Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 36
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Høvuðsmenn fedrahúsanna í slektini, sum ættað var frá Gilead, syni Makir, son Manasse, og hoyrdi til ættir sona Jósefs, stigu fram fyri Móses og høvdingarnar, ið vóru høvuðsmenn fedrahúsa Ísraelsmanna,
2 og teir søgdu: "HARRIN hevur álagt harra mínum at skifta landið millum Ísraelsmenn við lutakasti, og harri mín hevur fingið boð frá HARRANUM um at lata døtur Zelofhad, bróður okkara, fáa arvalut hansara.
3 Men giftast tær nú við monnum, ið hoyra til eina aðra ætt í Ísrael, so fer jú arvalutur teirra burtur frá fedraarvi okkara og verður lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og soleiðis minkar arvaluturin, ið okkum er givin við lutakasti.
4 Táið so fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, verður arvalutur teirra lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og arvalutur teirra fer burtur frá arvaluti fedraættar okkara."
5 Tá gav Móses eftir orði HARRANS Ísraelsmonnum hetta boð: "Tað er beint, ið ætt sona Jósefs sigur!
6 Hetta er boðið, ið HARRIN gevur viðvíkjandi døtrum Zelofhad: Tær kunnu giftast, við hvørjum tær vilja, bert tær giftast inn í eina slekt, sum hoyrir til teirra egnu fedraætt.
7 Tí eingin arvalutur, ið hoyrir Ísrael til, má fara frá eini ætt til eina aðra; Ísraelsmenn skulu halda fast, hvør við arvalut fedraættar sínar.
8 Ein og hvør dóttir, ið fær arvalut í eini ætt Ísraelsmanna, skal giftast við manni í onkrari slekt, sum hoyrir til hennara egnu fedraætt, so Ísraelsmenn kunnu verða sitandi, hvør við arvaluti fedra sína sum óðali,
9 og fyri at eingin arvalutur skal fara frá eini ætt til eina aðra; nei, ættir Ísraelsmanna skulu halda fast, hvør við arvalut sín!"
10 Døtur Zelofhad gjørdu tá, sum HARRIN hevði álagt Mósesi;
11 Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhad, giftust við sonum faðirbrøður sínar;
12 tær giftust við monnum í ættum Manasse, sonar Jósefs, so at arvalutur teirra varð verandi hjá slekt fedraættar teirra.
13 - Hetta eru boðini og lógirnar, ið HARRIN við Mósesi gav Ísraelsmonnum á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko.