Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Men fólkið knarraði hart fyri HARRANUM um, at tey høvdu tað so ringt; táið HARRIN hoyrdi hetta, tendraðist vreiði Hansara, og eldur HARRANS sló niður ímillum teirra og gjørdi enda á nøkrum ytst í tilhaldinum.
2 Tá rópti fólkið til Móses, og Móses bað til HARRAN fyri teimum; so sløknaði eldurin.
3 Tí varð hetta stað kallað Tabera; tí eldur HARRANS sló niður ímillum teirra.
4 Men hin blandaði fólkahópurin, ið við teimum var, tráaði eftir øðrum kosti, og so fóru Ísraelsmenn aftur at gráta og søgdu: "Høvdu vit bert havt kjøt at etið!
5 Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkarnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin!
6 Men nú ørmaktast sál okkara; tí her er hvørki eitt ella annað - vit síggja aldri nakað uttan hetta mannað!"
7 Mannað líktist korianderfræi og sá út sum bdellium.
8 Fólkið gekk um og sankaði tað; síðani mólu tey tað á kvørn ella stoyttu tað í mortara, kókaðu tað so í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði tá sum oljukøka.
9 Táið døggin um náttina fall yvir tilhaldið, fall mannað niður saman við henni.
10 Táið Móses hoyrdi, hvussu allar ættir fólksins grótu, hvør fyri tjalddurum sínum, og sá, at vreiði HARRANS tendraðist svárliga upp, tykti honum tað illa.
11 Og Móses segði við HARRAN: "Hví hevur Tú gjørt so illa við tænara Tín, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum Tínum - síðani Tú hevur lagt alt hetta fólk sum byrði á meg?
12 Eri eg tá móðir ella faðir at øllum hesum fólki, síðani Tú krevur, at eg skal bera tey í favninum til landið, ið Tú við eiði hevur lovað fedrum teirra - eins og fosturmamman ber bróstabarnið!
13 Hvaðani skal eg taka kjøt til alt hetta fólk! - Tey koma jú grátandi til mín og siga: "Lat okkum fáa kjøt at eta!"
14 Eg eri ikki mentur at bera hetta fólk einsamallur, tað er mær ov tungt!
15 Ætlar Tú at fara so við mær, so drep meg fyrr - so satt sum eg havi funnið náði fyri eygum Tínum - so eg sleppi frá at síggja henda syndarliga stand!"
16 HARRIN svaraði Mósesi: "Kalla Mær saman 70 menn av teimum elstu í Ísrael, menn, sum tú veitst, eru hinir elstu fólksins og umsjónarmenn tess! Tak teir so við tær til samkomutjaldið og lat teir standa hjá tær har!
17 So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir, so teir kunnu bera byrðina av fólkinum saman við tær, og tú ikki noyðist at bera hana einsamallur.
18 Og við fólkið skalt tú siga: "Halgið tykkum til í morgin! So skulu tit fáa kjøt at eta - við tað at tit hava grátið fyri oyrum HARRANS og sagt: "Høvdu vit bert havt kjøt at etið! Vit høvdu tað jú betri í Egyptalandi!" - Nú skal HARRIN geva tykkum kjøt, so tit fáa etið
19 - og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju ella tjúgu dagar,
20 men ein heilan mánað, inntil tit ikki tola roykin av tí longur, og tykkum býður ímóti - aftur fyri at tit hava vanvirt HARRAN, sum er mitt ímillum tykkara, og grátið fyri ásjón Hansara og sagt: "Hví mundu vit fara út av Egyptalandi!"""
21 Móses svaraði: "600 000 mans til gongu er hetta fólk í tali, sum eg havi rundan um meg, og Tú sigur: "Eg skal fáa teimum kjøt, so tey hava nóg mikið at eta ein heilan mánað!"
22 Er tá so nógv av smáfæi og neytum at drepa til teirra, at tað kann røkka til! Ella skal allur fiskurin í sjónum verða savnaður saman til teirra, so tað kann røkka til!"
23 HARRIN svaraði Mósesi: "Er armur HARRANS styttur! Nú skalt tú fáa at síggja, um tær fer at gangast, sum Eg havi sagt, ella ikki!"
24 Móses fór nú út og kunngjørdi fólkinum orð HARRANS. Síðani savnaði hann saman 70 av hinum elstu fólksins og bað teir standa rundan um samkomutjaldið.
25 Tá kom HARRIN niður í skýnum og talaði við hann, og Hann tók av Andanum, sum á honum var, og læt koma á hinar 70 elstu. Og táið Andin hvíldi á teimum, profeteraðu teir; men tað hendi teir ikki uppaftur.
26 Men tveir menn høvdu verið eftir í tilhaldinum; annar æt Eldad, og annar Medad. Eisini á teir kom Andin, tí teir vóru ímillum teirra, ið uppskrivaðir vóru, men vóru ikki farnir út til tjaldið; nú fóru teir at profetera í tilhaldinum.
27 Tá kom ein ungur drongur rennandi út og segði Mósesi frá hesum: "Eldad og Medad eru farnir at profetera í tilhaldinum!"
28 Josva, sonur Nun, sum hevði gingið Mósesi til handa, frá tí hann var ungur, segði tá: "Móses, harri mín, forbjóða teimum tað!"
29 Men Móses segði við hann: "Ert tú øvundsjúkur fyri meg? Eg vildi, at alt fólk HARRANS var profetar, eg vildi, at HARRIN skuldi lagt Anda Sín á tey!"
30 So fór Móses inn aftur í tilhaldið, hann og hinir elstu í Ísrael.
31 Tá brast á stormur frá HARRANUM; hann hevði lynghøsn við sær inn av havinum og bar tey inn yvir tilhaldið og so langt sum eina dagsferð í allar ættir rundan um tilhaldið - og einar tvær alin upp frá jørðini.
32 Tá fór fólkið undir at taka lynghøsnini - allan tann dagin, alla náttina og allan dagin eftir; eingin tók minni enn tíggju homerar. Og tey breiddu tey út rundan um tilhaldið.
33 Men meðan kjøtið enn var ímillum tenn teirra - áðrenn tað var uppetið - tendraðist vreiði HARRANS móti fólkinum, og HARRIN læt ógvuliga mong falla millum fólkið.
34 Tí kallaðu tey hetta staðið Kibrot-Hatta’ava; tí har jarðaðu teir tey, ið marglátin høvdu verið.
35 Úr Kibrot-Hatta’ava fór fólkið til Hazerot, og tey gjørdu steðg í Hazerot.