til prestar við offurheyggjarnar; hann innsetti hvønn, ið hug hevði til tað, til prest við heyggjarnar.
34 Hetta varð húsi Jeroboams til synd og voldi, at tað varð týnt av jørðini, og endi gjørdur á tí.