Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Send nakrar menn avstað at kanna Kána’ansland, sum Eg fari at geva Ísraelsmonnum! Ein mann av hvørji fedraætt skulu tit senda, og ongar uttan menn, ið eru høvdingar millum teirra."
3 Móses sendi teir tá úr Paransoyðimørk eftir boði HARRANS, menn, ið allir vóru høvdingar millum Ísraelsmenn.
4 Hetta eru nøvn teirra: Av ætt Rubens Sammua, sonur Zakkur,
5 av ætt Símeons Safat, sonur Hori,
6 av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne,
7 av ætt Issakars Jigeal, sonur Jósef,
8 av ætt Efra’ims Hosea, sonur Nun,
9 av ætt Benjamins Palti, sonur Rafu,
10 av ætt Zebulons Gaddiel, sonur Sodi,
11 av ætt Jósefs - av ætt Manasse - Gaddi, sonur Susi,
12 av ætt Dans Ammiel, sonur Gemalli,
13 av ætt Asers Setur, sonur Mikael,
14 av ætt Naftali Nabi, sonur Vofsi,
15 av ætt Gads Ge’uel, sonur Maki.
16 Hetta vóru nøvn teirra manna, ið Móses sendi at kanna landið. - Men Móses gav Hosea, syni Nun, navnið Josva.
17 Móses sendi teir tá avstað at kanna Kána’ansland. Hann segði við teir: "Farið inn í Suðurlandið, og farið niðan í fjøllini,
18 og hyggið, hvussu landið er, og um fólkið, ið býr har, er sterkt ella veikt, um tey eru fá ella mong,
19 um landið, ið tey búgva í, er gott ella vánaligt, og um býirnir, ið tey búgva í, eru tjaldbygdir ella víggirdir staðir,
20 og hvussu jørðin er, um hon er feit ella soltin, og um trø vaksa har ella ikki! - Havið nú gott áræði og takið aftur við tykkum okkurt av ávøksti landsins!" - Tað var júst um ta tíðina, táið tey fyrstu vínberini vóru staðin.
21 Teir fóru nú avstað og kannaðu landið úr Zinsoyðimørk líka til Rehob, har sum leiðin liggur til Hamat.
22 Teir fóru inn í Suðurlandið og komu til Hebron; har búðu Ahiman, Sesai og Talmai, eftirkomarar Anaks. - Hebron er grundað sjey ár fyrr enn Zoan í Egyptalandi.
23 Táið teir komu í Eskoldal, skóru teir har grein av víntræi; hon bar vínberjatyssi, sum tveir menn máttu vera um at bera á beristong; líkaleiðis tóku teir nøkur granatepli og nakrar fikur.
24 Hetta staðið fekk navnið Eskoldalur - eftir vínberjatyssinum, ið Ísraelsmenn skóru av har.
25 Táið fjøruti dagar vóru gingnir, komu teir aftur og høvdu tá kannað landið.
26 Teir komu til Móses og Áron og alla samkomu Ísraelsmanna í Paransoyðimørk í Kades og góvu teimum og allari samkomuni frásøgn um tað, ið teir høvdu sæð, og vístu teimum ávøkst landsins.
27 "Vit komu til landið, ið tú sendi okkum til" - søgdu teir við Móses - "og tað er vist, at tað er land, ið flýtur í mjólk og hunangi - her er ávøkstur tess!
28 Men sterkt er fólkið, sum í landinum býr, og býirnir eru víggirdir og ógvuliga stórir, ja, vit sóu eisini eftirkomarar Anaks har!
29 Amalekitar búgva í suðurlandinum, Hetitar, Jebusitar og Amoritar í fjallalandinum, og Kána’anitar úti við havið og fram við Jordan."
30 Tá byrjaði fólkið at knarra móti Mósesi; men Kaleb royndi at sissa tey og segði: "Latið okkum bert fara hagar og leggja landið undir okkum - vit taka tað sum einki!"
31 Men menninir, ið høvdu verið har saman við honum, søgdu: "Vit eru ikki menn fyri at fara ímóti hasum fólki, tí tað er sterkari enn vit!"
32 Teir tosaðu ilt millum Ísraelsmenn um landið, ið teir høvdu verið og kannað, og søgdu: "Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er eitt land, ið etur upp tey, sum í tí búgva, og alt fólkið, ið vit sóu har, var risavaksið.
33 Har sóu vit risar - synir Anak, sum eru av risaætt; móti teimum vóru vit í okkara egnu eygum sum grashoppur, og sama hildu teir um okkum."