Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orð Jeremiasar, sonar Hilkia, sum var ein av prestunum í Anatot í Benjaminslandi.
2 Orð HARRANS kom til hansara á døgum Josiasar, kongs í Juda, sonar Amons, trettanda árið ið hann sat við stýrið,
3 og síðani á døgum Jójakims, kongs í Juda, sonar Josiasar, líka til seinast á ellivta ári judakongs Zedekiasar, sonar Josiasar - líka til íbúgvar Jerúsalems vórðu herleiddir í fimta mánaði.
4 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
5 "Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg."
6 Men eg svaraði: "Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!"
7 Tá segði HARRIN við meg: "Sig ikki: "Eg eri so ungur!" Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.
8 Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! - sigur HARRIN."
9 HARRIN rætti út hondina og nam við munn mín; og HARRIN segði við meg: "Nú leggi Eg orð Míni í munn tín.
10 Eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og yvir ríkini, til at slíta upp og ríva niður, leggja í oyði og bróta niður, byggja og planta."
11 Nú kom orð HARRANS til mín; Hann segði: "Hvat sært tú, Jeremias?" Eg svaraði: "Eg síggi grein av mandlutræi."
12 Tá segði HARRIN við meg: "Beint hevur tú sæð; tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út."
13 Uppaftur kom orð HARRANS til mín; Hann segði: "Hvat sært tú?" Eg svaraði: "Eg síggi kókandi pott; hann er vendur higar úr norðri."
14 HARRIN segði við meg: "Úr norðri skal vanlukkan koma kókandi yvir øll, sum í landinum búgva.
15 Tí Eg sendi boð eftir øllum ættum fólkanna í ríkjunum í norðri - sigur HARRIN - og teir skulu koma og reisa hvør hásæti sítt uttan fyri portur Jerúsalems, móti øllum múrum tess rundanum og móti øllum býunum í Juda.
16 Og Eg skal fella dóm yvir tey aftur fyri allan óndskap teirra - at tey vendu Mær bakið, brendu roykilsi fyri øðrum gudum og tilbóðu handaverk síni.
17 Gyrð tú tí nú lendar tínar og stíg fram og tala til teirra alt, ið Eg áleggi tær! Ver ikki ræddur fyri teimum, tí annars skal Eg gera teg ræddan fyri teimum!
18 Og Eg geri teg í dag til víggirda borg, jarnstólpa og koparmúr móti øllum landinum, móti kongunum í Juda, høvdingunum og prestunum har og móti øllum fólkinum í landinum,
19 so teir skulu ikki verða mentir at basa tær - tóat teir fara at berjast móti tær; tí Eg eri við tær og skal hjálpa tær - sigur HARRIN."