Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Kongabók
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22
1 Nú sendi Sálomo hinum elstu í Ísrael boð og øllum ættarhøvdingunum, høvdum fedrahúsa Ísraelsmanna, at teir skuldu koma saman hjá honum í Jerúsalem at flyta sáttmálaørk HARRANS niðan úr Dávidsbýi, tað er Zion.
2 So savnaðust allir menn í Ísrael hjá Sálomo kongi um høgtíðina í etanim mánaði, tað er í sjeynda mánaði.
3 Táið nú allir hinir elstu í Ísrael vóru komnir, lyftu prestarnir upp ørkina.
4 Og teir bóru ørk HARRANS niðan og samkomutjaldið og øll hini heiløgu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru prestarnir og Levitarnir, ið bóru tað niðan.
5 Sálomo kongur stóð framman fyri ørkina, og við honum øll samkoma Ísraels, sum saman var komin hjá honum; og teir ofraðu slíka mongd av smáfæi og neytum, at ikki stóð til at telja og vita skil á tí.
6 Prestarnir bóru sáttmálaørk HARRANS inn, hagar sum hon skuldi standa í innhúsi tempulsins, hinum alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna.
7 Tí kerúbarnir breiddu veingirnar út yvir, har sum ørkin stóð, so at kerúbarnir frá í erva fjaldu bæði ørkina og stengur hennara.
8 Stengurnar vóru so langar, at endar teirra sóust úr hinum heilaga framman fyri innhúsið, men ikki longur úti. Og har hava tær verið til henda dag.
9 Einki var í ørkini uttan hinar báðar steintalvurnar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana - ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi.
10 Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum, fylti skýggið hús HARRANS,
11 so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.
12 Tá segði Sálomo: "HARRIN hevur sagt, at Hann skal búgva í bølmyrkrinum.
13 Nú havi eg bygt Tær hús til bústað, eitt stað, har Tú kanst búgva til ævigar tíðir."
14 Síðani vendi kongurin sær á og signaði alla samkomu Ísraels; men øll samkoma Ísraels stóð.
15 Hann segði: "Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum við munni Sínum talaði við Dávid, faðir mín, og við hond Síni hevur uppfylt tað, ið Hann lovaði, táið Hann segði:
16 "Frá tí degi Eg leiddi Ísrael, fólk Mítt, út av Egyptalandi, havi Eg ongan bý í nakrari av øllum ættum Ísraels útvalt, so har skuldi verða bygt hús, navni Mínum til bústað; men Eg útvaldi Dávid at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum."
17 Dávid, faðir mín, hevði í huga at byggja navni HARRANS Guds Ísraels hús;
18 men HARRIN segði við Dávid, faðir mín: "At tú hevur í huga at byggja navni Mínum hús, tað er beint av tær;
19 tó skal ikki tú byggja húsið; nei, sonur tín, sum út skal ganga úr lendum tínum, hann skal byggja navni Mínum húsið."
20 Nú hevur HARRIN uppfylt lyftið, ið Hann gav; eg eri komin í stað Dávids, faðir míns, og eri setstur í hásæti Ísraels - soleiðis sum HARRIN lovaði - eg havi bygt navni HARRANS Guds Ísraels húsið;
21 og har havi eg gjørt ørkini stað til reiðar, henni, sum sáttmáli HARRANS er í, sáttmálin, ið Hann gjørdi við fedrar okkara, táið Hann leiddi teir út av Egyptalandi."
22 - Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, breiddi út hendurnar móti himli
23 og segði: "HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er Tær líkur, í Himli haruppi ella herniðri á jørðini, Tú, sum heldur sáttmála Tín við tænarar Tínar og goymir teimum náði - táið teir av øllum hjarta sínum liva fyri ásjón Tíni -
24 Tú, sum hevur hildið tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum; Tú lovaði tað við munni Tínum, og við hond Tíni hevur Tú uppfylt tað - sum í dag gongur sjón fyri søgn.
25 Halt tá nú, HARRI Gud Ísraels, tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, táið Tú segði: "Aldri skal fattast maður av avkomi tínum at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón Míni - so satt sum synir tínir akta eftir leið síni og liva fyri ásjón Míni, soleiðis sum tú hevur livað fyri ásjón Míni"!
26 Lat tí nú, Gud Ísraels, orðini ganga út, sum Tú talaði við tænara Tín Dávid, faðir mín!
27 Men ber tað til, at Gud býr á jørðini! Himlarnir, ja, Himlar Himlanna, taka Teg ikki - hvussu mikið minni tá ikki hetta húsið, ið eg havi bygt!
28 Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara - HARRI Gud mín - og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín í dag ber fram fyri ásjón Tína,
29 so eygu Tíni vera opin yvir hesum húsi nátt og dag, yvir staðnum, ið Tú hevur sagt um: "Navn Mítt skal búgva har" - so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður, vendur móti hesum staði.
30 Tú skalt hoyra ta eyðmjúku ákallan, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, senda upp, vend móti hesum staði; Tú skalt hoyra hana, har Tú býrt, í Himli, Tú skalt hoyra og fyrigeva.
31 Táið onkur syndar móti næsta sínum, og teir áleggja honum at gera eið og lata hann svørja - kemur hann tá og ger eiðin fyri altari Tínum í hesum húsi,
32 so skalt Tú hoyra tað í Himli og leggja uppí og lata tænarar Tínar fáa rætt teirra - Tú skalt døma hin seka sekan og lata gerðir hansara koma yvir hansara egna høvd, og døma hin rættvísa rættvísan og lata hann fáa eftir rættvísi hansara.
33 Táið Ísrael, fólk Títt, liggur undir fyri fíggindum sínum, aftur fyri at tey synda móti Tær, men tey so venda við til Tín, játta navn Títt og í hesum húsi biðja til Tín og bøna Teg um náði,
34 tá skalt Tú hoyra tað í Himli, fyrigeva synd Ísraels, fólks Tíns, og leiða tey aftur til landið, ið Tú gavst fedrum teirra.
35 Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni - av tí at Tú eyðmýkir tey -
36 tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt læra tey hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga.
37 Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pestur kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar, táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har býir teirra liggja - táið onkur plága kemur, onkur sjúka
38 - um tá okkurt menniskja, ella alt Ísrael, fólk Títt, ber fram bøn ella eyðmjúka ákallan, tí tey, hvørt fyri seg, kenna seg sligin í samvitskuni og tí breiða út hendurnar móti hesum húsi,
39 so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og fyrigeva, útinna verk Títt og geva einum og hvørjum eftir øllum gerðum hansara, av tí at Tú kennir hjarta hansara - tí eingin uttan Tú kennir hjarta hvørs menniskjabarns -
40 so tey óttast Teg, allar teir dagar tey liva í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara.
41 Eisini um ein fremmandur - ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men fyri navns Tíns skuld kemur úr landi langt burtur
42 - tí tey fara at hoyra um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín - um hann kemur og biður, vendur móti hesum húsi,
43 so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um - so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum.
44 Táið fólk Títt fer í bardaga móti fíggindum sínum - leiðina ið Tú sendir teir - og teir tá biðja til HARRAN, vendir móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,
45 tá skalt Tú í Himli hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata teir fáa rætt teirra.
46 Táið tey synda móti Tær - tí einki menniskja er, sum ikki syndar - og Tú verður illur við tey og gevur tey í hendur fíggindans, og teir, ið hertaka tey, fara við teimum til land fíggindans, tað veri nú langt burtur ella nær,
47 men tey so taka sær tað at hjarta í landinum, har tey eru fangar, umvenda seg og bøna Teg um náði í landi teirra, sum halda tey fangað, og siga: "Vit hava syndað og borið okkum illa at, vit hava verið ógudlig!"
48 - um tey nú umvenda seg til Tín av øllum hjarta sínum og av allari sál síni í landi fígginda sína - hjá teimum, ið hava leitt tey burtur sum fangar - og tey biðja til Tín, vend móti landi sínum, sum Tú gavst fedrum teirra, móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,
49 so skalt Tú í Himli, har sum Tú býrt, hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata tey fáa rætt teirra,
50 fyrigeva fólki Tínum tað, ið tey hava syndað móti Tær, og øll misbrotini, ið tey hava gjørt móti Tær, og lata tey finna miskunn hjá teimum, ið halda tey fangað, so teir vísa teimum náði.
51 - Tey eru jú fólk Títt og ogn Tín, sum Tú leiddi út av Egyptalandi, út úr jarnovninum.
52 Lat eygu Tíni vera opin fyri teirri eyðmjúku ákallan, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, bera fram, so Tú lurtar eftir teimum, hvørja ferð tey rópa til Tín!
53 Tí Tú hevur skilt tey út frá øllum fólkasløgum á jørðini at vera ogn Tína - soleiðis sum Tú við tænara Tínum Mósesi segði, táið Tú leiddi fedrar okkara út av Egyptalandi, Harri HARRI!"
54 Táið Sálomo var liðugur at bera fram fyri HARRAN alla hesa bøn og eyðmjúku ákallan, reisti hann seg upp framman fyri altar HARRANS, har sum hann hevði ligið á knæ við hondunum útbreiddum móti himli.
55 Síðani steig hann fram og signaði við harðari rødd alla samkomu Ísraels og segði:
56 "Lovaður veri HARRIN, sum hevur givið Ísrael, fólki Sínum, frið, soleiðis sum Hann lovaði! Ikki eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið Hann talaði við Mósesi, tænara Sínum.
57 HARRIN Gud okkara veri við okkum, sum Hann hevur verið við fedrum okkara! Hann vendi Sær ikki frá okkum og vraki okkum ikki,
58 men boyggi hjarta okkara til Sín, so vit ganga allar leiðir Hansara og halda boð, fyriskipanir og lógir Hansara, sum Hann gav fedrum okkara!
59 Og henda bøn mín, ið eg eyðmjúkt havi borið fram fyri ásjón HARRANS - hon veri dag og nátt HARRANUM Gudi okkara nær, so Hann letur tænara Sín og Ísrael, fólk Sítt, fáa rætt teirra, soleiðis sum hvønn dag tørvar!
60 Tá skulu øll fólk á jørðini sanna, at HARRIN er Gud, Hann og eingin annar.
61 Og hjarta tykkara veri nú heilt við HARRANUM Gudi okkara, so tit liva eftir lógum Hansara og halda boð Hansara - eins og í dag!"
62 Kongurin ofraði nú saman við øllum Ísrael sláturoffur fyri ásjón HARRANS.
63 22 000 neyt og 120 000 kríatúr av smáfæi var takkofrið, ið Sálomo bar HARRANUM fram. Soleiðis vígdu kongurin og allir Ísraelsmenn hús HARRANS.
64 Sama dag halgaði kongurin miðpart forgarðsins, ið var framman fyri hús HARRANS; tí har bar hann fram brenniofrið, matofrið og hini feitu stykkini av takkofrunum, av tí at koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS var ov lítið til, at brenniofrið, matofrið og hini feitu stykkini av takkofrunum kundu rúmast á tí.
65 Soleiðis helt Sálomo tá høgtíðina, og alt Ísrael við honum - ein stór mannfjøld, sum var samankomin, frá har sum leiðin liggur til Hamat líka at Egyptalandsá; sjey dagar og uppaftur sjey dagar - tilsamans fjúrtan dagar - hildu tey høgtíðina fyri ásjón HARRANS Guds okkara.
66 Áttanda dagin læt hann fólkið fara, og tey signaðu kongin og fóru heimaftur, glað og í góðum lagi um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt tænara Sínum Dávidi og Ísrael, fólki Sínum.