1 | Nú hildu teir seg í friði trý ár; ikki var ófriður millum Áram og Ísrael. |
|
2 | Men triðja árið fór Jósafat kongur í Juda at finna ísraelskong. |
|
3 | Tá segði ísraelskongur við tænarar sínar: "Vita tit ikki, at tað eru vit, sum eiga Ramot í Gilead? Og vit látast ikki um vón og taka tað ikki frá áramskongi!" |
|
4 | So segði hann við Jósafat: "Kemur tú við mær í hernað móti Ramot í Gilead?" Jósafat svaraði ísraelskongi: "Sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt, sum hestar tínir, so hestar mínir!" |
|
5 | Men Jósafat segði framvegis við ísraelskong: "Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur!" |
|
6 | Ísraelskongur sendi tá boð eftir profetunum, úti við 400 monnum, og spurdi teir: "Skal eg fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?" Teir svaraðu: "Far! - Harrin skal geva tað í hendur kongsins." |
|
7 | Men Jósafat spurdi: "Er her eingin profetur HARRANS eftir, sum vit kunnu spyrja?" |
|
8 | Ísraelskongur svaraði Jósafat: "Her er ein maður enn, sum vit kunnu spyrja HARRAN við; men eg hati hann, av tí at hann aldri spáar mær gott, men eina ilt; tað er Mika, sonur Jimla." Men Jósafat segði: "Kongurin má ikki tosa so!" |
|
9 | Tá rópti ísraelskongur ein hirðmann og segði: "Skunda tær eftir Mika, syni Jimla!" |
|
10 | Ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda sótu, skrýddir í kongaklæðum, hvør í sínum hásæti, á treskiplássi uttan fyri portrið í Samaria; og allir profetarnir spáaðu framman fyri teir. |
|
11 | Zedekias, sonur Kena’ana, gjørdi sær nú horn av jarni og segði: "So sigur HARRIN: Við hesum skalt tú stanga Áramearar, inntil endi er á teimum!" |
|
12 | Og allir profetarnir spáaðu hetta sama og søgdu: "Far móti Ramot í Gilead! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins." |
|
13 | Boðið, ið farið var eftir Mika, segði við hann: "Profetarnir hava allir sum ein spáað kongi gott; lat nú orð tíni vera eins og teirra, og spáa gott!" |
|
14 | Mika svaraði: "So satt sum HARRIN livir: Tað, ið HARRIN talar við meg, skal eg siga!" |
|
15 | Táið hann nú kom til kongin, segði kongurin við hann: "Mika! Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skulu vit sláa av?" Hann svaraði: "Far! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins." |
|
16 | Men kongurin segði við hann: "Hvussu mangan skal eg taka teg í eið, at tú sigur mær ikki annað enn sannleikan í navni HARRANS?" |
|
17 | Tá segði hann: "Eg sá alt Ísrael spjatt á fjøllunum sum seyðafylgi, ið ongan hirða hevur; og HARRIN segði: "Hasir hava ongan harra; lat teir fara í friði, hvønn heim til sín!"" |
|
18 | Tá segði ísraelskongur við Jósafat: "Var tað ikki tað, eg segði tær, at hann spáar mær aldri gott, men eina ilt!" |
|
19 | Nú svaraði Mika: "Hoyrið tá nú orð HARRANS! Eg sá HARRAN sita í hásæti Sínum og allan her Himmalsins standa rundan um Hann, høgrumegin og vinstrumegin. |
|
20 | HARRIN segði: "Hvør vil dára Akab, so hann fer móti Ramot í Gilead - og fellur har?" Ein segði nú hetta, ein annar hitt. |
|
21 | Men so steig fram andi, stóð fyri ásjón HARRANS og segði: "Eg skal dára hann!" HARRIN spurdi hann: "Hvussu?" |
|
22 | Hann svaraði: "Eg skal fara og vera lygiandi í munni alra profeta hansara." Tá segði HARRIN: "Ja, tú kanst dára hann, og tað fer at eydnast tær - far og ger so!" |
|
23 | - Sært tú - soleiðis hevur HARRIN lagt øllum hesum profetum tínum lygianda í munnin - men HARRIN hevur spáað tær vanlukku!" |
|
24 | Tá steig Zedekias, sonur Kena’ana, fram, sló Mika undir vangan og segði: "Hvørja leið er Andi HARRANS farin frá mær at tala við teg?" |
|
25 | Mika svaraði: "Tað skalt tú fáa at síggja, tann dag tú flýggjar úr einum kamari í annað at krógva teg!" |
|
26 | Ísraelskongur segði nú: "Takið Mika og leiðið hann aftur til Amon, høvuðsmannin í staðnum, og til kongasonin Jóas |
|
27 | og sigið: "So sigur kongur: Setið henda mann í fangahús og gevið honum neyðarbreyð og neyðarvatn, inntil eg komi aftur í øllum góðum!"" |
|
28 | Men Mika segði: "Kemur tú aftur í øllum góðum, so hevur HARRIN ikki talað við mær!" Og hann segði: "Hoyrið hetta, øll fólkasløg!" |
|
29 | So fóru ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda móti Ramot í Gilead. |
|
30 | Ísraelskongur segði við Jósafat: "Eg skal lata meg í dularbúna, áðrenn eg fari í bardagan; men ver tú klæddur, sum tú ert vanur!" So læt ísraelskongur seg í dularbúna og fór síðani í bardagan. |
|
31 | Áramskongur hevði givið hinum 32 vagnhøvdingum sínum hetta boð: "Tit skulu ongan herja á, hvørki lítlan ella stóran, uttan ísraelskong eina!" |
|
32 | Táið nú vagnhøvdingarnir sóu Jósafat, søgdu teir: "Hatta er óivað ísraelskongur!" Og teir vendu sær móti honum og skuldu herja á hann. Tá skar Jósafat í róp; |
|
33 | og táið vagnhøvdingarnir raktu við, at tað var ikki ísraelskongur, vendu teir við og lótu hann vera. |
|
34 | Men ein maður, ið spenti bogan og skeyt av handahógvi, rakti ísraelskong millum reimarnar og brynjuna. Tá segði hann við vagnstýrara sín: "Vend við og kom burtur úr bardaganum við mær, tí eg eri særdur!" |
|
35 | Bardagin harðnaði í hvørjum henda dag; og kongurin varð hildin standandi í vagninum, vendur móti Áramearum; men um kvøldið doyði hann. Blóðið úr sárinum rann niður í vagnin. |
|
36 | Táið sólin gekk undir, varð rópt um allan herin: "Hvør maður heim til bý sín og land sítt!" |
|
37 | Soleiðis doyði kongurin; og farið varð til Samaria við honum, og teir jarðaðu kongin í Samaria. |
|
38 | Táið teir skolaðu vagnin við tjørnina í Samaria, leptu hundarnir blóð hansara, meðan skøkjurnar baðaðu sær har - eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað. |
|
39 | Tað, ið annars er at siga um Akab, um alt, ið hann gjørdi, um fílabeinshúsið, ið hann bygdi, og um allar býirnar, ið hann bygdi, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. |
|
40 | Akab legðist so til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Ahazja tók ríkið eftir hann. |
|
41 | Jósafat, sonur Asa, varð kongur yvir Juda, fjórða árið ið ísraelskongur Akab sat við stýrið. |
|
42 | Jósafat var 35 ár, táið hann gjørdist kongur, og 25 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Azuba og var dóttir Silhi. |
|
43 | Hann gekk í einum og øllum somu leið sum Asa, faðir hansara; hann veik ikki av henni, men gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS. |
|
44 | Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. |
|
45 | Jósafat bant frið við ísraelskong. |
|
46 | Tað, ið annars er at siga um Jósafat, um stórverkini, ið hann gjørdi, og um bardagar hansara, er skrivað í kongakrøniku Juda. |
|
47 | Hann oyddi eisini av landinum mansskøkjurnar, ið eftir vóru frá tíðini, táið Asa, faðir hansara, livdi. |
|
48 | Um ta tíðina var eingin kongur í Edom; landshøvdingi stýrdi har. |
|
49 | Jósafat hevði 10 tarsisskip, sum skuldu fara til Ofir eftir gulli; men einki varð av ferðini, tí summi skipini gingu burtur við Ezjon-Geber. |
|
50 | Tá segði Ahazja, sonur Akab, við Jósafat: "Lat menn mínar fara við skipunum saman við monnum tínum!" Men Jósafat vildi ikki. |
|
51 | So legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum; og sonur hansara Jóram tók ríkið eftir hann. |
|
52 | Ahazja, sonur Akab, varð kongur í Samaria yvir Ísrael, seytjanda árið ið judakongur Jósafat sat við stýrið; og tvey ár stýrdi hann í Ísrael. |
|
53 | Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, og gekk somu leið sum faðir og móðir sín og somu leið sum Jeroboam, sonur Nebat, hann, ið fekk Ísrael at synda. |
|
54 | Hann dýrkaði Ba’al og tilbað hann og vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels - júst sum faðir hansara hevði gjørt. |
|
|