Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 HARRI, táið eg havi trætu við Teg, hevur Tú altíð rætt! Kortini má eg tala við Teg um tað, ið rætt er -: Hví gongst hinum gudleysu væl? Hví hava tey ongar sorgir, øll hini trúleysu?
2 Tú hevur plantað tey, og tey hava fest røtur, tey vaksa og bera ávøkst; nær ert Tú í munni teirra, men langt burtur frá nýrum teirra.
3 Men Tú, HARRI, Tú kennir meg, Tú sært meg og roynir hjartalag mítt móti Tær; tak tey - sum seyð - til at verða dripin, víga tey til drápsdag!
4 Hvussu leingi skal landið syrgja, og hvussu leingi skulu allar urtir á markini torna burt? Av tí at tey, ið búgva har, bera seg so illa at, eru bæði dýr og fuglar gingin til grundar; tí tey siga: "Hann sær ikki, hvussu endi okkara fer at vera!"
5 Táið tey, sum eru til gongu, pøsa teg, hvussu kanst tú tá kapprenna við hestar! Í friðarligum landi ert tú tryggur, men hvat fert tú at gera í stoltleika Jordans!
6 Tí um tað so eru brøður tínir og hús faðirs tíns, eru tey tær jú trúleys; eisini tey rópa eftir tær, alt tað tey eru ment; trúgv teimum ikki, táið tey tosa føgur orð við teg!
7 Eg havi vent húsi Mínum bakið, vrakað arvalut Mín; hana, ið sál Mín elskar, havi Eg givið í hendur fígginda hennara.
8 Arvalutur Mín er vorðin Mær sum leyva í skóginum; hann hevur latið rødd sína ljóða móti Mær; tí hati Eg hann.
9 Er arvalutur Mín vorðin Mær sum sprøklutur rovfuglur? Rovfuglar eru jú rundan um hann! Komið, savnið saman øll dýr á markini, latið tey koma higar at eta!
10 Hirðar í hópatali forkoma víngarði Mínum, traðka niður arvalut Mín; teir gera yndisliga arvalut Mín til oydna heiði.
11 Hann verður gjørdur til oyðimørk; syrgjandi og oyðin liggur hann rundan um Meg; alt landið er lagt í oyði - men eingin er, sum leggur sær tað á hjarta!
12 Herverksmenn koma yvir allar naknar hæddir í oyðimørkini; tí HARRIN hevur svørð, sum oyðir úr øðrum enda landsins í annan; einki hold kann finna bjarging.
13 Teir sáa hveiti, men heysta tornir; teir pøsa seg út, men hava einki gagn av tí. Ja, brennandi vreiði HARRANS skal gera, at tit fáa skomm av grøði tykkara!
14 So sigur HARRIN um allar hinar óndu grannar Sínar, ið gera seg inn á arvalutin, ið Hann hevur givið Ísrael, fólki Sínum, at eiga: Eg rykki tey upp úr landi teirra, og hús Juda skal Eg rykkja upp mitt ímillum teirra.
15 Men táið Eg havi rykt tey upp, skal Eg aftur miskunna teimum og lata tey sleppa heimaftur, hvørt til arvalut sín og hvørt til land sítt.
16 So satt sum tey tá læra leiðir fólks Míns, læra at svørja um navn Mítt: "So satt sum HARRIN livir" - eins og tey hava lært fólk Mítt at svørja um Ba’al - skulu tey verða bygd upp mitt ímillum fólk Mítt.
17 Men vilja tey ikki hoyra, skal Eg rykkja tað fólk upp og gera enda á tí - sigur HARRIN.