Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 HARRIN læt meg síggja hesa sjón: Tvær kurvar fullar av fikum vóru settar framman fyri halgidóm HARRANS - tað var, eftir at Nebukadnezar kongur í Bábel var farin avstað úr Jerúsalem við Jekonja, syni Jójakim, konginum í Juda, og høvdingum Juda, træsmiðunum og jarnsmiðunum, og hevði flutt teir til Bábel.
2 Í aðrari kurvini vóru sera góðar fikur, so góðar sum tær, ið tíðliga eru stadnar; í hini kurvini vóru sera ringar fikur - tær vóru ikki etandi, so ringar vóru tær.
3 HARRIN segði við meg: "Hvat sært tú, Jeremias?" Eg svaraði: "Fikur; tær góðu eru sera góðar, og tær ringu eru sera ringar - tær eru ikki etandi, so ringar eru tær."
4 Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
5 So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sum hugt verður at hesum góðu fikum, so skal Eg venda Mær til tey av Juda, ið herleidd eru, tey, sum Eg havi rikið burtur hiðani til Kaldearaland - teimum til góða.
6 Eg skal venda eygum Mínum á tey til gott og flyta tey aftur higar til landið; Eg skal byggja tey upp og ikki ríva tey niður, Eg skal planta tey og ikki slíta tey upp.
7 Eg skal geva teimum hjarta til at kenna, at Eg eri HARRIN; tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra; tí tey skulu venda sær til Mín av øllum hjarta sínum.
8 Men sum gjørt verður við hinar ringu fikurnar, ið eru so ringar, at tær eru ikki etandi - ja, so sigur HARRIN: So skal Eg gera við Zedekias kong í Juda og høvdingar hansara og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, tey, sum eftir eru her í landinum, og tey, sum búgva í Egyptalandi.
9 Eg skal lata tey verða øllum ríkjum á jørðini til ræðu og andstygd, til háð, til orðtak, til spott og til bann, allastaðni har sum Eg reki tey burt.
10 Eg skal senda svørð, hungur og pest ímóti teimum, inntil tey eru avoydd úr landinum, ið Eg gav teimum og fedrum teirra.