Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið Kána’aniturin, kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum, frætti, at Ísrael kom Atarimvegin, herjaði hann á Ísrael og hertók nøkur av teimum.
2 Tá gjørdi Ísrael HARRANUM lyfti og segði: "Gevur Tú hetta fólk í hendur mínar, so skal eg sláa býir teirra við banni!"
3 HARRIN hoyrdi bøn Ísraels og gav Kána’anitar í hendur teirra; og teir slógu tey og býir teirra við banni; tí verður hetta stað rópt Horma.
4 So fóru tey avstað frá Horsfjalli og tóku leiðina at Reyðahavi fyri at vera uttan fyri Edomsland. Á vegnum varð fólkið ótolið;
5 tey talaðu móti Gudi og Mósesi og søgdu: "Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið vit skulu doyggja her í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og henda vánaliga føði býður okkum ímóti!"
6 Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael.
7 Fólkið kom nú til Móses og segði: "Vit hava syndað, tí vit hava talað móti HARRANUM og móti tær; bið til HARRAN, at Hann tekur ormarnar frá okkum!" - Og Móses bað fyri fólkinum.
8 Tá segði HARRIN við Móses: "Ger tær orm og set hann á stong - so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!"
9 Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.
10 So fóru Ísraelsmenn avstað og reistu tjøldini í Obot.
11 Úr Obot fóru teir og reistu tjøldini í Ije-Ha’abarim í oyðimørkini, beint eystan fyri Móab.
12 Haðani fóru teir og reistu tjøldini í Zereddali.
13 So fóru teir haðani og reistu tjøldini hinumegin Arnon, sum rennur gjøgnum oyðimørkina og kemur úr Amoritalandi; tí Arnon er markið millum Móab og Amoritar.
14 Tí stendur so í bókini um bardagar HARRANS: " - Vaheb í Sufa og dalarnir, har sum Arnon rennur,
15 áarlíðirnar, ið halla, hagar ímóti sum Ar liggur, og liggja upp at marki Móabs."
16 Haðani fóru teir til Be’er; tað er brunnurin, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði við Móses: "Kalla fólkið saman, so skal Eg geva teimum vatn!"
17 Tá sungu Ísraelsmenn henda song: "Vell upp, tú brunnur! Ja, syngið um hann,
18 um brunnin, ið høvdingar gróvu, sum bestu menn fólksins hava borað við veldissprota - við kongastøvum sínum!" - Úr oyðimørkini fóru teir til Matana,
19 úr Matana til Nahaliel, úr Nahaliel til Bamot
20 og úr Bamot til dalin, ið er í Móabslandi, tætt við Pisgatind, har sum sæst út yvir oyðimørkina.
21 Ísrael sendi nú boð til Sihon amoritakong og læt siga:
22 "Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu ikki koma inn í akrar ella víngarðar, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; vit skulu halda okkum á kongavegnum, inntil vit eru komnir gjøgnum land títt!"
23 Men Sihon gav ikki Ísrael loyvi at fara gjøgnum land sítt. Hann savnaði alt fólk sítt og helt út í oyðimørkina móti Ísrael; og táið hann var komin at Jahaz, herjaði hann á Ísrael.
24 Men Ísrael sló hann við svørðsegg og tók land hansara frá Arnon til Jabbok, líka til land Ammonita; tí mark Ammonita var væl víggirt.
25 Ísrael tók allar hesar býir, og Ísrael búsettist í øllum amoritabýunum, í Hesbon og øllum býunum, ið til hoyrdu.
26 Tí Hesbon var staður Sihons amoritakongs; hann hevði herjað á kongin, ið frammanundan hevði verið í Móab, og tikið alt land hansara frá honum líka at Arnon.
27 Tí siga skøldini: "Komið til Hesbon! Byggjast og grundfestast skal staður Sihons!
28 Tí eldur gekk út úr Hesbon, logi úr staði Sihons, hann oyddi Ar í Móab, tey, ið búðu á hæddunum við Arnon.
29 Vei tær, Móab! Tað er úti við tær, fólk Kamoss! Hann hevur sent synir sínar avstað sum teir, ið flýggja, og døtur sínar sum fangar til Sihon amoritakong.
30 Vit skutu teir niður; oyddur er Hesbon líka til Dibon; vit herjaðu líka til Nofa, við eldi líka til Medeba."
31 - Ísrael búsettist so í Amoritalandi.
32 Nú sendi Móses njósnarar til Jazer, og teir tóku tað og líkaleiðis býirnar, ið til hoyrdu; og hann rak út Amoritar, ið búðu har.
33 Síðani tóku teir aðra leið og fóru til Basan. Tá kom Og, kongurin í Basan, út ímóti teimum til Edre’i við øllum fólki sínum og herjaði á teir.
34 Men HARRIN segði við Móses: "Óttast ikki fyri honum! Eg gevi hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, ið búði í Hesbon."
35 Teir feldu so hann og synir hansara og alt fólk hansara, so at ikki ein var eftir ella slapp; og land hansara tóku teir í ogn.