Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Tú skalt ikki taka tær konu, og tú skalt ikki hava synir og døtur, á hesum staði.
3 Tí so sigur HARRIN um synirnar og døturnar, ið á hesum staði verða fødd, um møðurnar, ið eiga tey, og um fedrarnar, ið fáa tey í hesum landi:
4 Pínafullan deyða skulu tey doyggja; eingin skal gráta um tey, og eingin skal jarða tey; til tøð á markini skulu tey verða, svørð og hungur skulu gera enda á teimum; og lík teirra skulu verða fuglum himmalsins og dýrum jarðarinnar til føði.
5 Tí so sigur HARRIN: Far ikki í sorgarhús, far ikki avstað at harmast, og vís teimum onga samkenslu! Tí Eg havi tikið frið Mín frá hesum fólki - sigur HARRIN - ja, náði og miskunn Mína.
6 Tey skulu doyggja, bæði stór og smá, í hesum landi; ikki skulu tey verða jarðað, og eingin skal harmast um tey ella skera í hold sítt ella raka av sær hárið fyri teirra skuld.
7 Eingin skal bróta breyð til teirra, til at troysta tey í sorgini eftir ein deyðan, og eingin skal geva nøkrum troystarskál at drekka, táið hann hevur mist faðir ella móður.
8 Í veitsluhús skalt tú heldur ikki fara, til at sita og eta og drekka við teimum.
9 Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Fyri eygum tykkara, og meðan tit liva, lati Eg frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, halda uppat á hesum staði.
10 Táið tú nú kunngert hesum fólki øll hesi orð, og tey tá spyrja teg: "Hví hevur HARRIN boðað alla hesa stóru vanlukku yvir okkum? Hvat er misgerð okkara, og hvørja synd hava vit gjørt móti HARRANUM Gudi okkara?"
11 tá skalt tú svara teimum: "Jú, fedrar tykkara vendu Mær bakið - sigur HARRIN - og hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; Mær vendu teir bakið og hildu ikki lóg Mína!
12 Og tit bera tykkum verri at enn fedrar tykkara, tit, ið øll ganga eftir ónda, harða hjarta tykkara og lurta ikki eftir Mær.
13 Tí skal Eg blaka tykkum út úr hesum landi, burt í land, sum tit ikki hava kent, hvørki tit ella fedrar tykkara, og har skulu tit dag og nátt dýrka aðrar gudar, tí Eg onga náði vil vísa tykkum."
14 Tí skulu dagar koma - sigur HARRIN - táið tey ikki longur skulu siga: "So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi - "
15 men: "So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Norðurlandi og úr øllum londunum, hagar Hann hevði rikið teir -." Tí Eg skal flyta tey aftur til land teirra, tað, ið Eg gav fedrum teirra.
16 Eg sendi boð eftir mongum fiskimonnum - sigur HARRIN - og teir skulu fiska tey; síðani sendi Eg boð eftir mongum veiðimonnum, og teir skulu styggja tey burt av hvørjum fjalli og hvørji hædd og úr bergskorunum.
17 Tí eygu Míni eru vend á allar leiðir teirra; tær eru ikki loyndar fyri ásjón Míni, og misbrot teirra er ikki dult fyri eygum Mínum.
18 Fyrst skal Eg nú tvífalt løna teimum aftur misbrot og synd teirra, at tey vanhalgaðu land Mítt við deyðu kroppum viðurstyggiligu avguda sína og fyltu arvalut Mín við andstygdum sínum.
19 HARRI, styrki mín, vernd mín og skjól mítt neyðardagin! Til Tín skulu fólkasløg koma frá endum jarðarinnar og siga: "Einki uttan lygn fingu fedrar okkara í arv, tómar avgudar - eingin teirra er mentur at hjálpa!
20 Skal menniskjað gera sær gudar! - Teir eru jú ikki gudar!"
21 Tí skal Eg nú hesa ferð lata tey kenna - ja, Eg skal lata tey kenna hond Mína og styrki Mína; og tey skulu sanna, at navn Mítt er HARRIN.