Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Táið nú leið móti tíðini, táið Dávid skuldi doyggja, gav hann syni sínum Sálomo hesi boð:
2 "Eg fari nú tann veg, ið alt hold fer; men ver tú sterkur og lat síggjast, at tú ert maður!
3 Og akta eftir tí, sum HARRIN Gud tín vil hava teg at akta eftir, so tú gongur leiðir Hansara og heldur fyriskipanir, boð, lógir og vitnisburðir Hansara, soleiðis sum skrivað er í Móselóg! Tá verður tú vísur maður í øllum, sum tú gert, og hvar ið tú so vendir tær,
4 og tá skal HARRIN uppfylla orð Sítt, tað, sum Hann talaði um meg, táið Hann segði: "So satt sum synir tínir akta væl eftir leið síni, so teir liva í trúskapi fyri ásjón Míni, av øllum hjarta sínum og allari sál síni, so skal" - segði Hann - "aldri saknast ein av eftirkomarum tínum í hásæti Ísraels."
5 Tú veitst eisini, hvat Jóab, sonur Zeruju, hevur volt mær, hvat hann gjørdi við báðar herhøvdingar Ísraels, Abner, son Ner, og Amasa, son Jeter, hvussu hann drap teir og soleiðis í friðartíð úthelti blóð, eins og kríggj hevði verið, og læt blóð koma á beltið, ið hann hevði um lendarnar, og á skógvarnar, ið hann hevði á fótunum, eins og kríggj hevði verið.
6 Ger tí eftir vísdómi tínum og lat ikki gráu hár hansara fara í friði niður í deyðaríkið!
7 Men synir Barzillai Gileadit skalt tú gera væl við, og teir skulu vera millum teirra, sum eta við borð títt; tí á tann hátt komu teir ímóti mær, táið eg flýddi undan Absalom, bróður tínum.
8 So hevur tú eisini hjá tær Sime’i Benjaminit úr Bahurim, son Gera; tað var hann, ið bannaði mær við øgiligari illbøn, tann dag eg fór til Mahanajim; men seinni kom hann ímóti mær at Jordan, og eg lovaði honum við eiði um HARRAN: "Eg skal ikki lata teg doyggja fyri svørði."
9 Men lat hann nú ikki verða óstraffaðan! Tú ert vísur maður og fert óivað at síggja, hvat tú skalt gera við hann, so tú letur gráu hár hansara fara í blóði niður í deyðaríkið."
10 So legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði.
11 Tíðin, ið Dávid var kongur yvir Ísrael, var 40 ár; í Hebron var hann kongur 7 ár og í Jerúsalem 33 ár.
12 Og Sálomo sat í hásæti faðirs síns, Dávids, og kongadømi hansara varð ógvuliga sterkt.
13 Men Adonja, sonur Haggit, kom inn til Batsebu, móður Sálomo. Hon spurdi: "Er tað av góðum, ið tú kemur?" Hann svaraði: "Ja!"
14 Síðani segði hann: "Eg havi nakað at tosa við teg um." Hon svaraði: "Tala!"
15 Hann segði nú: "Tú veitst, at ríkið var mítt, og at alt Ísrael hevði eyguni vend á meg og væntaði, at eg skuldi verða kongur; men kongadømið fór frá mær yvir til bróður - tað var HARRIN, ið gav honum tað.
16 Nú biði eg teg eina bøn; tú mást ikki sýta mær hana!" Hon svaraði: "Sig hana!"
17 Tá segði hann: "Bið Sálomo kong - tær sýtir hann tað ikki - bið hann geva mær Abisag úr Sunem til konu!"
18 Batseba svaraði: "Gott - eg skal tosa við kong fyri teg!"
19 Batseba fór nú inn til Sálomo kong at tosa við hann fyri Adonja. Tá reistist kongurin, fór ímóti henni og boygdi seg djúpt fyri henni. Síðani setti hann seg í hásæti sítt; hásæti varð eisini sett móður kongin, og hon setti seg undir høgru lið hansara.
20 Síðani segði hon: "Tað er bert eina lítla bøn, eg ætli at biðja teg; tú mást ikki sýta mær hana!" Kongurin svaraði: "Ber fram bøn tína, mamma! Eg skal ikki sýta tær hana."
21 Tá segði hon: "Lat bróður tín Adonja fáa Abisag úr Sunem til konu!"
22 Men Sálomo kongur svaraði móður síni: "Hví biður tú um Abisag úr Sunem fyri Adonja? - Tú kanst jú líka væl biðja um ríkið fyri hann - hann er jú bróðir mín og eldri enn eg - ja, bæði fyri hann og fyri Abjatar prest og Jóab, son Zeruju!"
23 Og Sálomo kongur svór um HARRAN og segði: "Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um ikki Adonja skal bøta við lívinum fyri hetta orð!
24 So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið mær hetta vald og sett meg í hásæti Dávids, faðirs míns, og sum hevur reist mær eitt hús, soleiðis sum Hann lovaði: Adonja skal lata lív, og tað í dag!"
25 So sendi Sálomo kongur Benaja, son Jójada, avstað, og hann høgdi hann niður; soleiðis doyði hann.
26 Men við Abjatar prest segði kongurin: "Far til Anatot, til garð tín! Tú átti at latið lív, og táið eg ikki drepi teg í dag, so er tað, tí tú hevur borið ørk Harrans HARRANS framman fyri Dávid, faðir mín, og tí tú hevði felagsskap við pápa í øllum, sum hann noyddist at ganga ígjøgnum."
27 So rak Sálomo Abjatar burt og læt hann ikki sleppa at vera prest HARRANS longur - fyri at orð HARRANS skuldi ganga út, tað, sum Hann hevði talað móti húsi Eli í Silo.
28 Táið Jóab fekk hetta at frætta, flýddi hann til tjald HARRANS og treiv um altarhornini; Jóab hevði jú verið í parti við Adonja, tóat hann ikki hevði verið í parti við Absalom.
29 Sálomo fekk nú boð um, at Jóab var flýddur til tjald HARRANS og stóð við altarið. Tá sendi Sálomo Benaja, son Jójada, avstað og segði: "Far og høgg hann niður!"
30 Táið Benaja kom til tjald HARRANS, segði hann við hann: "Kongurin sigur: "Far út hiðani!"" Men hann svaraði: "Nei, eg vil doyggja her!" Benaja bar so konginum boð aftur og segði, hvat Jóab hevði sagt og svarað honum.
31 Kongurin segði við hann: "Ger, sum hann sigur - høgg hann niður og jarða hann, og reinsa soleiðis av mær og húsi faðirs míns tað sakleysa blóð, ið Jóab hevur úthelt!
32 HARRIN skal lata blóð hansara koma aftur yvir hansara egna høvd, hann, sum høgdi niður tveir menn, ið vóru rættvísari og betri enn hann, drap teir við svørði, uttan at Dávid, faðir mín, vitsti av, Abner, son Ner, herhøvdinga Ísraels, og Amasa, son Jeter, herhøvdinga Juda.
33 Blóð teirra skal koma aftur yvir høvd Jóabs og eftirkomara hansara til ævigar tíðir; men Dávidi og eftirkomarum hansara, húsi og hásæti hansara, skal HARRIN geva frið til ævigar tíðir."
34 Benaja, sonur Jójada, fór so og høgdi hann niður og drap hann, og hann varð jarðaður við hús sítt í oyðimørkini.
35 Kongurin setti Benaja, son Jójada, yvir herin í stað hansara, og Zadok prest setti kongurin í stað Abjatars.
36 Nú sendi kongurin boð eftir Sime’i og segði við hann: "Bygg tær hús í Jerúsalem og búgv har - far ikki hiðani, hvørki eina leið ella aðra!
37 Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, ið tú fert hiðani og fert um Kidronsløk, skalt tú doyggja - blóð títt skal koma yvir títt egna høvd!"
38 Sime’i svaraði konginum: "Rætt er tað, ið tú sigur; sum harri mín kongurin hevur sagt, so skal tænari tín gera." So búði Sime’i í Jerúsalem langa tíð.
39 Men táið trý ár vóru gingin, flýddu tveir tænarar Sime’i til kongin í Gat, Akis, son Ma’aka; boð vórðu tá borin Sime’i: "Tænarar tínir eru í Gat."
40 Tá gjørdi Sime’i seg til, setti seg á esil sítt og fór til Akis í Gat at leita eftir tænarum sínum; Sime’i fór hagar og hevði tænarar sínar við sær heimaftur úr Gat.
41 Men Sálomo fekk at vita, at Sime’i var farin úr Jerúsalem til Gat og var afturkomin.
42 Tá sendi kongurin boð eftir Sime’i og segði við hann: "Tók eg teg ikki í eið um HARRAN og segði í álvara við teg: "Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, tú fert hiðani og fert eina leið ella aðra, skalt tú doyggja!" Og svaraði tú mær ikki: "Rætt er tað, ið tú sigur; eg havi hoyrt tað!"
43 Hví hevur tú ikki hildið eiðin, ið tú hevur svorið um HARRAN, og boðið, ið eg gav tær?"
44 Framvegis segði kongurin við Sime’i: "Tú kennir sjálvur alt tað illa, ið hjarta títt er vitandi um - tað, ið tú gjørdi Dávidi, faðir mínum; nú letur HARRIN óndskap tín koma aftur yvir títt egna høvd!
45 Men Sálomo kongur skal vera signaður, og hásæti Dávids skal í allar ævir standa fast fyri ásjón HARRANS."
46 Síðani steig Benaja, sonur Jójada, eftir boði kongsins fram og høgdi hann niður; soleiðis doyði hann. Og kongadømið var trygt og fast í hond Sálomos.