Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 44
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orðið, ið kom til Jeremias um allar Judamenn, sum í Egyptalandi búðu, teir, sum búðu í Migdol, Tapanhes, Nof og Patroslandi:
2 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tit hava sæð alla vanlukkuna, ið Eg havi latið koma yvir Jerúsalem og allar býir Juda - ja, teir eru nú oyðimørk, sum eingin býr í -
3 aftur fyri tað illa, ið tey gjørdu, og sum tey eggjaðu Meg til vreiði við - at tey fóru og brendu roykilsi fyri øðrum gudum og dýrkaðu teir, gudar, ið tey ikki kendu, hvørki tey ella tit ella fedrar tykkara.
4 Og Eg sendi allar tænarar Mínar, profetarnar, til tykkara tíðliga og seint og segði: Gerið ikki slíkt viðurstyggiligt, sum Eg hati!
5 Men tey lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyranum til, so tey vendu við frá óndskapi sínum og góvu uppat at brenna roykilsi fyri øðrum gudum.
6 Tá varð vreiði Mín og bræði Mín úthelt og brendi í býum Juda og á gøtum Jerúsalems, so at tey vórðu oyðimørk og vórðu løgd í oyði - sum í dag gevur at bíta!
7 Og nú sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Hví draga tit slíka vanlukku oman yvir tykkum sjálv? Tit oyða jú úr Juda menn og kvinnur, børn og bróstabørn, so ikki so mikið sum ein leivd verður eftir av tykkum,
8 táið tit eggja Meg til vreiði við handaverkum tykkara, við at brenna roykilsi fyri øðrum gudum í Egyptalandi, hagar tit eru farin at búgva sum fremmand. Úrslitið verður, at tit beina fyri tykkum sjálvum og verða bann og spott millum øll fólkasløg á jørðini.
9 Hava tit gloymt illgerðir fedra tykkara, illgerðir judakonga, illgerðir kona teirra, tykkara egnu illgerðir og illgerðir kona tykkara, tær, ið gjørdar hava verðið í Judalandi og á gøtum Jerúsalems?
10 Líka til henda dag hava tey ikki eyðmýkt seg; tey óttast ikki og liva ikki eftir lóg Míni og boðum Mínum, sum Eg havi lagt fyri tykkum og fedrar tykkara.
11 Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg skal venda ásjón Míni móti tykkum - til tað illa - og Eg skal oyða alt Juda.
12 Og Eg skal taka tey, ið eftir eru av Juda, tey, ið settu í seg at fara til Egyptalands og búgva har sum fremmand, og tey skulu øll ganga til grundar; í Egyptalandi skulu tey falla; fyri svørði og av hungri skulu tey ganga til grundar; bæði smá og stór skulu doyggja fyri svørði og av hungri, og tey skulu verða til eið, til ræðslu, til illbøn og til spott.
13 Eg skal heimsøkja tey, sum í Egyptalandi búgva, eins og Eg heimsøkti Jerúsalem - við svørði, hungri og pesti.
14 Av teimum, ið eftir eru av Juda, teimum, ið komin eru til Egyptalands til at búgva har sum fremmand, skal eingin komast undan ella verða eftir, so hann kemur aftur til Judaland - sum tey stunda eftir at koma aftur til og búgva í - nei, eingin skal koma heimaftur uttan nøkur fá undansloppin.
15 Tá svaraðu tey Jeremiasi - allir menninir, ið vitstu, at konur teirra brendu roykilsi fyri øðrum gudum, og allar kvinnurnar, ið stóðu har í stórum flokki, og alt fólkið, sum búði í Egyptalandi, í Patros - tey søgdu:
16 "Vit lurta ikki eftir tær í hasum, sum tú talaði til okkara í navni HARRANS!
17 Nei, vit skulu gera alt tað, ið muður okkara hevur lovað; vit skulu brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, soleiðis sum vit hava gjørt, vit og fedrar okkara, kongar og høvdingar okkara, í býum Juda og á gøtum Jerúsalems. Tá høvdu vit nóg mikið breyð at eta, og okkum gekst væl, eingin vanlukka kom yvir okkum.
18 Men frá tí stund vit góvu uppat at brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, hevur okkum fattast alt, og fyri svørði og av hungri eru vit gingin til grundar.
19 Og táið vit brendu roykilsi fyri himmaldrotningini og útheltu drykkjuoffur til hennara - mundu menn okkara ikki vita av tí og vilja tað - at vit bakaðu henni køkur, dýrkaðu hana og útheltu drykkjuoffur til hennara!"
20 Men Jeremias segði við alt fólkið, við menninar, kvinnurnar og alt fólkið, ið hevði svarað honum so:
21 "Tað, at tit hava brent roykilsi í býum Juda og á gøtum Jerúsalems, tit og fedrar tykkara, kongar og høvdingar tykkara og fólkið í landinum - man HARRIN ikki hava minst tað og hugsað um tað!
22 Jú, HARRIN fekk ikki tolt tað longur - illgerðir tykkara og tað viðurstyggiliga, ið tit gjørdu - og so varð land tykkara til oyðimørk og varð lagt í oyði, varð bann, so eingin býr har - sum í dag gevur at bíta!
23 Aftur fyri at tit brendu roykilsi, syndaðu móti HARRANUM, ikki lurtaðu eftir tí, sum HARRIN segði, ikki livdu eftir lóg, boðum og vitnisburðum Hansara, tí kom henda vanlukka á tykkum - sum í dag gevur at bíta!"
24 Og Jeremias segði við alt fólkið og allar kvinnurnar: "Hoyrið orð HARRANS, øll tit av Juda, sum í Egyptalandi eru!
25 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tit og kvinnur tykkara, tit hava við hondunum útint tað, ið tit lovaðu við munninum, táið tit søgdu: "Vit skulu halda lyftini, ið vit hava gjørt - brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara!" Haldið bert lyfti tykkara og útinnið tey!
26 Men hoyrið so orð HARRANS, øll tit av Juda, sum í Egyptalandi búgva! Eg havi svorið um stóra navn Mítt - sigur HARRIN: Sanniliga, navn Mítt skal ikki verða tikið uppá tunguna aftur av nøkrum judeiskum manni í øllum Egyptalandi, so hann sigur: "So satt sum Harrin HARRIN livir!"
27 Tí Eg vaki yvir teimum - til ilt og ikki til gott; hvør maður av Juda, sum í Egyptalandi er, skal ganga til grundar fyri svørði og av hungri, inntil endi er gjørdur á teimum.
28 Bert tey, ið komast undan svørðinum, skulu koma aftur úr Egyptalandi til Judaland - lítil flokkur; og øll tey, sum eftir eru av Juda, tey, sum komin eru til Egyptalands at búgva har sum fremmand, skulu fáa at síggja, um tað verður orð Mítt, ið fast stendur, ella teirra.
29 Og hetta - sigur HARRIN - skal vera tykkum tekinið fyri, at Eg skal heimsøkja tykkum á hesum staði, so tit fáa at síggja, at orð Míni um tykkum standa føst - tykkum til vanlukku:
30 So sigur HARRIN: Eg gevi Farao Hofra, kongin í Egyptalandi, í hendur fígginda hansara og í hendur teirra, sum liggja honum eftir lívinum, soleiðis sum Eg havi givið Zedekias kong í Juda í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, sum var fíggindi hansara og lá honum eftir lívinum."