Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Meðan Ísrael var í Sittim, fór fólkið at dríva hor við kvinnum Móabs.
2 Tær buðu fólkinum til offurmáltíðir guda sína, og fólkið át - og tilbað gudar teirra;
3 Ísrael helt seg til Ba’al-Peor. Av hesum tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael,
4 og HARRIN segði við Móses: "Kalla saman allar høvdingar fólksins, og lat hesar menn heingja upp fyri HARRANUM undir opnum himli, so brennandi vreiði HARRANS kann víkja frá Ísrael!"
5 Móses segði tá við dómararnar í Ísrael: "Ein og hvør tykkara skal drepa teir av monnum sínum, sum hava hildið seg til Ba’al-Peor!"
6 Nú kom ein Ísraelsmaður og leiddi midjanitiska kvinnu inn millum brøður sínar, so Móses og øll samkoma Ísraels sá, meðan teir sótu fyri durum samkomutjaldsins og grótu.
7 Táið Pinehas, sonur Eleazar, sonarsonur Áron prest, sá hetta, gekk hann fram úr samkomuni, treiv eitt spjót,
8 fór aftan á Ísraelsmanninum inn í sovikamarið og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelsmannin og kvinnuna, so tað fór inn í búk hennara. Tá steðgaði plágan og veik frá Ísraelsmonnum.
9 Men tal teirra, ið doyðu í pláguni, var 24 000.
10 Nú talaði HARRIN við Móses og segði:
11 "Pinehas, sonur Eleazar, sonarsonur Áron prest, hevur vent vreiði Míni frá Ísraelsmonnum, við tað at hann brendi av álvara Mínum millum teirra, so Eg gjørdi ikki enda á Ísraelsmonnum í vreiði Míni.
12 Tí skalt tú siga: "Eg geri sáttmála Mín við hann, at honum skal gangast væl;
13 við hann og eftirkomarar hansara geri Eg sáttmála, at teir skulu hava ævigt prestadømi, aftur fyri at hann vísti álvara fyri Gudi sínum og gjørdi bót fyri Ísraelsmenn.""
14 Tann dripni Ísraelsmaður, hann, ið dripin varð saman við tí midjanitisku kvinnuni, æt Zimri og var sonur Salu, høvdingi yvir fedrahúsi millum Símeonitar.
15 Tann dripna midjanitiska kvinnan æt Kozbi og var dóttir Zur, høvdinga yvir fedrahúsi millum Midjanitar.
16 Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
17 "Leggið á Midjanitar og fellið teir!
18 Tí teir gjørdu álop á tykkum við hinum svikafullu ráðum, ið teir nýttu móti tykkum, táið tað hendi, hatta við Peor og við Kozbi, systur teirra, dóttur hin midjanitiska høvdingan, hon, ið dripin varð, ta ferðina ið plágan kom á tykkum fyri Peors skuld."