Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Táið Pashur, sonur Immer, presturin, sum var yvirumsjónarmaður í húsi HARRANS, hoyrdi Jeremias profetera hetta,
2 sló Pashur Jeremias profet og setti hann í stokkin í Ovara Benjaminsportri í húsi HARRANS.
3 Men táið Pashur dagin eftir slepti Jeremias leysan úr stokkinum, segði Jeremias við hann: "HARRIN rópar teg ikki Pashur, men Magor-Missabib.
4 Tí so sigur HARRIN: Eg geri teg til ræðslu fyri teg sjálvan og fyri allar vinir tínar, og teir skulu falla fyri svørði fígginda sína - og tað fyri eygum tínum; og alt Juda skal Eg geva bábelskongi í hendur, og hann skal herleiða tey til Bábel og drepa tey við svørði.
5 Alt góðsið í hesum býi, allar ognir hansara og allar skattir hansara og allar skattir judakonga skal Eg geva fíggindum teirra í hendur; teir skulu ræna tað og taka tað og fara til Bábel við tí.
6 Og tú, Pashur, og øll, sum búgva í húsi tínum, tit skulu verða herleidd; til Bábel skalt tú koma, har skalt tú doyggja, og har skalt tú verða jarðaður, tú og allir vinir tínir, sum tú hevur spáað lygn fyri."
7 HARRI! Tú yvirtalaði meg, og eg læt meg yvirtala; Tú vart mær ov sterkur og fekst vald á mær - og til látur eri eg vorðin líðilangan dagin, hvør maður háðar meg.
8 Tí hvørja ferð eg tali, noyðist eg at rópa; undan yvirgangi og kúgan rópi eg; ja, orð HARRANS er vorðið mær til háð og spott líðilangan dagin.
9 Men táið eg segði: "Eg skal ikki hugsa um Hann og ikki tala uppaftur í navni Hansara!" tá varð tað í hjarta mínum sum brennandi eldur, innibyrgdur í beinum mínum; eg royndi at halda tað út, men var ikki mentur.
10 Tí eg hoyrdi mong baktala meg, ræðslu frá øllum síðum: "Klagið hann! Vit skulu klaga hann!" Allir teir, sum eg livdi í friði við, lúrdu eftir, um eg mundi fara at falla; teir søgdu: "Kanska hann letur seg lokka, so vit fáa vald á honum og fáa hevnt okkum á hann!"
11 Men HARRIN er við mær sum veldig hetja; tí skulu teir, ið jagstra meg, snáva og einki vera mentir; ja, teir skulu verða stórliga til skammar, aftur fyri at teir fóru ikki at við vísdómi - verða raktir av ævigari vanæru, sum aldri verður gloymd.
12 Tí HARRIN Gud herskaranna, Hann roynir hin rættvísa, Hann sær nýru og hjarta; eg skal fáa at síggja hevnd Tína á teimum, tí eg havi lagt málevni mítt fram fyri Teg.
13 Syngið fyri HARRANUM, lovið HARRANUM! Tí Hann hevur frelst sál hins fátæka úr hondum illgerðarmanna.
14 Bannaður veri dagurin, táið eg varð føddur! Dagurin, táið móðir átti meg, veri ikki signaður!
15 Bannaður veri maðurin, ið bar faðir hesi boð: "Tú hevur fingið son!" og sum gleddi hann stórliga!
16 Tí manni gangist sum býunum, ið HARRIN koyrdi umkoll og spardi ikki; hann hoyri róp á morgni og herróp um middag
17 - aftur fyri at hann drap meg ikki í móðurlívi, so at móðir varð grøv mín, og móðurlív hennara við barn til ævigar tíðir.
18 Hví kom eg úr móðurlívi at síggja møði og sorg og enda dagar mínar í skomm?