Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 35
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM á døgum Jójakims judakongs, sonar Josiasar; Hann segði:
2 "Far til teir av ætt Rekabita og tosa við teir, far so inn í hús HARRANS við teimum, í eitt av kømurunum, og gev teimum vín at drekka!"
3 Eg fór tá eftir Ja’azanja, syni Jirmeja, son Habazinja, og brøðrum hansara og øllum sonum hansara - og allari ætt Rekabita -
4 og fór inn í hús HARRANS við teimum, inn í kamarið, sum synir gudsmannin Hanan, son Jigdalja, áttu, og sum var tætt við kamar høvdinganna, uppi yvir kamari Ma’aseja, sonar Sallums, duravaktarans.
5 Og eg setti fyri teir av ætt Rekabita kannur, fullar av víni, og steyp; síðani segði eg við teir: "Drekkið vín!"
6 Men teir svaraðu: "Vit drekka ikki vín; tí faðir okkara, Jónadab, sonur Rekab, hevur givið okkum hetta boð: "Tit mugu aldri drekka vín, hvørki tit ella børn tykkara!
7 Og tit mugu ikki byggja hús, ei heldur sáa korn ella planta víngarðar ella eiga nakað slíkt; nei, í tjøldum skulu tit búgva allar dagar tykkara - so tit kunnu liva leingi í landinum, tit búgva í sum fremmandir."
8 Og vit hava aktað faðir okkara, Jónadab, son Rekab, í øllum, sum hann gav okkum boð um - at vit aldri máttu drekka vín, hvørki vit ella konur okkara, synir ella døtur okkara,
9 ikki byggja okkum hús at búgva í, hvørki eiga víngarð ella akrar og ikki sáa korn.
10 Vit hava búð í tjøldum; vit hava aktað og gjørt alt tað, ið Jónadab, faðir okkara, gav okkum boð um.
11 Men nú Nebukadnezar kongur í Bábel breyt seg inn í landið, søgdu vit: "Komið, latið okkum fara inn í Jerúsalem undan Kaldearaherinum og Áramearaherinum!" Vit tóku tá bústað í Jerúsalem."
12 Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði:
13 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Far og sig við Judamenn og við teir, sum í Jerúsalem búgva: Vilja tit ikki taka við tykt og akta orð Míni? - sigur HARRIN.
14 Boðið, ið Jónadab, sonur Rekab, gav, er hildið - tað, ið hann gav sonum sínum, at teir máttu ikki drekka vín; líka til henda dag hava teir ikki drukkið vín, men gjørt, sum faðir teirra segði. - Og Eg havi tíðliga og seint talað til tykkara, men tit hava ikki aktað Meg!
15 Tíðliga og seint havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar, profetarnar, og sagt: "Vendið við, hvør av óndu leið síni, bøtið atburð tykkara, og haldið tykkum ikki til aðrar gudar, so tit dýrka teir! So skulu tit sleppa at búgva í landinum, sum Eg gav tykkum og fedrum tykkara." Men tit vendu ikki oyranum til og aktaðu Meg ikki.
16 Ja, synir Jónadab, son Rekab, hava hildið boðið, ið faðir teirra gav teimum; men hetta fólk hevur ikki aktað Meg.
17 Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg lati koma yvir Juda og yvir øll tey, sum í Jerúsalem búgva, alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt tey við - aftur fyri at tey vildu ikki lurta eftir, táið Eg talaði til teirra, og svaraðu ikki, táið Eg rópti á tey.
18 Men við ætt Rekabita segði Jeremias: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Aftur fyri at tit hava aktað tað, ið Jónadab, faðir tykkara, segði við tykkum, hildið boð hansara og í øllum gjørt, sum hann álegði tykkum
19 - tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Aldri skal fattast maður av ætt Jónadabs, sonar Rekabs, til at standa fyri ásjón Míni!