Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði:
2 "Hetta er lógboð, ið HARRIN hevur kunngjørt: Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reyða kvígu - lýtaleysa, sum einki brek hevur - og sum ikki hevur borið ok.
3 Hana skulu tit fáa Eleazar presti, og hann skal fara út um tilhaldið við henni; har skal hon verða dripin fyri eygum hansara.
4 So skal Eleazar prestur taka av blóði hennara á fingurin og sletta sjey ferðir ímóti framsíðu samkomutjaldsins.
5 Nú skal kvígan verða brend fyri eygum hansara; bæði húðin, kjøtið og blóðið skulu verða brend, gorið við.
6 So skal presturin taka sedrisvið, isop og skarlaksreytt tógv og kasta tað í eldin, sum kvígan brennur í.
7 Síðani skal presturin vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni; so kann hann koma inn aftur í tilhaldið, men hann skal vera óreinur líka til kvølds.
8 Tann, ið brennir kvíguna, skal líkaleiðis vaska klæði síni í vatni, tváa likami sínum í vatni og vera óreinur til kvølds.
9 Ein maður, ið reinur er, skal sópa upp øskuna av kvíguni og leggja hana á reint stað uttan fyri tilhaldið; har skal hon verða goymd, samkomu Ísraelsmanna til reinsivatn. Tað er syndoffur.
10 Tann, ið sópar upp øskuna av kvíguni, skal vaska klæði síni og vera óreinur til kvølds. - Hetta skal vera ævig lóg fyri Ísraelsmenn og hin fremmanda, ið millum teirra býr.
11 Tann, ið nemur við ein deyðan, við líkið av menniskja, skal vera óreinur í sjey dagar.
12 Triðja og sjeynda dagin skal hann reinsa seg við tí, so verður hann reinur; men reinsar hann seg ikki triðja og sjeynda dagin, verður hann ikki reinur.
13 Hvør tann, ið nemur ein deyðan, við líkið av menniskja, ið deytt er, og reinsar seg ikki, hann ger tabernakul HARRANS óreint, og tað menniskja skal verða týnt úr Ísrael; við tað at reinsivatn er ikki slett á hann, er hann óreinur; óreinska hansara verður sitandi á honum.
14 Hetta er lógin: Táið menniskja doyr í tjaldi, so verður ein og hvør, sum inn í tjaldið kemur, og ein og hvør, sum í tjaldinum er, óreinur í sjey dagar.
15 Og øll opin íløt, sum ikki er bundið út yvir, verða órein.
16 Á sama hátt ein og hvør, sum úti á markini nemur við ein, ið fallin er fyri svørði, ella við annað lík ella við menniskjabein ella grøv - hann skal vera óreinur í sjey dagar.
17 Fyri at reinsa ein, ið soleiðis er vorðin óreinur, skal verða tikið nakað av øskuni av tí brenda syndofrinum; hon skal verða latin í ílat, og rennandi vatn skal verða helt út yvir hana.
18 So skal maður, ið reinur er, taka isop, drepa í vatnið og sletta á tjaldið og á alt og øll, ið har hava verið, og á tann, ið hevur nomið við menniskjabein ella dripnan ella við annað lík ella grøv.
19 Soleiðis skal hin reini sletta á hin óreina triðja og sjeynda dagin og taka burtur synd hansara sjeynda dagin. Síðani skal hann vaska klæði síni og tváa sær í vatni; so er hann reinur, táið kvøldið er komið.
20 Men tann, ið óreinur verður og ikki reinsar seg, hann skal oyðast úr samkomuni; tí hann hevur gjørt halgidóm HARRANS óreinan; reinsivatn er ikki slett á hann - hann er óreinur.
21 Hetta skal vera teimum ævig lóg. Tann, ið slettir reinsivatnið, skal vaska klæði síni, og tann, ið nemur við reinsivatnið, skal vera óreinur líka til kvølds.
22 Alt tað, ið hin óreini nemur við, skal vera óreint, og tann, ið nemur við hann, skal vera óreinur til kvølds."