Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
2 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið tit koma inn í landið, ið tit skulu búgva í, tað, sum Eg fari at geva tykkum,
3 og tit ofra HARRANUM eldoffur - brennioffur ella sláturoffur av neytunum ella av smáfænum, HARRANUM til góðan anga - tað veri nú fyri at uppfylla lyfti ella sum sjálvkravt offur ella á einari av høgtíðum tykkara,
4 tá skal tann, ið ber HARRANUM fram offur sítt, sum matoffur ofra tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandað við fjórðingin av hin av olju;
5 og sum drykkjuoffur skalt tú ofra fjórðingin av hin av víni, saman við brenniofrinum ella sláturofrinum - um tað er lamb.
6 Men er tað veðrur, so skalt tú ofra sum matoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandað við triðingin av hin av olju,
7 og sum drykkjuoffur triðingin av hin av víni; tú skalt ofra tað, HARRANUM til góðan anga.
8 Ofrar tú ungan tarv sum brennioffur ella sláturoffur, fyri at uppfylla lyfti ella sum takkoffur til HARRAN,
9 so skal, saman við tí unga tarvinum, ofrast sum matoffur tríggir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandað við hálva hin av olju;
10 og sum drykkjuoffur skalt tú ofra hálva hin av víni - tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
11 Soleiðis skal verða gjørt fyri hvønn tarv, fyri hvønn veðr og fyri hvørt lamb, tað veri undan ær ella undan geit.
12 Eftir talinum á kríatúrunum, ið tit ofra, skulu tit gera so fyri hvørt kríatúr serstakt, so mong ið tey nú eru.
13 Allir teir, ið føddir eru í landinum, skulu gera so, táið teir ofra eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
14 Og um so er at ein fremmandur, ið hevur tilhald hjá tykkum, ella sum er fast búsitandi millum tykkara, ofrar eldoffur, HARRANUM til góðan anga, so skal hann gera á sama hátt sum tit.
15 Í samkomuni skal vera ein og sama lóg fyri tykkum og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá tykkum - ævig lóg, mann eftir mann; tit sjálvir og hin fremmandi skulu fyri ásjón HARRANS ganga eftir eini og somu lóg.
16 Sama lóg og sami rættur skal vera fyri tykkum og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá tykkum.""
17 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
18 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: "Táið tit koma inn í landið, ið Eg leiði tykkum til,
19 og eta av breyði landsins, skulu tit lata offurgávu til HARRAN.
20 Av tí fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata køku sum gávu; tit skulu lata hana, á sama hátt sum tit lata gávuna av treskiplássinum.
21 Av tí fyrsta av deiggi tykkara skulu tit altíð lata gávu til HARRAN, mann eftir mann.
22 Táið tit óvart gera synd og halda ikki øll hesi boð, ið HARRIN hevur kunngjørt Mósesi,
23 alt tað, ið HARRIN við Mósesi hevur givið tykkum boð um, frá tí degi ið HARRIN gav boð Sítt, og síðani gjøgnum allar komandi ættir,
24 tá skal øll samkoman - um tað er gjørt, uttan at hon veit av, og av misgáum - ofra ungan tarv sum brennioffur, HARRANUM til góðan anga, við tilhoyrandi matofri og drykkjuofri, soleiðis sum fyriskrivað er, og bukk sum syndoffur.
25 Presturin skal gera bót fyri alla samkomu Ísraelsmanna; so fáa tey fyrigeving; tí tað var gjørt av misgáum, og tey hava borið fram fyri ásjón HARRANS offur sítt - eldoffur til HARRAN - og syndoffur sítt fyri syndina, ið tey gjørdu av misgáum.
26 Soleiðis fær bæði samkoma Ísraelsmanna og hin fremmandi, ið hevur tilhald hjá tykkum, fyrigeving; tí alt fólkið hevur part í syndini, sum av misgáum verður gjørd.
27 Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáum, so skal hann sum syndoffur bera fram veturgamla geit.
28 Presturin skal fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið av misgáum hevur syndað, so at hann, táið bótin fyri hann er fullførd, kann fáa fyrigeving.
29 Ein og sama lóg skal vera fyri tann, ið er føddur millum Ísraelsmenn, og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá teimum; sami rættur geldur fyri tykkum øll, táið onkur av misgáum ger okkurt skeivt.
30 Men tann, ið við vilja ger okkurt ilt - hann veri nú innføddur ella fremmandur - hann háðar HARRAN, og hann skal verða týndur úr fólki sínum;
31 tí hann hevur vanvirt orð HARRANS og brotið boð Hansara. Tann maður skal verða týndur, hann skal bøta fyri misgerð sína.""
32 Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, raktu teir við, at ein maður sankaði brenni sabbatsdag.
33 Teir, ið komu fram á hann, meðan hann sankaði brenni, leiddu hann fram fyri Móses og Áron og alla samkomuna.
34 Og teir settu hann fastan; tí einki serskilt boð var givið um, hvat ið gerast skuldi við hann.
35 Tá segði HARRIN við Móses: "Hasin maður skal lata lív; øll samkoman skal steina hann uttan fyri tilhaldið!"
36 Øll samkoman fór tá út um tilhaldið við honum og steinaði hann til deyða - soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
37 HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
38 "Tala við Ísraelsmenn og sig við teir, at teir mann eftir mann skulu gera sær duskar á hornini á klæðum sínum og seta blátt band á hvønn duskin!
39 Hesar duskar skulu tit hava, fyri at tit, táið tit hyggja á teir, skulu minnast øll boð HARRANS og halda tey og ikki lata tykkum villleiða av hjørtum tykkara ella eygum tykkara, sum lokka tykkum til trúleyst fráfall.
40 Tí Eg vil, at tit skulu minnast øll boð Míni og halda tey og vera heiløg fyri Gudi tykkara.
41 Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi til at vera Gud tykkara. - Eg eri HARRIN Gud tykkara!"