Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk, í samkomutjaldinum, tann fyrsta í øðrum mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi; Hann segði:
2 "Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann!
3 Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her.
4 Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.
5 Hetta eru nøvn mannanna, ið hjálpa tykkum skulu: Av Ruben: Elizur, sonur Sede’ur;
6 av Símeon: Selumiel, sonur Zurisaddai;
7 av Juda: Nason, sonur Amminadab;
8 av Issakar: Netanel, sonur Zuar;
9 av Zebulon: Eliab, sonur Helon;
10 av sonum Jósef: Av Efraim: Elisama, sonur Ammihud; av Manasse: Gamliel, sonur Pedazur;
11 av Benjamin: Abidan, sonur Gideoni;
12 av Dan: Ahiezer, sonur Ammisaddai;
13 av Aser: Pagiel, sonur Okran;
14 av Gad: Eljasaf, sonur De’uel;
15 av Naftali: Ahira, sonur Enan."
16 Hesir vóru teir, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína, høvd Ísraels túsunda.
17 Móses og Áron fóru so eftir hesum monnum, ið nevndir eru við navni;
18 og teir kallaðu alla samkomuna saman, tann fyrsta í øðrum mánaði. So vórðu allir, ið vóru 20 ár og eldri, uppskrivaðir við navni á manntalslistarnar, hvør eftir annan, eftir ættum og fedrahúsum sínum
19 - sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Hann taldi teir í Sinaioyðimørk.
20 Synir Ruben - hann, ið var hin frumborni Ísraels - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
21 - teir, ið taldir vórðu av ætt Rubens - vóru 46 500.
22 Synir Símeon - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, teir, ið taldir vórðu av teimum, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
23 - teir, ið taldir vórðu av ætt Símeons - vóru 59 300.
24 Synir Gad - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
25 - teir, ið taldir vórðu av ætt Gads - vóru 45 650.
26 Synir Juda - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
27 - teir, ið taldir vórðu av ætt Juda - vóru 74 600.
28 Synir Issakar - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
29 - teir, ið taldir vórðu av ætt Issakars - vóru 54 400.
30 Synir Zebulon - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
31 - teir, ið taldir vórðu av ætt Zebulons - vóru 57 400.
32 Synir Jósef - synir Efra’im - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
33 - teir, ið taldir vórðu av ætt Efra’ims - vóru 40 500;
34 og synir Manasse - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
35 - teir, ið taldir vórðu av ætt Manasse - vóru 32 200.
36 Synir Benjamin - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
37 - teir, ið taldir vórðu av ætt Benjamins - vóru 35 400.
38 Synir Dan - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
39 - teir, ið taldir vórðu av ætt Dans - vóru 62 700.
40 Synir Aser - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
41 - teir, ið taldir vórðu av ætt Asers - vóru 41 500.
42 Synir Naftali - eftirkomarar teirra - uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
43 - teir, ið taldir vórðu av ætt Naftali - vóru 53 400.
44 Hesir vóru teir, ið taldir vórðu, teir, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu; høvdingarnir vóru tólv í tali, ein fyri hvørja ætt.
45 Allir teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu eftir fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn í Ísrael
46 - allir, ið taldir vórðu - vóru 603 550.
47 Men Levitarnir - eftir fedraætt síni - vórðu ikki taldir saman við teimum.
48 Tí HARRIN talaði við Móses og segði:
49 "Bert ætt Levi skalt tú ikki telja; av teimum skalt tú ikki taka manntal saman við hinum Ísraelsmonnum.
50 Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí; teir skulu tæna við tabernaklið, og rundan um tað skal tilhald teirra vera.
51 Táið tabernaklið skal flytast, skulu Levitarnir taka tað niður, og táið tað skal reisast, skulu Levitarnir seta tað upp; kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív.
52 Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør í tilhaldi sínum og undir hermerki sínum, herur eftir her.
53 Men Levitarnir skulu reisa tjøldini rundan um vitnisburðartabernaklið, so ikki vreiði skal koma yvir samkomu Ísraelsmanna; tí tað eru Levitarnir, ið skulu varðveita vitnisburðartabernaklið."
54 - Ísraelsmenn so gjørdu; teir gjørdu í einum og øllum, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.