Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 51
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 So sigur HARRIN: Eg lati koma skaðaveður yvir Bábel, yvir tey, sum í Leb-Kamai búgva.
2 Eg sendi fremmandar móti Bábel; teir skulu kasta tað sum korn og tøma land tess, ja, úr øllum ættum skulu teir leggja á tað vanlukkudagin.
3 Móti honum, ið spennir boga, skal bogamaðurin spenna boga sín, og móti honum, ið errin gongur í brynju síni. - Eirið ikki hinum ungu hjá tí, sláið allan her tess við banni!
4 Dripnir menn skulu falla í landi Kaldeara, gjøgnumstungnir á gøtunum har.
5 Tí Ísrael og Juda eru ikki einkjur, gloymdar av Gudi sínum, HARRANUM Gudi herskaranna - tóat land teirra er fult av skyld móti hinum heilaga í Ísrael.
6 Flýggið út úr Bábel - hvør og ein má bjarga lívi sínum! Varðið tykkum, at tit ganga ikki undir við misbroti tess! Hevndartíð HARRANS er tað; Hann lønir Bábel aftur tað, ið tað hevur gjørt.
7 Bábel var gullsteyp í hond HARRANS; tað gjørdi alla jørðina drukna; av víni tess drukku tjóðirnar; tí bóru tjóðirnar seg at sum vitleysar.
8 Men alt í einum er Bábel fallið og sorað sundur. Venið tykkum um tað, farið eftir balsam fyri plágu tess - kanska tað kundi verðið grøtt!
9 "Vit hava roynt at grøða Bábel, men ikki stóð til at grøða tað. Rýmið frá tí og latið okkum fara hvør til land sítt! Tí dómurin yvir tað røkkur líka til himmals, stígur upp at skýggjunum.
10 HARRIN hevur latið rættvísa málevni okkara koma fram í ljósið; komið, latið okkum í Zion kunngera verk HARRANS Guds okkara!"
11 Hvessið pílarnar, takið skjøldirnar! HARRIN hevur vakt anda medarakonga; tí móti Bábel miðar ætlan Hansara, Hann ætlar at forkoma tí; tí tað er hevnd HARRANS - hevndin fyri tempul Hansara.
12 Reisið merki móti múrum Bábels, haldið sterka vakt, setið út vaktarmenn, leggið menn á lúr! Tí HARRIN hevur bæði upphugsað og setur í verk tað, ið Hann hevur talað móti teimum, sum í Bábel búgva.
13 Tú, sum býrt við stór vøtn, tú, ið eigur nógvar skattir! Endi tín er komin, girnd tín hevur nátt mál sítt.
14 HARRIN Gud herskaranna hevur svorið um Seg sjálvan: Um Eg so havi fylt teg við menniskjum sum við grashoppum, skal tó verða hevjað sigursróp yvir tær!
15 Hann er tann, ið við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.
16 Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himli! Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.
17 Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av útskornu mynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.
18 Tær eru fáfongd, verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.
19 Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt og ættina, sum er arvalutur Hansara - HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
20 Tú ert hamari Mín, hervápn Mítt; við tær sori Eg sundur fólkasløg; við tær geri Eg enda á kongaríkjum;
21 við tær sori Eg sundur hest og hestmann; við tær sori Eg sundur vagn og vagnstýrara;
22 við tær sori Eg sundur mann og kvinnu; við tær sori Eg sundur gamlan og ungan, unglinga og moyggj;
23 við tær sori Eg sundur hirða og fylgi; við tær sori Eg sundur akurmannin og oksar hansara; við tær sori Eg sundur jallar og landstjórar.
24 - Men Eg skal fyri eygum tykkara løna Bábel og øllum, sum í Kaldea búgva, alt tað illa, ið teir hava gjørt Zion - sigur HARRIN.
25 Ja, Eg skal hitta teg, oyðingarfjall títt - sigur HARRIN - tú, ið forkemur allari jørðini! Eg skal rætta út hond Mína móti tær og stoyta tær oman av homrunum og gera teg til brent fjall!
26 Úr tær skal eingin taka stein til hornstein ella grundarstein; nei, til ævigar oyðimarkir skalt tú verða - sigur HARRIN.
27 Reisið merki í landinum, blásið í lúður millum tjóðirnar, vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kallið saman móti tí ríki Ararats, Minni og Askenaz, setið høvuðsmenn móti tí, leiðið fram hestar sum lodnar grashoppur!
28 Vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kongar Media, jallarnar og landstjórarnar har og alt landið, ið hann ræður yvir!
29 Tá nøtrar jørðin og bivar; tí útint verður tað, ið HARRIN hevði í huga móti Bábel: At gera Bábelsland til oyðimørk, sum eingin býr í.
30 Kappar Bábels geva uppat at berjast; teir sita stillir í borgunum, kraft teirra er burtur; teir eru vorðnir sum kvinnur; bústaðir tess verða avbrendir, porturstengur tess eru avstøktar.
31 Ein rennarin skundar sær móti øðrum, ein boðberin móti øðrum - til at bera bábelskongi boð um, at staður hansara er tikin, allur sum hann er;
32 vaðini eru tikin, tjarnirnar eru turkaðar upp við eldi, og herfólkið er ræðslusligið.
33 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Dóttir Bábel er sum treskipláss, táið tað verður troðið; áðrenn langt umlíður, kemur heystartíð hennara.
34 Nebukadnezar bábelskongur hevur etið okkum, hevur forkomið okkum, hevur sett okkum burt sum tómt ílat, hevur gloypt okkum sum dreki, hevur fylt búk sín við leskiliga mati mínum; hann hevur rikið okkum burt.
35 "Órætturin, ið eg havi tolt í holdi mínum, komi yvir Bábel!" - mugu tey siga, sum í Zion búgva. - "Og blóð mítt komi yvir tey, sum í Kaldea búgva!" - má Jerúsalem siga.
36 Tí sigur HARRIN so: Eg flyti mál títt og hevni fyri teg, og Eg skal turka upp hav tess og lata keldu tess torna.
37 Bábel skal verða til grótrúgvu, sjakalabústaður, til ræðslu og til spott, so eingin býr har.
38 Teir brøla allir sum ungar leyvur, teir murra sum leyvuungar.
39 Táið teir eru vorðnir heitir, skal Eg gera drykkjuveitslu fyri teimum og gera teir druknar, so teir verða kátir; síðani skulu teir sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur - sigur HARRIN.
40 Eg skal leiða teir oman sum lomb at verða dripnar, sum veðrar og bukkar.
41 Sum Sesak er vunnið og tikið, tað, ið var stoltleiki alrar jarðarinnar! Sum Bábel er vorðið til ræðslu millum tjóðirnar!
42 Havið hevur lagt yvir Bábel, hevur fjalt tað við brúsandi bylgjum sínum.
43 Býir tess eru vorðnir oyðimørk, turt land og heiði, land, sum eingin býr í, og sum einki menniskjabarn ferðast um.
44 Eg heimsøki Bel í Bábel og taki út úr munni hansara tað, ið hann hevur gloypt; fólkasløg skulu ikki streyma til hansara meir. Eisini múrur Bábels er fallin.
45 Farið út úr tí, fólk Mítt - hvør og ein bjargi lívinum undan brennandi vreiði HARRANS!
46 Verið ikki mótfallin og rædd av tíðindunum, sum í landinum ganga - um eini tíðindi hoyrast eitt ár, og síðani næsta árið onnur tíðindi, og um yvirgangur ræður í landinum, og ein harrin reisist móti øðrum!
47 Tí skulu dagar koma, táið Eg heimsøki útskornu myndir Bábels, og alt land tess skal verða til skammar, allir menn tess skulu verða dripnir og falla har.
48 Himmal og jørð og alt, sum teimum er í, skulu fegnast yvir Bábel; tí norðaneftir skulu oyðararnir koma yvir tað - sigur HARRIN.
49 Ja, tit av Ísrael, sum dripin eru - eisini Bábel skal falla! Og tit um alla jørðina, sum dripin eru - eisini tey, sum í Bábel búgva, skulu falla!
50 Tit, sum undan svørðinum eru sloppin - haldið avstað, steðgið ikki á, minnist HARRAN úr hinum fjarlagda landi, og minnist Jerúsalem!
51 Vit vóru vorðin til skammar, tí vit noyddust at hoyra háðorð; skomm fjaldi andlit okkara, tí fremmandir brutust inn yvir halgidómar húss HARRANS.
52 Tí skulu dagar koma - sigur HARRIN - táið Eg heimsøki útskornu myndir tess, og allastaðni í landi tess skulu særdir menn geva seg.
53 Um so Bábel fer upp til himmals, og um tað ger borg sína so høga, at ógongt er til hennara, skal tó oyðari frá Mær koma yvir tað - sigur HARRIN.
54 Neyðarróp hoyrast úr Bábel, mikil oyðing er í landi Kaldeara.
55 Tí HARRIN leggur Bábel í oyði og ger enda á hinum ógvuliga gangi har; bylgjur teirra skulu brúsa sum stór vøtn, dunandi rødd teirra skal ljóða hart.
56 Tí yvir tað - yvir Bábel - kemur oyðari; kappar tess verða tiknir á hondum, og bogar teirra avstøktir; tí HARRIN er Gud, sum lønir aftur - Hann lønir til fulnar.
57 Eg skal gera teir druknar, høvdingar og vísmenn tess, jallar, landstjórar og kappar tess; teir skulu sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur - sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna.
58 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Múrur Bábels - hin breiði - skal verða rivin niður á grund, og portur tess - hini høgu - skulu verða brend upp, so fólk skulu hava pøst seg til einkis, fólkasløg skulu hava arbeitt seg móð fyri eldin!
59 Hetta er boðið, ið Jeremias profetur gav Seraja, syni Nerija, son Maseja, táið hann fór til Bábel við Zedekiasi kongi í Juda, fjórða árið ið hann sat við stýrið - Seraja fekk konginum innivist, táið hann var á ferð.
60 Jeremias skrivaði í bók alla vanlukkuna, ið koma skuldi yvir Bábel, øll hesi orð, ið skrivað eru um Bábel.
61 Og Jeremias segði við Seraja: "Táið tú kemur til Bábel, síggj tá til, at tú lesur upp øll hesi orð!
62 Og tú skalt siga: "HARRI! Tú hevur talað móti hesum staði og sagt, at Tú skalt forkoma tí, so eingin skal vera, sum býr har, hvørki fólk ella fæ; nei, tað skal verða til ævigar oyðimarkir."
63 Táið tú so ert liðugur at lesa upp hesa bók, skalt tú binda stein upp í hana og kasta hana í Eufrat
64 og siga: "So skal Bábel søkka og ikki koma upp aftur - av vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir tað - og máttleys skulu tey liggja har!"" - Her endar tað, ið Jeremias hevur talað.