Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Nú segði HARRIN við Áron: "Tú og synir tínir og alt fedrahús títt, tit skulu bera skuldina fyri brot móti halgidóminum, og tú og synir tínir skulu bera skuldina fyri brot móti prestaembæti tykkara.
2 Eisini brøður tínar, ætt Levi, fedraætt tína, skalt tú lata koma nær saman við tær, og teir skulu halda seg til tín og tæna tær, táið tú og synir tínir gera tænastu framman fyri vitnisburðartjaldið;
3 teir skulu akta eftir tí, ið tú skuldi aktað eftir, og tí, ið er at akta eftir í øllum tjaldinum; men hinum heiløgu amboðum og altarinum mugu teir ikki koma nær, tí so skulu bæði teir og tit doyggja.
4 Teir skulu halda seg til tín og akta eftir tí, ið er at akta eftir í samkomutjaldinum, øllum arbeiðinum í tjaldinum; men eingin leikmaður má koma tykkum nær.
5 Tit skulu akta eftir tí, ið er at akta eftir í halgidóminum og við altarið, so ikki uppaftur vreiði skal koma yvir Ísraelsmenn.
6 Tit síggja, Eg havi sjálvur tikið brøður tykkara, Levitarnar, út millum Ísraelsmenn sum gávu til tykkara; teir eru HARRANUM givnir til at gera tænastu í samkomutjaldinum.
7 Men tú og synir tínir, tit skulu akta eftir prestatænastu tykkara í øllum, sum viðvíkur altarinum og tí, ið innan fyri forhangið er, og gera arbeiðið við tað. Eg gevi tykkum prestadømi tykkara sum gávu; men tann leikmaður, ið treingir seg inn í tað, skal lata lív."
8 HARRIN talaði framvegis við Áron: "Eg havi givið tær tað, ið goymast skal av gávunum til Mín; alt tað, ið Ísraelsmenn halga, havi Eg givið tær og sonum tínum sum part tykkara - sum ævigan rætt.
9 Hetta er tað, ið tær skal hoyra til av hinum háheilaga - frároknað tað, ið brennast skal: Øll offur teirra, bæði matoffur, syndoffur og skyldoffur, sum tey geva Mær í bót; tey eru háheiløg og skulu hoyra tær og sonum tínum til.
10 Á háheiløgum staði skalt tú eta tað; alt mannkyn kann eta av tí - heilagt skal tað vera tær.
11 Líkaleiðis skal hetta hoyra tær til, sum tær gávur, ið tey skulu lata: Allar gávur frá Ísraelsmonnum, sum sveiggjaðar verða; tær havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí.
12 Alt tað besta av olju, vínberjaløgi og korni, frumgróðurin av tí, sum tey geva HARRANUM, tað gevi Eg tær.
13 Frumgróðurin av øllum, ið er í landi teirra, sum tey koma til HARRAN við, skal hoyra tær til; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí.
14 Alt bannlýst í Ísrael skal hoyra tær til.
15 Alt tað, ið opnar móðurlív, alt livandi, sum tey koma til HARRAN við - tað veri menniskju ella dýr - skal hoyra tær til; tó skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av menniskjum, og líkaleiðis skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av teimum óreinu dýrunum.
16 Loysigjaldið fyri dreingjabørnini skal latast, táið tey hava fylt mánað, og tað skal svara til tað virði, ið ásett er: Fimm seklar av silvuri eftir halgidómsvektini - tjúgu gerur í seklinum.
17 Men hitt frumborna undan kúm, óm ella geitum skalt tú ikki lata loysa; tað er heilagt. Blóð teirra skalt tú sletta á altarið, og tálgina úr teimum skalt tú brenna sum eldoffur - HARRANUM til góðan anga.
18 Men kjøtið av teimum skal hoyra tær til; eins og sveiggibringan og hitt høgra tjógvið skal tað hoyra tær til.
19 Allar heilagar gávur, sum Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; hetta skal vera ævigur saltsáttmáli fyri ásjón HARRANS fyri teg og eftirkomarar tínar."
20 HARRIN segði framvegis við Áron: "Tú skalt einki óðal hava í landi teirra, og eingin lutur skal ognast tær millum teirra - Eg sjálvur eri lutur tín og óðal títt millum Ísraelsmenn.
21 Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.
22 Ísraelsmenn mugu hereftir ikki koma samkomutjaldinum nær; tí so draga teir synd oman yvir seg og mugu doyggja.
23 Men Levitarnir, teir skulu gera tænastu í samkomutjaldinum, og teir skulu bera skuldina fyri brot fólksins - tað skal vera ævig lóg, mann eftir mann. Men arvalut skulu teir ongan hava millum Ísraelsmenn.
24 Tí tíggjundina, ið Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið Levitunum í arv; tí havi Eg sagt við teir, at teir skulu ongan arv hava millum Ísraelsmenn."
25 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
26 "Tala við Levitarnar og sig við teir: "Táið tit taka við tíggjundini frá Ísraelsmonnum - henni, ið Eg havi sagt, at tit skulu fáa frá teimum sum arv tykkara - skulu tit geva HARRANUM gávu av henni, tíggjundapartin av tíggjundini.
27 Henda gáva tykkara skal verða roknað javngóð við kornið av treskiplássinum, sum aðrir bera fram, og vínið, ið teir koma við úr persuni.
28 Soleiðis skulu eisini tit lata gávu til HARRAN av allari tíggjundini, ið tit fáa frá Ísraelsmonnum, og hesa gávu til HARRAN av tíggjund tykkara skulu tit lata Áron prest fáa.
29 Av øllum gávunum, ið tit fáa, skulu tit lata til HARRAN gávuna, ið Hann eigur at fáa; tað besta av eini og hvørji gávu skal vera parturin, ið Honum verður halgaður."
30 Sig við teir: "Táið tit hava latið tað besta av tí, tá skal tað verða roknað javngott við tað, ið inn kemur av treskiplássinum og úr vínpersuni.
31 Tit kunnu eta tað, hvar tit vilja, tit og húsfólk tykkara; tí tað er lønin, ið tit fáa fyri tænastu tykkara í samkomutjaldinum.
32 Táið tit bert lata tað besta av tí, so koma tit ikki at draga synd oman yvir tykkum, tá vanhalga tit ikki hinar heiløgu gávur frá Ísraelsmonnum - og skulu ikki doyggja.""