Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Gangið um á gøtum Jerúsalems og síggið og ansið eftir, leitið á torgunum, um tit finna nakran - um nakar er, sum ger rætt, sum stevnir eftir sannleika! So skal Eg fyrigeva teimum.
2 Nei - um tey so siga: "So satt sum HARRIN livir!" svørja tey rangt kortini.
3 HARRI, er tað ikki sannleika, eygu Tíni leita eftir! Tú slóst tey, men tey kendu tað ikki; Tú legði tey í oyði, men tey vildu ikki taka við tykt; harðari enn grót gjørdu tey andlit sítt, tey vildu ikki venda við.
4 Tá segði eg: "Hetta eru bert smámenn - teir bera seg at sum dárar, av tí at teir kenna ikki veg HARRANS, rætt Guds síns!
5 Nú skal eg fara til hinar stóru og tosa við teir; tí teir kenna veg HARRANS, rætt Guds síns." - Men júst teir hava allir brotið sundur okið og slitið bondini!
6 Tí skal leyvan úr skóginum sláa tey, úlvurin av heiðunum gera enda á teimum; leopardurin lúrir uttan fyri býir teirra; hvør tann, ið út úr teimum kemur, skal verða sundurskræddur. Tí mong eru brot teirra, mong í tali eru fráføll teirra.
7 Hvussu skuldi Eg fyrigivið tær! Synir tínir hava vent Mær bakið og svorið um gudar, ið ikki eru gudar; og Eg mettaði teir, men teir drivu hor og tyrptust saman í horuhúsinum.
8 Teir líkjast vælfóðraðum, graðum hestum; teir gneggja hvør eftir konu næsta síns.
9 Skuldi Eg ikki straffað slíkt - sigur HARRIN - skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!
10 Farið upp á múrar hennara og oyðið - men gerið ikki heilt enda á henni! Takið burtur greinar hennara, tí tær hoyra ikki HARRANUM til!
11 Tí trúleyst hava tey borið seg at móti Mær, hús Ísraels og hús Juda - sigur HARRIN.
12 Tey hava avnoktað HARRAN og sagt: "Hann er ikki til, og eingin vanlukka skal koma yvir okkum; vit skulu hvørki síggja svørð ella hungur!
13 Og profetarnir skulu koma upp í vind, tí eingin er, sum talar í teimum!" - So skal gangast teimum sjálvum!
14 Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Aftur fyri at tit siga slíkt - ja, so geri Eg orð Míni í munni tínum til eld og hetta fólk til við, og eldurin skal oyða tey.
15 Eg lati tjóð úr fjarløgu koma yvir tykkum, hús Ísraels - sigur HARRIN - tjóð, ið er sterk, tjóð frá fornum døgum, tjóð - tú dugir ikki mál hennara, og tú skilir ikki, hvat hon sigur.
16 Pílahúsi hennara er sum opin grøv; allir eru teir kappar.
17 Teir skulu eta upp korn títt og breyð títt, teir skulu forkoma sonum og døtrum tínum, teir skulu eta upp smáfæ títt og neyt tíni, teir skulu gera enda á víntræi og fikutræi tínum; hinar víggirdu staðir tínar, sum tú hevur til álit, skulu teir bróta niður við svørði.
18 Men enntá á teimum døgum - sigur HARRIN - skal Eg ikki gera heilt enda á tykkum.
19 Táið tit tá siga: "Hví hevur HARRIN Gud okkara gjørt okkum alt hetta?" - skalt tú siga við tey: "Eins og tit vendu Mær bakið og tæntu fremmandum gudum í landi tykkara, so skulu tit eisini tæna fremmandum í landi, sum ikki er tykkara."
20 Kunngerið hetta í húsi Jákups, boðið tað í Juda - sigið:
21 Hoyr hetta, tú býtta fólk, sum einki vit hevur, tit, ið hava eygu, men síggja ikki, og oyru, men hoyra ikki
22 Vilja tit ikki óttast Meg? - sigur HARRIN - vilja tit ikki skelva fyri ásjón Míni? - fyri Mær, sum havi sett sjónum sandin til mark, til ævigan garð, sum hann sleppur ikki um, so at aldurnar einki eru mentar, hvussu tær so bróta, ikki sleppa um hann, hvussu tær so brúsa.
23 Men hetta fólk hevur ólýðið og treiskt hjarta; tey eru vikin av leið og eru farin burtur.
24 Og tey hava ikki sagt í hjarta sínum: "Latið okkum óttast HARRAN Gud okkara, sum gevur regn í rættari tíð, bæði heystregn og várregn, Hann, sum vissar okkum vikurnar, táið inn skal heystast!"
25 Misgerðir tykkara hava volt, at hetta er komið í ólag; syndir tykkara hava hildið hinum góða burtur frá tykkum.
26 Tí millum fólk Mítt finnast gudleys; tey leggja seg á lúr, húka eins og fuglamenn; tey seta snerrur og veiða menniskju.
27 Sum búr er fult av fuglum, eru hús teirra full av sviki - tí eru tey vorðin stór og rík!
28 Tey eru vorðin feit, tey glinsa; tey eru so full av illum, at útav rennur. Teir døma í ongari søk - ikki í søk hins faðirleysa, so teir fremja hana; og hinum fátæku hjálpa teir ikki at fáa rætt.
29 Skuldi Eg ikki straffað slíkt! - sigur HARRIN - skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!
30 Ræðuligt og øgiligt er tað, sum í landinum verður gjørt:
31 Profetarnir profetera lygn, og prestarnir stýra eftir ráðum teirra - og fólk Mítt vil hava tað so! Men hvat ætla tit at gera, táið endin á hesum kemur?