Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Men táið Bileam sá, at tað var vilji HARRANS, at hann skuldi signa Ísrael, fór hann ikki avstað at søkja tekin, sum hann hevði gjørt hinar báðar fyrru ferðirnar, nei, hann vendi sær móti oyðimørkini.
2 Og Bileam hugdi upp og fekk eyga á ættir Ísraels, sum lógu har lið um lið. Tá kom Andi Guds á hann,
3 og hann bar fram ljóð sítt og segði: "So sigur Bileam, sonur Beor, so sigur maðurin við afturlatnum eyga,
4 so sigur hann, ið hoyrir orð frá Gudi og skoðar sjónir frá hinum Alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum:
5 Sum tjøld tíni eru føgur, Jákup, sum bústaðir tínir eru fagrir, Ísrael!
6 Sum víðir áardalar, sum urtagarðar fram við á, sum aloetrø, ið HARRIN hevur plantað, sum sedristrø við vatnið!
7 Vatnið rennur útav í byttum hansara, og akur hansara fær ríkliga vætu. Størri enn Agag skal kongur hansara verða, og høgt skal kongadømi hansara verða!
8 Gud leiddi hann út av Egyptalandi; styrki hevur hann sum villtarvurin; hann skal eta upp heidningafólkini, ið standa honum ímóti, sora bein teirra og skjóta pílar sínar ígjøgnum tey.
9 Hann leggur seg, hann hvílir sum leyva, sum honleyva - hvør vágar sær at vekja hann! Signaður hann, ið teg signar, og bannaður hann, ið tær bannar!"
10 Tá tendraðist vreiði Balaks móti Bileam, og hann sló saman nevarnar. Balak segði við Bileam: "Eg sendi boð eftir tær at banna fíggindum mínum, og nú hevur tú tríggjar ferðir signað teir!
11 Slepp tær nú heimaftur, og tað sum skjótast! Eg hevði ætlað at víst tær heiður, men tú sært, at HARRIN hevur sýtt tær hann!"
12 Bileam svaraði Balak: "Segði eg ikki alt fyri eitt við menninar, ið tú sendi til mín:
13 "Um so Balak gav mær so nógv silvur og gull, sum í hús hansara gongur, kundi eg ikki gjørt ímóti boði HARRANS og gjørt nakað eftir egnum tykki, tað veri nú gott ella ilt - eg kann ikki tala annað enn tað, ið HARRIN sigur!"
14 Ja, eg fari nú heimaftur til fólk mítt; men lat meg fyrst lata teg vita, hvat hetta fólk fer at gera fólki tínum í komandi tíðum!"
15 So bar hann fram ljóð sítt og segði: "So sigur Bileam, sonur Beor, so sigur maðurin við afturlatnum eyga,
16 so sigur hann, ið hoyrir orð frá Gudi og hevur fingið kunnskap frá hinum Hægsta, hann, ið skoðar sjónir frá hinum Alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum:
17 Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær - upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael; Hann sorar tynningar Móabs og týnir ófriðarættina.
18 Edom verður ogn Hansara, og Se’ir, fíggindi Hansara, verður lagdur undir Hann - stórt vald vinnur Ísrael.
19 Úr Jákupi kemur Hann, ið ráða skal; Hann oyðir úr býunum teir, ið bjarga sær hagar."
20 Nú fekk hann at síggja Amalekitar; tá bar hann fram ljóð sítt og segði: "Hitt fremsta av heidningafólkunum er Amalek, men at endanum skal hann ganga til grundar."
21 So fekk hann at síggja Kenitar, og hann bar fram ljóð sítt og segði: "Fastur er bústaður tín, og bygt á klettin er reiður títt;
22 men kortini skal Káin verða týndur - umsíðir fer Assur avstað við tær!"
23 So bar hann aftur fram ljóð sítt og segði: "Vei! Hvør skal bjarga lívinum, táið Gud letur hetta henda!
24 Skip koma vestan úr Kittim; tey kúga Assur, tey kúga Eber - men eisini hann skal ganga til grundar!"
25 - Síðani gjørdi Bileam seg til og fór heimaftur, og eisini Balak fór leið sína.