Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Í fyrsta mánaði komu Ísraelsmenn, øll samkoman, til Zinsoyðimørk; og fólkið steðgaði eina tíð í Kades. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað.
2 Men samkoman hevði einki vatn; tá tóku tey seg saman móti Mósesi og Áron;
3 og fólkið kjakaðist við Móses og segði: "Høvdu vit bert doyð, ta ferðina ið brøður okkara doyðu fyri ásjón HARRANS!
4 Hví fóru tit við samkomu HARRANS út í hesa oyðimørk, so vit mugu doyggja her, bæði vit og fæ okkara?
5 Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið tit ætlaðu at fáa okkum á hetta ræðuliga stað, her sum hvørki er korn ella fikur, hvørki víntrø ella granatepli, ei heldur vatn at drekka?"
6 Men Móses og Áron fóru frá fólkinum og fóru at durum samkomutjaldsins; har fullu teir á andlit síni. Tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri teimum.
7 HARRIN talaði við Móses og segði:
8 "Tak stavin, og kalla samkomuna saman, tú og Áron, bróðir tín! So skalt tú tala við klettin, meðan tey síggja, og hann skal geva vatn! Soleiðis skalt tú lata vatn streyma út úr klettinum til teirra og geva bæði samkomuni og fæi hennara at drekka."
9 Móses tók tá stavin, ið lá inni fyri ásjón HARRANS - soleiðis sum HARRIN hevði álagt honum.
10 Móses og Áron kallaðu samkomuna saman framman fyri klettin, og hann segði við tey: "Nú, tit stívrendu! Halda tit, at vit eru mentir at lata vatn streyma til tykkara út úr hesum kletti?"
11 So lyfti Móses hondina og sló við stavi sínum tvær ferðir á klettin; tá streymaði nógv vatn út, so bæði samkoman og fæ hennara fingu at drekka.
12 Men HARRIN segði við Móses og Áron: "Aftur fyri at tit trúðu ikki á Meg og halgaðu Meg ikki fyri eygum Ísraelsmanna, so skulu tit ikki leiða hetta fólk inn í landið, ið Eg havi givið teimum!"
13 - Hetta er Meribavatn, har sum Ísraelsmenn kjakaðust við HARRAN, og Hann prógvaði Seg heilagan á teimum.
14 Úr Kades sendi Móses boð til edomskong og læt siga: "So sigur bróðir tín, Ísrael: "Tú veitst, hvussu nógv ilt vit hava liðið!
15 Fedrar okkara fóru til Egyptalands, og vit búðu leingi í Egyptalandi; og Egyptar fóru illa við okkum og fedrum okkara.
16 Tá róptu vit til HARRAN, og Hann hoyrdi bøn okkara og sendi eingil og leiddi okkum út av Egyptalandi. Og nú eru vit her í Kades, býnum tætt við landamark títt.
17 Loyv okkum nú at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu hvørki fara gjøgnum akur ella víngarð, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; eftir kongavegnum skulu vit ganga og ikki halda til viks, hvørki til høgru ella til vinstru, fyrrenn vit eru komnir ígjøgnum land títt!""
18 Men Edom svaraði: "Tú sleppur ikki at ganga gjøgnum land mítt! Gert tú tað, so komi eg við svørði ímóti tær!"
19 Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: "Vit skulu ganga eftir almannavegnum, og drekka vit ella fæ okkara av vatni tínum, skulu vit gjalda fyri tað; tað er ikki mikið, eg biði um, eg vil bert sleppa ígjøgnum til gongu."
20 Men hann svaraði: "Tú sleppur ikki ígjøgnum her!" - Og Edom helt út ímóti honum við nógvum fólki og sterkt vápnaður.
21 Táið Edom soleiðis sýtti Ísrael at ganga ígjøgnum land sítt, helt Ísrael av og tók eina aðra leið.
22 Tey fóru avstað úr Kades, og Ísraelsmenn, øll samkoman, komu til Horsfjall.
23 Har, við Horsfjall, við landamark Edoms, segði HARRIN við Móses og Áron:
24 "Áron skal nú savnast til fedrar sínar; tí hann skal ikki koma inn í landið, ið Eg havi givið Ísraelsmonnum - aftur fyri at tit við Meribavatn vóru orði Mínum ólýdnir.
25 Far niðan á Horsfjall og hav við tær Áron og son hansara Eleazar!
26 Lat so Áron úr klæðum hansara, og lat Eleazar, son hansara, fara í tey! So skal Áron savnast til fedrar sínar og doyggja har."
27 Móses gjørdi nú, sum HARRIN beyð. Teir fóru niðan á Horsfjall, so øll samkoman sá.
28 Síðani læt Móses Áron úr klæðum hansara og læt Eleazar, son hansara, fara í tey; og Áron doyði har á fjalstindinum, men Móses og Eleazar fóru oman aftur av fjallinum.
29 Táið øll samkoman skilti, at Áron var deyður, grótu tey um Áron í tríati dagar, alt hús Ísraels.