Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 30
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði:
2 So sigur HARRIN Gud Ísraels: Skriva upp í bók øll orðini, ið Eg havi talað til tín!
3 Tí dagar koma - sigur HARRIN - táið Eg vendi lagnu fólks Míns, Ísraels og Juda - sigur HARRIN - og lati tey koma aftur til landið, ið Eg gav fedrum teirra, so tey fáa tikið tað í ogn.
4 Hetta eru orðini, ið HARRIN hevur talað um Ísrael og Juda:
5 So sigur HARRIN: Ræðsluróp hava vit hoyrt - ótti er og eingin friður.
6 Spyrjið og vitið, um maður eigur barn! Ella hví síggi Eg hvønn mann við hondunum á lendunum sum kvinnu, ið hevur fingið ilt, og hví eru øll andlit vorðin líkbleik?
7 Vei! Stórur er tann dagur, eingin er sum hann, og neyðartíð er tað Jákupi; tó skal hann verða bjargaður úr henni.
8 Tann dag - sigur HARRIN Gud herskaranna - skal Eg bróta ok hansara sundur og taka tað av hálsi tínum; bondini skal Eg slíta av tær, og fremmandir skulu ikki longur halda teg í trældómi.
9 Nei, tey skulu tæna HARRANUM Gudi sínum og Dávidi, kongi sínum, sum Eg skal reisa teimum upp.
10 Óttast tí ikki, tænari Mín Jákup - sigur HARRIN - og ræðst ikki, Ísrael! Tí Eg skal bjarga tær úr landinum langt burtur og avkomi tínum úr landinum, har tey eru fangar; Jákup skal koma aftur og liva í friði og vera tryggur; eingin skal ræða hann.
11 Tí Eg eri við tær - sigur HARRIN - og Eg skal frelsa teg; Eg skal gera enda á øllum tjóðunum, ið Eg havi spjatt teg millum; bert tær skal Eg ikki gera enda á; Eg skal tykta teg við máta, heilt óstraffaðan skal Eg ikki lata teg verða.
12 Tí so sigur HARRIN: Óbøtandi er skaði tín, ógrøðandi sár títt!
13 Eingin tekur sær av málevni tínum. Grøðing er eingin fyri svull tín; heilsubót, plástur er ikki fyri teg.
14 Allir ástvinir tínir hava gloymt teg, teir spyrja ikki eftir tær; tí Eg havi sligið teg, eins og fíggindi slær, eins og hin grummi tyktar - aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar.
15 Hví rópar tú um skaða tín, um, at pína tín er óbøtandi? - Aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar, havi Eg gjørt tær hetta.
16 Tí skulu allir teir, ið eta teg, verða etnir, og allir teir, ið eru fíggindar tínir, verða herleiddir - hvør ein; teir, ið ræna teg, skulu verða rændir, og allar teir, ið taka frá tær, skal Eg gera til rán.
17 Tí Eg skal binda um hjá tær og grøða sár tíni - sigur HARRIN; tey rópa teg jú "hina burtriknu", "Zion, sum eingin spyr eftir."
18 So sigur HARRIN: Eg geri enda á útlegd Jákups tjalda og vísi bústøðum hansara náði; býurin skal verða bygdur á heyggi sínum, og borgin skal standa á rætta staði sínum.
19 Lovsongur skal hoyrast frá teimum, og róp frá glaðum menniskjum; Eg skal gera tey fjølment, tey skulu ikki fækkast; Eg skal veita teimum dýrd, tey skulu ikki verða roknað fyri lítið.
20 Synir hansara skulu vera sum í gomlum døgum; samkoma hansara skal standa føst fyri ásjón Míni, og Eg skal heimsøkja allar teir, ið kúga hann.
21 Hin veldigi hansara skal koma frá honum sjálvum, Harri hansara skal ganga fram úr flokki hansara; Eg skal lata Hann koma nær, og Hann skal stíga fram fyri Meg; tí hvør fer annars at vága lívið og koma Mær nær! - sigur HARRIN.
22 Tit skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara.
23 Stormur HARRANS, vreiðin, er brostin á, ódnarstormur; hann kemur í hvirlum niður á høvd hinna gudleysu.
24 Brennandi vreiði HARRANS skal ikki hæsa av, fyrrenn Hann hevur útint ta ætlan, Hann hevur í hjartanum - á síðstu døgum fara tit at skilja tað.