1 | Sítt egna hús var Sálomo trettan ár um at byggja - áðrenn hann var liðugur við alt húsið. |
|
2 | Hann bygdi Libanonskóghús, 100 alin langt, 50 alin breitt og 30 alin høgt, á fýra røðum av sedrisstólpum og við sedrisbjálkum oman á stólpunum. |
|
3 | Tað var takt við sedrisviði uppi yvir síðukømurunum, ið hvíldu á stólpunum, 45 í tali, 15 í hvørjum raði. |
|
4 | Tað hevði trý røð av bjálkaløgum og vindeyga yvir av vindeyga í trimum hæddum. |
|
5 | Allar dyr og allir durastavir vóru fýrhyrnt, av bjálkum, og vendu beint ímóti vindeygaraðnum, í øllum trimum hæddunum. |
|
6 | So gjørdi hann súluhøllina, 50 alin langa og 30 alin breiða; framman fyri hana var forsalur við súlum, og framman fyri hann uppaftur var trappuhús. |
|
7 | Framvegis gjørdi hann hásætishøllina, har sum hann sat og dømdi - dómshøllina; hon var klædd við sedrisviði av gólvi til loft. |
|
8 | Hansara egna hús - tað, sum hann búði í, og sum stóð í hinum innara garðinum, innan fyri forsalin - var gjørt á sama hátt. Dóttur Farao, sum Sálomo hevði tikið til konu, henni bygdi hann eisini hús, sum líktist hesum forsali. |
|
9 | Alt hetta var av dýrabørum steinum, ið vóru høgdir eftir máli og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini líka upp til taklistarnar, og somuleiðis alt uttanfyri, líka til hin stóra forgarðsmúrin. |
|
10 | Grundin varð løgd av dýrabørum, stórum steinum, steinum, sum vóru 10 alin og 8 alin. |
|
11 | Oman á teir vórðu lagdir dýrabarir steinar, høgdir eftir máli, og sedrisviður. |
|
12 | Hin stóri forgarðsmúrurin allan vegin runt var gjørdur av trimum løgum av høgdum gróti og einum lagi av sedrisstokkum; á sama hátt var við forgarði húss HARRANS, hinum innara, og við forsalinum, ið hoyrdi til húsið. |
|
13 | Sálomo kongur sendi boð til Týrus eftir Hiram. |
|
14 | Hann var sonur eina einkju av ætt Naftali; faðir hansara var maður úr Týrus, koparsmiður. Hann var fullur av vísdómi, viti og kunnskapi, so hann dugdi at gera alskyns kopararbeiði. Hann kom nú til Sálomo kong og gjørdi alt arbeiðið, ið hann vildi hava gjørt. |
|
15 | Hann gjørdi koparsúlurnar báðar; 18 alin høg var onnur súlan, og 12 alin langur tráður rakk rundan um hina súluna. |
|
16 | Hann gjørdi eisini tvey súluhøvd, stoypt úr kopari, at seta oman á súlurnar; hvørt súluhøvdið var 5 alin høgt. |
|
17 | Á súluhøvdunum, ið vóru oman á súlunum, var eins og rutt net, flættað arbeiði, bond, vorðin sum ketur, 7 á hvørjum súluhøvdi. |
|
18 | Hann gjørdi granatepli, tvey røð allan vegin runt, uttan á øðrum netinum, til at fjala súluhøvdini, ið oman á súlunum vóru; á sama hátt gjørdi hann við hitt súluhøvdið. |
|
19 | Súluhøvdini, ið vóru oman á súlunum í forsalinum, vóru gjørd sum liljur og vóru 4 alin. |
|
20 | Á báðum súlunum vóru súluhøvd, eisini omantil, við bunguna undir tí rudda netinum; granateplini vóru 200 í tali, í røðum allan vegin runt um hitt súluhøvdið. |
|
21 | So reisti hann súlurnar við forsal tempulsins; súluna, ið hann setti høgrumegin, kallaði hann Jakin, og hina, ið hann setti vinstrumegin, kallaði hann Boaz. |
|
22 | Í erva vóru súlurnar vorðnar sum liljur. - So var arbeiðið uppá súlurnar liðugt. |
|
23 | Nú gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom, og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og 30 alin langt band rakk rundan um tað. |
|
24 | Niðri undir tromini vóru kolokvintar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, 10 á hvørji alin; tvey røð av kolokvintum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havinum. |
|
25 | Havið stóð á 12 tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir. |
|
26 | Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók 2000 bat. |
|
27 | Framvegis gjørdi hann teir 10 stabbarnar, av kopari; hvør stabbin var 4 alin langur, 4 alin breiður og 3 alin høgur. |
|
28 | Stabbarnir vóru soleiðis gjørdir: Spegl vóru á teimum, spegl millum kantlistarnar; |
|
29 | á speglunum millum kantlistarnar vóru leyvur, tarvar og kerúbar, somuleiðis á kantlistunum. Yvir og undir leyvunum og tarvunum vóru kransar, gjørdir soleiðis, at teir hingu niður. |
|
30 | Hvør stabbin hevði 4 hjól av kopari við akslum av kopari; og teir fýra føtur hansara høvdu beriarmar; teir vóru stoyptir á niðri undir ílatinum, og mitt fyri hvørjum teirra sótu kransar. |
|
31 | Opilsið á tí var innan fyri kransin og eina alin høgt uppeftir; opilsið á honum var runt, gjørt sum undirlag, hálvaaðru alin; eisini á opilsi hansara vóru myndir skornar út; men síðuspeglini vóru fýrhyrnt, ikki rund. |
|
32 | Tey fýra hjólini sótu undir speglunum, og hjóltapparnir sótu á støbbunum; hvørt hjólið var hálvaaðru alin høgt. |
|
33 | Hjólini vóru gjørd sum vagnhjól; tappar, gjarðir, snældur og hjørtu teirra - alt var stoypt. |
|
34 | Fýra beriarmar vóru á hinum fýra hornunum á hvørjum stabba; beriarmarnir vóru í einum við stabbanum. |
|
35 | Uppi á stabbanum var eitt annað stykki, sum var hálva alin høgt og heilt runt, og omantil á stabbanum sótu handtøkini og speglini, sum vóru í einum við honum. |
|
36 | Á tí slætta á handtøkunum og á speglunum skar hann út kerúbar, leyvur og pálmar, eftir sum rúm var til á hvørjum teirra, og kransar rundanum. |
|
37 | Soleiðis gjørdi hann teir 10 stabbarnar; teir vóru allir stoyptir á sama hátt, høvdu somu stødd og sama skap. |
|
38 | So gjørdi hann 10 koparíløt; hvørt ílatið tók 40 bat og var 4 alin í tvørmáli; eitt ílat var á hvørjum av teimum 10 støbbunum. |
|
39 | Hann setti 5 stabbar høgrumegin húsið og 5 vinstrumegin, og havið setti hann høgrumegin húsið, móti landsynningi. |
|
40 | Framvegis gjørdi Hiram øskubytturnar, eldspakarnar og skálirnar at sletta blóð við. Nú var Hiram liðugur við alt arbeiðið, ið hann gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS; tað var: |
|
41 | Tvær súlur, og tvær kúlur á súluhøvdunum oman á súlunum; hini bæði ruddu netini, ið fjala skuldu báðar kúlurnar á súluhøvdunum oman á súlunum; |
|
42 | hini 400 granateplini á báðum netunum - tvey røð av granateplum á hvørjum neti, ið fjala skuldi báðar kúlurnar á súluhøvdunum, sum sótu oman á súlunum; |
|
43 | hinir 10 stabbarnir og hini 10 íløtini á støbbunum; |
|
44 | havið og hinir 12 tarvarnir undir havinum; |
|
45 | øskubytturnar, eldspakarnir og skálirnar at sletta blóð við. Alt hetta, ið Hiram gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS, var av blonkum kopari. |
|
46 | Á Jordanslættanum læt kongurin tað stoypa, í leirjørðini millum Sukkot og Zartan. |
|
47 | Sálomo vigaði einki av hesum; tí tað var so ovurhonds nógv - hvat koparið vigaði, varð ikki kannað eftir. |
|
48 | Sálomo gjørdi eisini alt tað, ið vera skuldi í húsi HARRANS: Gullaltarið; gullborðið, sum sýnisbreyðini skuldu liggja á; |
|
49 | ljósastakarnar, 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin - framman fyri innhúsið - av reinum gulli, og blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli; |
|
50 | føtini, knívarnar, skálirnar at sletta blóð við; roykilsisskálirnar og eldpannurnar av reinum gulli; hongslini til hurðarnar í innara rúmi hússins - hinum alraheilagasta - og til hurðarnar í fremra rúmi hússins - hinum heilaga - av gulli. |
|
51 | Táið nú alt arbeiðið var liðugt, sum Sálomo kongur læt gera til hús HARRANS, læt hann bera inn hagar tað, ið Dávid, faðir hansara, hevði halgað HARRANUM: Silvurið, gullið og íløtini; hann legði tað inn í skattkamar húss HARRANS. |
|
|