Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels!
2 So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
3 Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;
4 við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.
5 Teir eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott.
6 Eingin er sum Tú, HARRI! Stórur ert Tú, og stórt er navn Títt við veldi Tínum.
7 Hvør skuldi ikki óttast Teg, Tú kongur tjóðanna! Tað sømir seg; tí millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin sum Tú.
8 Men teir eru allir samlir skilaleysir, dárar eru teir. Tóm læra! Træ er hon -
9 sligið silvur, innflutt úr Tarsis, og gull úr Ufaz, verk, ið træsmiðurin og gullsmiðurin hava gjørt; blátt og reytt purpur er klædningur teirra; verk, ið listarkønir menn hava gjørt, eru teir allir samlir.
10 Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.
11 So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum.
12 Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.
13 Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himlinum; Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.
14 Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av skurðmynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.
15 Tær eru fáfongd - verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.
16 Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt; og Ísrael er ættin, ið er arvalutur Hansara - HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
17 Savna góðs títt saman úr landinum, tú, sum býrt í kringsettum býum!
18 Tí so sigur HARRIN: Hesa ferð skal Eg sleingja burt tey, sum í landinum búgva, og Eg skal lata tey koma í trongd, so tey sanna tað!
19 Vei mær, sum eg eri sundursoraður! Sár mítt er ógrøðandi. Men eg sigi: Ja, hetta er plága mín, eg noyðist at bera hana!
20 Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni.
21 Nei, hirðarnir vóru skilaleysir og søktu ikki HARRAN; tí fóru teir ikki at við vísdómi - og alt fylgi teirra spjaddist sundur!
22 Boðskapur hoyrist, ja, tað nærkast! Ógvuligt óljóð kemur úr Norðurlandi, og býirnir í Juda skulu verða gjørdir til oyðimørk, sjakalabústað.
23 Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!
24 Tykta meg, HARRI, men við máta, ikki í vreiði Tíni, so Tú forkemur mær heilt!
25 Úthell vreiði Tína yvir heidningarnar, ið kenna Teg ikki, og yvir ættirnar, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup, ja, etið hann upp og gjørt enda á honum; bústað hansara hava tey lagt í oyði.