Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
2 "Tú skalt gera tær tveir lúðrar av slignum silvuri. Teir skalt tú nýta, táið samkoman skal kallast saman, og táið herurin skal fara avstað.
3 Táið blást verður í báðar, skal øll samkoman savnast hjá tær fyri durum samkomutjaldsins.
4 Verður blást bert í annan, so skulu høvdingarnir, høvdini fyri ættum Ísraels, koma saman hjá tær.
5 Táið tit blása harðblástur, skulu teir herarnir fara avstað, sum eystanfyri liggja.
6 Táið tit blása harðblástur aðru ferð, skulu teir herarnir fara avstað, sum sunnanfyri liggja. - Harðblástur skal blásast, táið teir skulu fara avstað.
7 Men táið samkoman skal kallast saman, skulu tit blása sum vanligt, ikki harðblástur.
8 Synir Áron, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar. - Hetta skal vera tykkum ævig lóg mann eftir mann.
9 Táið tit í landi tykkara fara í bardaga móti fíggindum, sum herja á tykkum, skulu tit blása harðblástur við lúðrunum; so skal HARRIN Gud tykkara minnast tykkum, og tit skulu verða frelst frá fíggindum tykkara.
10 Gleðidagar tykkara, á høgtíðum tykkara og sólkomudagar tykkara skulu tit blása í lúðrarnar, táið tit ofra brennioffur og takkoffur tykkara; so skulu tey minna Gud tykkara á tykkum. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!"
11 Tann tjúgunda í øðrum mánaði annað árið lætti skýggið av vitnisburðartabernaklinum.
12 Tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinaioyðimørk og hildu fram í dagsferðum; og skýggið steðgaði í Paransoyðimørk.
13 Hetta var fyrsta ferðin, ið teir fóru avstað eftir boði HARRANS við Mósesi.
14 Fyrst fór Judaherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Nason, sonur Amminadab.
15 Ætt Issakars - høvdingi yvir flokki teirra var Netanel, sonur Zuar.
16 Ætt Zebulons - høvdingi yvir flokki teirra var Eliab, sonur Helon.
17 Nú varð tabernaklið tikið niður, og Gersonitar og Meraritar, teir, ið bóru tabernaklið, fóru avstað.
18 So fór Rubensherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elizur, sonur Sede’ur.
19 Ætt Símeons - høvdingi yvir flokki teirra var Selumiel, sonur Zurisaddai.
20 Ætt Gads - høvdingi yvir flokki teirra var Eljasaf, sonur De’uel.
21 Nú fóru Kahatitar avstað, teir, ið bóru hitt háheilaga, og hinir reistu tabernaklið, inntil teir komu.
22 So fór Efra’imsherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elisama, sonur Ammihud.
23 Ætt Manasse - høvdingi yvir flokki teirra var Gamliel, sonur Pedazur.
24 Ætt Benjamins - høvdingi yvir flokki teirra var Abidan, sonur Gideoni.
25 So fór Dansherurin avstað við hermerki sínum flokkur eftir flokk; teir vóru aftastir í øllum herfylginum; høvdingi yvir heri teirra var Ahiezer, sonur Ammisaddai.
26 Ætt Asers - høvdingi yvir flokki teirra var Pagiel, sonur Okran.
27 Ætt Naftali - høvdingi yvir flokki teirra var Ahira, sonur Enan.
28 Soleiðis gekk tað, táið Ísraelsmenn fóru avstað, flokkur eftir flokk; soleiðis fóru teir avstað.
29 Móses segði við Hobab Midjanit, son Re’uel, verfaðir Móses: "Vit halda nú avstað fyri at fara til landið, ið HARRIN hevur lovað at geva okkum. Kom við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí HARRIN hevur lovað Ísrael alt tað, ið gott er!"
30 Men hann svaraði honum: "Eg komi ikki við, eg fari heim til land mítt og ætt mína!"
31 Tá segði Móses: "Á nei, far ikki frá okkum! Tú veitst jú best, hvar vit kunnu reisa tjøldini í oyðimørkini; tú skalt vera eyga okkara.
32 Kemur tú við okkum, so skulu vit geva tær part í øllum tí góða, ið HARRIN fer at geva okkum."
33 So fóru teir tá frá fjalli HARRANS tríggjar dagsferðir, og sáttmálaørk HARRANS var undan teimum allar tríggjar dagarnar, at leita teimum eftir hvíldarstaði.
34 Skýggj HARRANS var yvir teimum um dagin, táið teir fóru avstað úr tilhaldinum.
35 Hvørja ferð ørkin fór avstað, segði Móses: "Reis Teg, HARRI, so fíggindar Tínir verða spjaddir, og teir, ið hata Teg, flýggja fyri ásjón Tíni!"
36 Táið hon steðgaði, segði hann: "Kom aftur, HARRI, til hini tíggjutúsund túsund Ísraels!"