Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Hetta var ætt Árons og Mósesar, um ta tíðina ið HARRIN talaði við Móses á Sinaifjalli:
2 Nøvnini á sonum Áron vóru: Nadab - hin frumborni - og Abihu, Eleazar og Itamar.
3 - Hetta vóru nøvnini á sonum Áron, hinum salvaðu prestum, ið innsettir vórðu at gera prestatænastu.
4 Men Nadab og Abihu doyðu fyri ásjón HARRANS, ta ferðina ið teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS í Sinaioyðimørk; og teir áttu ongar synir. Soleiðis komu Eleazar og Itamar at gera prestatænastu fyri eygum Árons, faðirs síns.
5 HARRIN talaði við Móses og segði:
6 "Lat ætt Levi koma higar, og tú skalt lata teir stíga fram fyri Áron prest, so teir kunnu ganga honum til handa!
7 Teir skulu varðveita tað, ið hann og øll samkoman skuldu varðveitt framman fyri samkomutjaldið, og soleiðis gera arbeiðið við tabernaklið.
8 Og teir skulu varðveita alt tað, ið til samkomutjaldið hoyrir, og tað, ið Ísraelsmenn skuldu varðveitt; soleiðis skulu teir gera arbeiðið við tabernaklið.
9 Tú skalt geva Áron og sonum hansara Levitarnar; teir eru honum givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum.
10 Men Áron og synir hansara skalt tú seta at varðveita prestatænastu sína; kemur onkur fremmandur nær, skal hann lata lív."
11 HARRIN talaði við Móses og segði:
12 "Tú sært, Eg havi sjálvur tikið Levitarnar út millum Ísraelsmenn í staðin fyri allar frumbornar, allar, ið opna móðurlív, millum Ísraelsmenn, og Levitarnir eru vorðnir ogn Mín.
13 Tí Mær hoyrir alt frumborið til; tann dagin ið Eg drap alt frumborið í Egyptalandi, halgaði Eg Mær alt frumborið í Ísrael, bæði av fólki og fæi; Mær, HARRANUM, skal tað hoyra til."
14 HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk og segði:
15 "Tú skalt telja synir Levi eftir fedrahúsum og ættum teirra; alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir skalt tú telja."
16 Móses taldi teir tá eftir boði HARRANS - sum honum var álagt.
17 Nøvnini á sonum Levi vóru: Gerson, Kahat og Merari.
18 Nøvnini á sonum Gerson, eftir ættum teirra, vóru: Libni og Sime’i.
19 Synir Kahat, eftir ættum teirra, vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.
20 Synir Merari, eftir ættum teirra, vóru Mali og Musi. - Hetta vóru ættir Levita, eftir fedrahúsum teirra.
21 Frá Gerson vóru ættir Libnita og Sime’ita slektaðar; hetta vóru ættir Gersonita.
22 Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt - teir, ið taldir vórðu av teimum - vóru 7500.
23 Ættir Gersonita høvdu tilhald sítt aftan fyri tabernaklið, móti vestri.
24 Høvdingi yvir fedrahúsi Gersonita var Eljasaf, sonur Lael.
25 Tað, ið Gersonitar høvdu at varðveita við samkomutjaldið, var tabernaklið sjálvt við tekjuni og takinum, forhangið fyri durum samkomutjaldsins,
26 umhang forgarðsins og forhangið fyri durum forgarðsins, ið var rundan um tabernaklið, og altarið, og togini, ið til hoyrdu - alt arbeiðið við hetta.
27 Frá Kahat vóru ættir Amramita, Jizharita, Hebronita og Uzzielita slektaðar; hetta vóru ættir Kahatita.
28 Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt, vóru 8600; hesir skuldu varðveita tað, sum var at varðveita við halgidómin.
29 Ættir Kahatita høvdu tilhald sítt við síðu tabernakulsins, móti suðri.
30 Høvdingi yvir fedrahúsi Kahatitaættanna var Elizafan, sonur Uzziel.
31 Tað, ið teir høvdu at varðveita, var ørkin, borðið, ljósastakin, altarini, amboðini í halgidóminum, sum nýtt vórðu við tænastuna, og forhangið og alt arbeiðið við hetta.
32 Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Áron prest; hann var settur yvir teir, ið skuldu varðveita tað, sum var at akta eftir við halgidómin.
33 Frá Merari vóru ættir Malita og Musita slektaðar; hetta vóru ættir Merarita.
34 Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt, vóru 6200.
35 Høvdingi yvir fedrahúsi Meraritaættanna var Zuriel, sonur Abiha’il. Teir høvdu tilhald sítt við síðu tabernakulsins, móti norðri.
36 Tað, ið Meraritar vóru settir at varðveita, var plankar tabernakulsins, tvørstengurnar, stólparnir og stabbarnir, og øll amboðini og alt arbeiðið við hetta,
37 eisini stólpar forgarðsins rundanum og stabbarnir, hælirnir og togini, ið til hoyrdu.
38 Framman fyri tabernaklið, móti eystri, framman fyri samkomutjaldið, móti sólarrisi, høvdu Móses og Áron og synir hansara tilhald sítt; teir varðveittu tað, ið var at varðveita við halgidómin, tað, ið Ísraelsmenn skuldu varðveitt; men kom fremmandur nær, so skuldi hann lata lív.
39 Allir teir, ið taldir vórðu av Levitunum - teir, ið Móses og Áron taldu eftir orði HARRANS, ætt eftir ætt, alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir - vóru tilsamans 22 000.
40 HARRIN segði við Móses: "Tú skalt telja allar frumbornar av mannkyni millum Ísraelsmenn, frá mánaðargomlum og uppeftir, og skriva nøvn teirra inn í manntalið.
41 Og tú skalt lata Meg, HARRAN, fáa Levitarnar í staðin fyri allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn, somuleiðis fæ Levitanna í staðin fyri alt frumborið av fæi Ísraelsmanna."
42 Móses taldi tá allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn, soleiðis sum HARRIN hevði álagt honum.
43 Táið nøvn teirra, frá mánaðargomlum og uppeftir, vórðu samantald, vóru hinir frumbornu av mannkyni, allir teir, ið taldir vórðu, tilsamans 22 273.
44 Tá talaði HARRIN við Móses og segði:
45 "Tú skalt taka Levitarnar í staðin fyri allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn og fæ Levitanna í staðin fyri fæ teirra; og Levitarnir skulu hoyra Mær, HARRANUM, til.
46 Men sum loysigjald fyri teir 273 - teir frumbornu Ísraelsmanna, ið eru fleiri enn Levitarnir -
47 skalt tú taka 5 seklar fyri hvønn, eftir halgidómsvektini skalt tú taka teir; 20 gerur skulu vera í seklinum.
48 Henda pening skalt tú geva Áron og sonum hansara sum loysigjald fyri teir, ið av leypa."
49 Móses tók tá loysigjaldið fyri teir, ið av lupu, táið teir vórðu taldir, sum loystir vórðu við Levitunum;
50 frá hinum frumbornu Ísraelsmanna fekk hann peningin, 1365 seklar eftir halgidómsvektini.
51 Og Móses gav Áron og sonum hansara loysigjaldið - eftir boði HARRANS, so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.