Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fjórða Mósebók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu - tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.
2 Tey søgdu: "Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!" - Og HARRIN hoyrdi tað.
3 Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.
4 Alt í einum segði HARRIN við Móses, Áron og Mirjam: "Farið út til samkomutjaldið øll trý!" Tey fóru tá øll trý út hagar.
5 Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar.
6 Hann segði: "Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.
7 Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum.
8 Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?"
9 Og vreiði HARRANS tendraðist móti teimum, og Hann fór frá teimum.
10 Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk - hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk.
11 Tá segði Áron við Móses: "Hoyr meg, harri! Lat okkum ikki bøta fyri synd, ið vit hava gjørt í dárskapi!
12 Lat hana ikki vera sum andleystføtt barn, sum helvtin av kjøtinum er rotnað á, táið tað kemur úr móðurlívi!"
13 Móses rópti tá til HARRAN og segði: "Á Gud, ger hana fríska aftur!"
14 HARRIN svaraði Mósesi: "Hevði faðir hennara spýtt í andlit hennara, mundi hon tá ikki sitið við skomm síni í sjey dagar! - Tí skal hon í sjey dagar vera útistongd frá tilhaldinum; so kann hon verða innaftur tikin."
15 Mirjam varð tá útistongd frá tilhaldinum í sjey dagar, og fólkið fór ikki longur, fyrrenn Mirjam var afturkomin.
16 Síðani fór fólkið avstað úr Hazerot, og tey reistu tjøldini í Paransoyðimørk.