Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Hetta er innihald brævsins, ið Jeremias profetur sendi úr Jerúsalem til teirra, ið eftir livdu av hinum elstu millum teirra, sum herleidd vóru, og til prestarnar, profetarnar og alt tað fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábel,
2 eftir at Jekonja kongur, móðir kongin, hirðmenninir, høvdingar Juda og Jerúsalems, træsmiðirnir og jarnsmiðirnir vóru farnir úr Jerúsalem.
3 Hann sendi brævið við El’asa, syni Safan, og Gemarja, syni Hilkia, sum Zedekias kongur í Juda sendi til Bábel, til Nebukadnezar kong í Bábel. Tað ljóðaði so:
4 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, við allar teir, ið Eg havi herleitt úr Jerúsalem til Bábel:
5 Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!
6 Takið tykkum konur og fáið synir og døtur, takið sonum tykkara konur og giftið døtur tykkara burtur, so tær kunnu fáa synir og døtur. Nørist har, fækkist ikki!
7 Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til - biðið til HARRAN fyri honum! Tí táið honum gongst væl, gongst tykkum væl.
8 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Latið teir ikki dára tykkum, profetarnar, ið millum tykkum eru, og spámenn tykkara, og farið heldur ikki eftir dreymunum, ið tit droyma!
9 Tí rangt profetera teir fyri tykkum í navni Mínum; Eg havi ikki sent teir - sigur HARRIN.
10 Tí so sigur HARRIN: Táið 70 ár eru umliðin fyri Bábel, skal Eg vitja tykkum og uppfylla tykkum tað góða, ið Eg havi talað, at Eg skal lata tykkum koma aftur higar.
11 Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
12 Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum.
13 Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg - táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.
14 Eg skal lata tykkum finna Meg - sigur HARRIN - Eg skal venda lagnu tykkara og sanka tykkum saman frá øllum tjóðunum og av øllum støðunum, hagar Eg havi rikið tykkum burt - sigur HARRIN - og Eg skal lata tykkum koma aftur til staðið, haðani Eg herleiddi tykkum.
15 Tit siga jú: "HARRIN hevur reist okkum upp profetar í Bábel!"
16 Tí so sigur HARRIN um kongin, sum í hásæti Dávids situr, og um alt fólkið, sum í hesum býi býr, brøður tykkara, sum ikki eru farnir avstað við tykkum í útlegd
17 - so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg sendi svørð, hungur og pest millum teirra og geri við teir, sum gjørt verður við tær ringu fikurnar, ið ikki eru etandi, sum tær eru ringar;
18 Eg skal elta teir við svørði, hungri og pesti, og Eg skal lata øll ríki á jørðini fara illa við teimum og gera teir til illbøn og ræðslu, til spott og til háð millum øll fólkasløgini, hagar Eg reki teir burt
19 - aftur fyri at teir lurtaðu ikki eftir tí, sum Eg segði - sigur HARRIN - táið Eg tíðliga og seint sendi tænarar Mínar profetarnar til teirra - men tit vildu ikki lurta eftir! sigur HARRIN.
20 Men hoyrið nú tit orð HARRANS, øll tit herleiddu, ið Eg havi sent úr Jerúsalem til Bábel!
21 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, um Akab, son Kolaja, og um Zedekias, son Ma’aseja, teir, ið profetera lygn fyri tykkum í navni Mínum: Eg gevi teir í hond Nebukadnezars kongs í Bábel, og hann skal drepa teir fyri eygum tykkara.
22 Øll tey av Juda, sum eru í útlegd í Bábel, skulu nýta teir sum illbøn og siga: "HARRIN geri við teg sum við Zedekias og Akab, sum bábelskongur steikti í eldi!"
23 - aftur fyri at teir gjørdu skemdarverk í Ísrael, drivu hor við konum hvørs annars og talaðu lygiorð í navni Mínum - slíkt, sum Eg einki boð hevði givið teimum um; Eg veit tað og eri vitni - sigur HARRIN.
24 Við Semaja úr Nehelam skalt tú siga:
25 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tú hevur í tínum egna navni sent bræv til alt fólkið í Jerúsalem, til Zefanja, son Ma’aseja, prestin, og til allar prestarnar og sagt:
26 "HARRIN hevur sett teg til prest í stað Jójada prests, so umsjónarmenn skulu vera í húsi HARRANS yvir øllum, sum eru óðir og fáast við at profetera - slíkar skalt tú seta í stokk og hálsjarn!
27 Hví hevur tú tá ikki revsað Jeremias úr Anatot, sum fæst við at profetera fyri tykkum?
28 Tí hevur hann nú fingið sent boð til okkara í Bábel og latið siga: "Tað kemur at verða leingi! Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!""
29 Hetta bræv las nú Zefanja prestur fyri Jeremiasi profeti.
30 Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði:
31 Send øllum hinum herleiddu boð og sig: So sigur HARRIN um Semaja úr Nehelam: Aftur fyri at Semaja - ósendur av Mær - hevur profeterað fyri tykkum og fingið tykkum at seta álit tykkara á lygn,
32 tí sigur HARRIN so: Eg heimsøki Semaja úr Nehelam og eftirkomarar hansara; eingin av eftirkomarum hansara skal búgva millum hetta fólk, og hann skal ikki fáa at síggja tað góða, ið Eg geri fólki Mínum - sigur HARRIN - tí hann hevur prædikað fráfall frá HARRANUM.