Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 36
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, kom hetta orð til Jeremias frá HARRANUM:
2 Tak tær bókrullu og skriva í hana øll orðini, ið Eg havi talað til tín um Ísrael, Juda og øll heidningafólkini, frá fyrsta degi Eg talaði til tín - frá tí Josias sat við stýrið - og líka til henda dag!
3 Kanska hús Juda, táið tey hoyra um alla vanlukkuna, ið Eg havi í huga at leiða yvir tey, fara at venda við, hvør av óndu leið síni, so Eg fái fyrigivið teimum misbrot og synd teirra.
4 Jeremias sendi nú boð eftir Baruk, syni Nerija, og Baruk skrivaði, eftir sum Jeremias segði honum, í bókrullu øll orðini, ið HARRIN hevði talað til hansara.
5 Síðani segði Jeremias við Baruk: "Mær ber ikki til at koma í hús HARRANS.
6 Far tú hagar, og les úr rulluni, ið tú hevur skrivað, eftir sum eg havi sagt tær, orð HARRANS upp fyri fólkinum í húsi HARRANS ein føstudag! Eisini fyri øllum Judamonnum, ið koma higar úr býum sínum, skalt tú lesa hana.
7 Kanska tey fara at bera eyðmjúku bøn sína fram fyri ásjón HARRANS og venda við, hvør av óndu leið síni. Tí stór er vreiðin og bræðin, ið HARRIN hevur hótt hetta fólk við."
8 Baruk, sonur Nerija, gjørdi tá alt, ið Jeremias profetur hevði álagt honum, og las í húsi HARRANS orð HARRANS upp úr bókini.
9 Tí í níggjunda mánaði, fimta árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, varð boðað, at alt fólkið í Jerúsalem og alt fólkið, sum úr býum Juda var komið til Jerúsalem, skuldi halda føstu fyri ásjón HARRANS.
10 Tá las Baruk í húsi HARRANS upp úr bókini tað, sum Jeremias hevði talað - í kamari Gemarja, sonar Safans, ríkisskrivarans, í Ovara Forgarði, við Nýggjaportur á húsi HARRANS; og alt fólkið lurtaði.
11 Táið nú Mikaja, sonur Gemarja, son Safan, hoyrdi øll orð HARRANS lisin upp úr bókini,
12 fór hann oman í kongshøllina, inn í kamar ríkisskrivarans; har sótu tá allir høvdingarnir: Elisama ríkisskrivari, Delaja, sonur Semaja, Elnatan, sonur Akbor, Gemarja, sonur Safan, Zedekias, sonur Hananja, og allir hinir høvdingarnir.
13 Mikaja segði teimum nú frá øllum tí, sum hann hevði hoyrt Baruk lesa upp úr bókini fyri fólkinum.
14 Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi, son Netanja, son Selemja, son Kusi, til Baruk og lótu siga: "Tak við tær rulluna, ið tú last upp úr fyri fólkinum, og kom higar!" Baruk, sonur Nerija, tók tá rulluna við sær og kom til teirra.
15 Teir søgdu við hann: "Set teg niður og les hana fyri okkum!" Baruk las hana so fyri teimum.
16 Táið teir hoyrdu alt tað, ið har stóð, hugdu teir ræðsluslignir hvør uppá annan og søgdu so við Baruk: "Vit mugu lata kong vita alt hetta!"
17 Síðani søgdu teir við Baruk: "Sig okkum, hvussu tú skrivaði alt hetta upp, eftir sum hann segði tær!"
18 Baruk svaraði: "Hann segði mær alt hetta fyri, og eg skrivaði tað við blekki í bókina."
19 Nú søgdu høvdingarnir við Baruk: "Farið og fjalið tykkum, tú og Jeremias - latið ongan vita, hvar tit eru!"
20 So fóru teir inn í forgarðin til kongin; men rulluna løgdu teir eftir í kamari Elisama ríkisskrivara. Og teir søgdu konginum alt hetta.
21 Kongurin sendi nú Jehudi eftir rulluni, og hann fór inn í kamar Elisama ríkisskrivara eftir henni. Jehudi las hana so upp fyri konginum og øllum høvdingunum, ið hjá konginum stóðu.
22 - Kongurin sat í vetrarhúsinum; tí tað var í níggjunda mánaði. Glóðpanna stóð framman fyri hann;
23 og hvørja ferð Jehudi hevði lisið einar tríggjar ella fýra teigar, skar kongurin teir úr við pennaknívi og kastaði teir í eldin í glóðpannuni, líka inntil øll rullan var brend í eldinum í glóðpannuni.
24 Og teir hvørki ræddust ella skræddu klæðini, kongurin og allir tænarar hansara, sum hoyrdu øll hesi orð.
25 Og tóat Elnatan, Delaja og Gemarja bønaðu kongin ikki at brenna rulluna, lurtaði hann ikki eftir teimum.
26 Síðani segði kongurin við Jerame‘el, kongasonin, Seraja, son Azriel, og Selemja, son Abde’el, at teir skuldu taka Baruk skrivara og Jeremias profet; men HARRIN fjaldi teir.
27 Tá kom orð HARRANS til Jeremias - eftir at kongurin hevði brent rulluna við tí, sum Baruk hevði skrivað, eftir sum Jeremias hevði sagt honum; Hann segði:
28 Tak tær aðra rullu, og skriva í hana alt tað, sum stóð í hini fyrru rulluni, henni, sum Jójakim kongur í Juda brendi!
29 Og um Jójakim kong í Juda skalt tú siga: So sigur HARRIN: Tú brendi hasa rullu og segði: "Hví skrivaði tú í hana, at bábelskongur skal koma og leggja hetta land í oyði og gera enda á bæði fólki og fæi í tí!"
30 Tí sigur HARRIN so um Jójakim kong í Juda: Hann skal ongan hava sitandi í hásæti Dávids; og lík hansara skal liggja tveitt út undir hitan um dagin og kuldan um náttina.
31 Eg skal heimsøkja hann og avkom hansara og tænarar hansara fyri misbrot teirra; og Eg skal lata koma yvir teir og yvir Jerúsalemsmenn og Judamenn alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt teir við, uttan at teir hava viljað lurtað eftir.
32 Jeremias tók nú aðra rullu og fekk Baruk skrivara, syni Nerija, hana; í hana skrivaði hann, eftir sum Jeremias segði honum, alt tað, sum staðið hevði í bókini, sum Jójakim kongur í Juda hevði brent. Og aftrat tí varð lagt nógv annað enn av sama slagi.