Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Eftir hesa plágu segði HARRIN við Móses og Eleazar, son Áron prest:
2 "Takið manntal av allari samkomu Ísraelsmanna, frá tjúguáraaldri og uppeftir, eftir fedrahúsum teirra, av øllum vápnaførum monnum í Ísrael!"
3 Móses og Eleazar prestur talaðu tá við teir á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og søgdu:
4 "Teir, ið eru tjúgu ár ella eldri, skulu teljast!" - soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi og Ísraelsmonnum, teimum, ið farnir vóru út av Egyptalandi.
5 Ruben var hin frumborni Ísraels. Synir Ruben vóru: Hanok; frá honum er komin hanokitaættin, frá Pallu pallu’itaættin,
6 frá Hezron hezronitaættin, frá Karmi karmitaættin.
7 Hetta vóru rubenitaættirnar; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 43 730.
8 Sonur Pallu var Eliab;
9 synir Eliab vóru Nemuel, Datan og Abiram; hetta var hin Datan og hin Abiram, sum vóru útvaldir av samkomuni, men sum settu seg upp móti Mósesi og Áron saman við flokki Kora, táið teir settu seg upp móti HARRANUM;
10 og jørðin læt upp gapið og gloypti bæði teimum og Kora, og allur flokkurin doyði, við tað at eldurin brendi upp teir 250 menninar, so teir vórðu til tekin.
11 - Men synir Kora doyðu ikki.
12 Synir Símeon eftir ættum sínum vóru: Frá Nemuel er komin nemuelitaættin, frá Jamin jaminitaættin, frá Jakin jakinitaættin,
13 frá Zera zera’itaættin, frá Sa’ul sa’ulitaættin.
14 Hetta vóru símeonitaættirnar, 22 200.
15 Synir Gad eftir ættum sínum vóru: Frá Zefon er komin zefonitaættin, frá Haggi haggitaættin, frá Suni sunitaættin,
16 frá Ozni oznitaættin, frá Eri eritaættin,
17 frá Arod aroditaættin, frá Areli arelitaættin.
18 Hetta vóru ættir sona Gads, teir av teimum, ið taldir vórðu, 40 500.
19 Synir Juda vóru Er og Onan; men Er og Onan doyðu í Kána’anslandi.
20 Synir Juda eftir ættum sínum vóru: Frá Sela er komin selanitaættin, frá Perez perezitaættin, frá Zera zera’itaættin.
21 Synir Perez vóru: Frá Hezron er komin hezronitaættin, frá Hamul hamulitaættin.
22 Hetta vóru judaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, 76 500.
23 Synir Issakar eftir ættum sínum vóru: Frá Tola er komin tola’itaættin, frá Puva punitaættin,
24 frá Jasub jasubitaættin, frá Simron simronitaættin.
25 Hetta vóru issakarsættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, 64 300.
26 Synir Zebulon eftir ættum sínum vóru: Frá Sered er komin sereditaættin, frá Elon elonitaættin, frá Jale’el jale’elitaættin.
27 Hetta vóru zebulonitaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, 60 500.
28 Synir Jósef eftir ættum sínum vóru: Manasse og Efra’im.
29 Synir Manasse vóru: Frá Makir er komin makiritaættin - Makir var faðir Gilead; frá Gilead er komin gileaditaættin.
30 Synir Gilead vóru: Frá Jezer er komin jezeritaættin, frá Helek helekitaættin,
31 frá Asriel asrielitaættin, frá Sekem sekemitaættin,
32 frá Semida semida’itaættin, frá Hefer heferitaættin.
33 Men Zelofhad, sonur Hefer, átti ongar synir, bert døtur; døtur Zelofhad itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza.
34 Hetta vóru manasseættirnar; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 52 700.
35 Synir Efra’im eftir ættum sínum vóru: Frá Sutela er komin sutela’itaættin, frá Beker bekeritaættin, frá Tahan tahanitaættin.
36 Synir Sutela vóru: Frá Eran er komin eranitaættin.
37 Hetta vóru efra’imitaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, 32 500. - Hetta vóru synir Jósef eftir ættum teirra.
38 Synir Benjamin eftir ættum sínum vóru: Frá Bela er komin bela’itaættin, frá Asbel asbelitaættin, frá Ahiram ahiramitaættin,
39 frá Sefufam sufamitaættin, frá Hufam hufamitaættin.
40 Synir Bela vóru Ard og Na’aman; frá Ard er komin arditaættin, frá Na’aman na’amitaættin.
41 Hetta vóru synir Benjamin eftir ættum teirra; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 45 600.
42 Synir Dan eftir ættum sínum vóru: Frá Suham er komin suhamitaættin. Hetta vóru dansættirnar eftir ættartali teirra.
43 Allar suhamitaættirnar, teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 64 400.
44 Synir Aser eftir ættum sínum vóru: Frá Jimna er komin jimnitaættin, frá Jisvi jisvitaættin, frá Beria beria’itaættin.
45 Frá sonum Beria: Frá Heber er komin hebritaættin, frá Malkiel malkielitaættin.
46 Dóttir Aser æt Sera.
47 Hetta vóru ættir sona Asers; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru 53 400.
48 Synir Naftali eftir ættum sínum vóru: Frá Jaze’el er komin jaze’elitaættin, frá Guni gunitaættin,
49 frá Jezer jezeritaættin, frá Sillem sillemitaættin.
50 Hetta vóru naftaliættirnar eftir ættartali teirra; teir ið taldir vórðu av teimum, vóru 45 400.
51 Hetta vóru teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu, 601 730.
52 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
53 "Millum hesar skal landið skiftast sundur til ogn eftir fólkatali.
54 Teirri ætt, ið stór er, skalt tú geva stóran arvalut, og teirri, ið lítil er, skalt tú geva lítlan arvalut; hvør ætt skal fáa arvalut eftir tali teirra í henni, sum taldir eru.
55 Men við lutakasti skal landið skiftast sundur; eftir nøvnum fedraætta sína skulu teir hava arvalut sín.
56 Eftir sum luturin fellur, skal hvør ætt, stór ella lítil, fáa arvalut sín."
57 Hetta eru teir av Levitunum, ið taldir vórðu, eftir ættum teirra: Frá Gerson er komin gersonitaættin, frá Kahat kahatitaættin, frá Merari meraritaættin.
58 Hetta eru levitaættirnar: Libnitaættin, hebronitaættin, malitaættin, musitaættin, kora’itaættin. Kahat var faðir Amram.
59 Kona Amram æt Jokebed; hon var dóttir Levi og fødd í Egyptalandi; Amram fekk við henni Áron og Móses og systur teirra, Mirjam.
60 Áron fekk synirnar Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
61 Men Nadab og Abihu doyðu, ta ferðina teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS.
62 Teir av Levitunum, ið taldir vórðu, vóru 23 000, allir av mannkyni millum teirra frá mánaðargomlum og uppeftir. Teir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum, við tað at eingin arvalutur var givin teimum millum Ísraelsmenn.
63 Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av Mósesi og Eleazar presti, táið teir taldu Ísraelsmenn á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.
64 Millum teirra var eingin, ið taldur var av Mósesi og Áron presti, táið teir taldu Ísraelsmenn í Sinaioyðimørk.
65 Tí HARRIN hevði sagt, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini. Tí var eingin eftir av teimum uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun.