1 | Síðani fóru Ísraelsmenn avstað haðani og reistu tjøldini á Móabsheiðum hinumegin Jordan, beint yvir av Jeriko. |
|
2 | Táið Balak, sonur Zippor, sá alt tað, ið Ísrael hevði gjørt við Amoritar, |
|
3 | ræddist Móab fólkið ógvuliga, við tað at tað var so nógv í tali - Móab ræddist Ísraelsmenn. |
|
4 | Móab segði tí við hinar elstu í Midjan: "Nú fer hesin fólkahópur at eta upp alt tað, ið her er rundan um okkum, eins og neyt eta upp tær grønu urtirnar á markini!" - Balak, sonur Zippor, var um hesa tíðina kongur í Móab. |
|
5 | Hann sendi nú boð til Bileam, son Beor, í Petor, sum liggur við Ánna - til landið, har sum hann búði millum fólk sítt - at biðja hann koma til sín; hann læt siga: "Her er komið eitt fólk úr Egyptalandi; tað fyllir alt landið, og tað hevur tikið støðu beint yvir av mær. |
|
6 | Kom nú og banna mær hesum fólki, tí tað er mær ov sterkt! Kanska eg tá kundi vunnið tað og rikið tað av landinum. - Eg veit jú, at tann, ið tú signar, er signaður, og tann, ið tú bannar, er bannaður!" |
|
7 | Hinir elstu í Móab fóru so avstað saman við hinum elstu í Midjan, og teir høvdu spámansløn við; táið teir komu til Bileam, bóru teir fram orð Balaks. |
|
8 | Hann segði við teir: "Steðgið her í nátt, so skal eg geva tykkum svar, eftir sum HARRIN talar við meg!" - Høvdingar Móabs steðgaðu so hjá Bileam. |
|
9 | Men Gud kom til Bileam og spurdi: "Hvørjir eru hesir menn, ið hjá tær eru?" |
|
10 | Bileam svaraði Gudi: "Balak, sonur Zippor, kongurin í Móab, hevur sent mær hesi boð: |
|
11 | "Her er komið eitt fólk úr Egyptalandi, sum fyllir alt landið; kom nú og banna mær tí! Kanska eg tá verði førur fyri at halda ímóti tí og reka tað út."" |
|
12 | Men Gud segði við Bileam: "Tú mást ikki fara við teimum, tú mást ikki banna hasum fólki, tí tað er signað!" |
|
13 | Morgunin eftir, táið Bileam var uppi, segði hann við høvdingar Balaks: "Farið heimaftur til land tykkara! HARRIN vil ikki lova mær við tykkum!" |
|
14 | Høvdingar Móabs fóru so avstað, og táið teir komu aftur til Balak, søgdu teir: "Bileam vildi ikki koma við okkum!" |
|
15 | Tá sendi Balak aðrar høvdingar, fleiri og mætari enn hinar fyrru. |
|
16 | Táið teir komu til Bileam, søgdu teir við hann: "So sigur Balak, sonur Zippor: "Lat einki forða tær at koma til mín! |
|
17 | Eg skal vísa tær miklan heiður, og alt, ið tú sigur við meg, skal eg gera; kom nú og banna mær hesum fólki!"" |
|
18 | Men Bileam svaraði monnum Balaks: "Um so Balak gav mær so nógv silvur og gull, sum í hús hansara gongur, kundi eg ikki gjørt ímóti boði HARRANS Guds míns, hvørki í lítlum ella stórum! |
|
19 | Men steðgið tit nú her í nátt við, so fái eg at hoyra, hvat meir HARRIN hevur at siga við meg!" |
|
20 | Tá kom Gud um náttina til Bileam og segði við hann: "Eru hesir menn komnir at fáa teg við sær, so ger teg til og far við teimum! Men tú mást einki annað gera enn tað, ið Eg sigi við teg!" |
|
21 | Morgunin eftir, táið Bileam var uppi, saðlaði hann so esil sítt og fór við høvdingum Móabs. |
|
22 | Men vreiði Guds tendraðist, tí hann fór, og eingil HARRANS kom og stóð á vegnum at forða honum, nú hann kom ríðandi á esli sínum og hevði báðar tænarar sínar við sær. |
|
23 | Táið nú eslið sá eingil HARRANS standa á vegnum við drignum svørði í hondini, fór tað av vegnum og inn á markina; men Bileam sló eslið fyri at fáa tað aftur á vegin. |
|
24 | Tá fór eingil HARRANS og stóð á smølum vegi millum víngarðarnar, har grótgarður var báðumegin. |
|
25 | Táið eslið sá eingil HARRANS, trongdi tað seg inn at garðinum og kroysti fót Bileams móti garðinum; og hann sló tað uppaftur. |
|
26 | Eingil HARRANS fór nú longur og stóð á trongum staði, har ómøguliga slapst til viks, hvørki til høgru ella vinstru. |
|
27 | Táið eslið sá eingil HARRANS, legði tað seg við Bileam. Tá tendraðist vreiði Bileams, og hann fór at sláa eslið við stavinum. |
|
28 | Men HARRIN læt munnin upp á eslinum, og tað segði við Bileam: "Hvat havi eg gjørt tær - tú hevur nú tríggjar ferðir sligið meg!" |
|
29 | Bileam svaraði eslinum: "Tú hevur hildið meg fyri spott! Hevði eg bert havt svørð í hondini, so skuldi eg nú dripið teg!" |
|
30 | Tá segði eslið við Bileam: "Eri eg ikki esil títt, sum tú hevur riðið á alla tíð tína líka til henda dag! Havi eg nakrantíð verið vant at bera meg so at við teg?" Hann svaraði: "Nei!" |
|
31 | Nú læt HARRIN upp eygu Bileams, so hann sá eingil HARRANS, sum stóð á vegnum við drignum svørði í hondini; tá boygdi hann seg og fall niður á andlit sítt. |
|
32 | Men eingil HARRANS segði við hann: "Hví hevur tú nú tríggjar ferðir sligið esil títt? Tað eri eg, sum eri gingin út at forða tær; tí eg síggi, at hesin vegur leiðir til undirgang. |
|
33 | Eslið sá meg og hevur nú tríggjar ferðir hildið av vegnum fyri mær; hevði tað ikki hildið av vegnum fyri mær, so hevði eg nú dripið teg, men latið tað livað!" |
|
34 | Tá segði Bileam við eingil HARRANS: "Eg havi syndað; tí eg vitsti ikki, at tú stóðst mær ímóti á vegnum; men er tað tær ímóti, so skal eg venda aftur." |
|
35 | Eingil HARRANS segði við Bileam: "Far bert við hasum monnum! Men tú mást ikki tala annað enn tað, ið eg sigi við teg!" - Bileam fór so við høvdingum Balaks. |
|
36 | Táið Balak nú hoyrdi, at Bileam kom, fór hann ímóti honum til tann býin í Móab, sum liggur á markinum við Arnon - ytst við landamarkið. |
|
37 | Balak segði við Bileam: "Sendi eg ikki boð eftir tær og bað teg koma higar! Hví komst tú tá ikki til mín? Skuldi eg ikki verið mentur at víst tær nóg miklan heiður!" |
|
38 | Bileam svaraði: "Nú sært tú, eg eri komin til tín - men man eg nú vera mentur at siga nakað? Tað orð, ið Gud leggur mær í munnin, tað má eg tala!" |
|
39 | Bileam fór so við Balak, og teir komu til Kirjat-Huzot. |
|
40 | Har ofraði Balak neyt og smáfæ og sendi burturav til Bileam og høvdingarnar, ið við honum vóru. |
|
41 | Morgunin eftir tók Balak Bileam við sær og fór við honum niðan á Bamot-Ba’al; haðani sá hann eitt sindur av fólkinum. |
|
|