Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 48
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Um Móab. So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Vei Nebo, tí tað er oytt! Kirjatajim er vorðið til skammar, er tikið; borgin er vorðin til skammar og er brotin niður.
2 Tað er úti við rósi Móabs; í Hesbon leggja teir upp ónd ráð móti tí: "Komið, latið okkum oyða tað, so tað er ikki tjóð longur!" Eisini tú, Madmen, skalt umkomast, svørðið skal elta teg.
3 Neyðarróp hoyrast úr Horonajim, herjan og mikil oyðing.
4 Móab er lagt í oyði; børn tess skera í róp.
5 Grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit; á leiðini oman til Horonajim hoyrast angistróp undan oyðingini.
6 Flýggið, bjargið lívinum! Verðið sum hjálparleys í oyðimørkini!
7 Ja, aftur fyri, at tú leit á góðs títt og skattir tínar, skalt eisini tú verða tikin; og Kamos skal fara í útlegd, og prestar og høvdingar hansara, allir samlir.
8 Oyðarin skal koma yvir hvønn bý - ikki ein býur skal sleppa undan; dalurin skal ganga til grundar, og slættin skal verða lagdur í oyði - sum HARRIN hevur sagt.
9 Gevið Móab veingir! Tí við flúgvandi ferð skal tað fara avstað, og býir tess skulu verða oyðimørk, sum eingin býr í.
10 Bannaður veri tann, ið latur er at gera verk HARRANS, bannaður veri tann, ið ikki blóðgar svørð sítt!
11 Móab hevur livað í friði frá ungdóminum; tað hevur ligið stilt á berskaka sínum, er ikki helt úr einum ílatinum í annað og hevur ikki farið í útlegd; tí hevur tað ikki mist smakkin, og luktur tess er ikki broyttur.
12 Tí skulu dagar koma - sigur HARRIN - táið Eg sendi tí víntapparar; teir skulu leggja tað á hall og tøma íløt tess og sora sundur krukkur tess.
13 Tá skal Móab hava skomm av Kamos, eins og hús Ísraels hevði skomm av Betel, sum tey litu á.
14 Hvussu fáa tit sagt: "Vit eru hetjur og raskir hermenn!"
15 Móab verður lagt í oyði; teir fara niðan í býir tess, og hinir útvaldu ungu menn tess koma oman at verða dripnir - sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna.
16 Neyð Móabs er nær; vanlukka tess kemur við skundi.
17 Tykist synd í tí, øll tit, sum rundan um tað búgva, og øll tit, sum kenna navn tess! Sigið: "Hvussu brotnaði hann, hin sterki stavurin, hin dýri sprotin?"
18 Kom niður frá dýrd tíni og set teg í turt land, dóttir Dibon, tú, sum býrt í býnum! Tí hann, ið oyðir Móab, kemur móti tær, hann brýtur niður borgir tínar.
19 Statt við vegin og skimast, tú, sum í Aroer býrt! Spyr tey, sum flýggja og undan eru sloppin: "Hvat hevur hent?"
20 Móab er vorðið til skammar, tað er sorað sundur. Venið tykkum og rópið! Kunngerið við Arnon, at Móab er lagt í oyði!
21 Dómurin er komin yvir slættlendið, yvir Holon, Jaza, Mofa’at,
22 Dibon, Nebo, Bet-Diblatajim,
23 Kirjatajim, Bet-Gamul, Bet-Meon,
24 Kerijot, Bozra og allar býirnar í Móabslandi, fjart og nær.
25 Hornið er høgt av Móab, og armur tess er brotin - sigur HARRIN.
26 Gerið tað drukkið, aftur fyri at tað hevur hugmóðað sær móti HARRANUM! Móab skal sløðra umkoll í sína egnu spýggju og verða til spott - tað við.
27 Ella hevði tú ikki Ísrael at flenna at! Var tað tá tikið millum tjóvar, síðani tú ristir við høvdinum, hvørja ferð tú tosar um tað!
28 Rýmið úr býunum og búsetist á klettinum, tit, sum í Móab búgva! Verið sum dúvan, ið ger sær reiður á gjáarbarminum hinumegin!
29 Vit hava hoyrt um hugmóð Móabs, hvussu ovurhonds stolt tað er, hvussu hástórt, hugmóðigt og erpið tað er, og hvussu stórt hjarta tess er.
30 Eg veit um, hvussu frekt tað er - sigur HARRIN - og um tómu, stóru orð og tómu verk tess.
31 Tí veni eg meg um Móab, gremji meg um alt Móab; ein noyðist at suffa um menninar í Kir-Heres.
32 Sum Jazer grætur, gráti eg um teg, tú víntræ Sibma! Greinar tínar fóru yvir havið, tær komu líka til Jazershav. Á fruktheyst og vínheyst títt legst oyðarin.
33 Gleði og frøi hvørvur av hini fruktbøru mark og úr Móabslandi, og Eg geri enda á víninum í persunum; eingin skal við fagnaðarrópum troða persuna; fagnaðarróp hoyrast, sum eingi fagnaðarróp eru.
34 Róp hoyrast úr Hesbon líka til El’ale, ja, líka til Jahaz, úr Zoar til Horonajim, til Eglat-Selisia; tí eisini Nimrimsvøtn verða til oyðimarkir.
35 Eg oyði úr Móab - sigur HARRIN - hvønn tann, ið fer niðan á hædd og brennir roykilsi fyri gudum sínum.
36 Tí venar hjarta mítt seg um Móab eins og floytur; hjarta mítt venar seg eins og floytur um menninar í Kir-Heres. Tað gongur til grundar, sum teir hava spart saman.
37 Tí hvørt høvd er skallut, hvørt skegg er rakað av; á øllum hondum eru skurðir, um lendarnar er sekkur.
38 Á øllum tekjum í Móab og á gøtunum har hoyrist ikki annað enn venan; tí Eg havi sorað Móab sundur sum ílat, ið einki virði hevur - sigur HARRIN.
39 Sum tað er ræðslusligið! Sum tey vena seg! Hygg, hvussu Móab við skomm vendir bakið til! Móab verður øllum teimum, ið rundan um tað búgva, til látur og til ræðslu.
40 Tí so sigur HARRIN: Hann flýgur sum ørn og breiðir út veingirnar yvir Móab.
41 Býirnir verða tiknir, borgirnar álopnar, og hjarta kappanna í Móab verður tann dag sum hjarta kvinnu í barnsneyð.
42 Móab verður lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur, aftur fyri at tað hevur hugmóðað sær móti HARRANUM.
43 Ræðsla, grøv og garn yvir teg, tú, sum í Móab býrt! - sigur HARRIN.
44 Tann, ið flýggjar undan ræðsluni, skal falla í grøvina, og tann, ið sleppur upp úr grøvini, skal koma fastur í garnið; tí Eg lati heimsøkingarárið koma yvir Móab - sigur HARRIN.
45 Máttleys standa tey aftur undir Hesbon, tey, ið flýggja; tí eldur gongur út úr Hesbon, og logi úr Sihon; hann oyðir tynning Móabs og hvirilin á ófriðarættini.
46 Vei tær, Móab! Tað er úti við Kamosfólki. Tí synir tínir verða fluttir burt herleiddir, og døtur tínar hertiknar.
47 Men á síðstu døgum skal Eg venda lagnu Móabs - sigur HARRIN. - Her endar dómur Móabs.