Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Í byrjan ríkisstjórnar Jójakims judakongs, sonar Josiasar, kom hetta orðið frá HARRANUM; Hann segði:
2 So sigur HARRIN: Stíg fram í forgarði húss HARRANS og tala til øll tey úr býum Juda, sum koma at tilbiðja í húsi HARRANS, øll orðini, ið Eg havi álagt tær at tala til teirra - lat ikki eitt orð verða ósagt!
3 Tað kundi borið á, at tey lurtaðu eftir og vendu við, hvør av óndu leið síni, so Eg fekk angrað tað illa, ið Eg havi í huga at gera teimum aftur fyri ringa atburð teirra.
4 Tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN: So satt sum tit vilja ikki lurta eftir Mær, so tit gera eftir lógini, ið Eg havi lagt fyri tykkum,
5 og lurta eftir tí, sum tænarar Mínir profetarnir tala, teir, ið Eg sendi til tykkara bæði tíðliga og seint - tóat tit vilja ikki lurta eftir -
6 so skal Eg gera við hetta hús sum við Silo; og henda bý skal Eg gera til illbøn fyri øll fólkasløg á jørðini.
7 Prestarnir, profetarnir og alt fólkið hoyrdu nú Jeremias tala hesi orð í húsi HARRANS.
8 Og táið Jeremias var liðugur at tala alt, ið HARRIN hevði álagt honum at tala til alt fólkið, tóku teir hann á hondum - prestarnir, profetarnir og alt fólkið - og søgdu: "Nú skalt tú lata lív!
9 Hví hevur tú profeterað í navni HARRANS og sagt: "Tað skal gangast við hesum húsi sum við Silo, og hesin býur skal verða lagdur í oyði, so eingin býr í honum!"" Og alt fólkið tyrptist saman um Jeremias í húsi HARRANS.
10 Men táið høvdingar Juda hoyrdu hetta, fóru teir úr kongshøllini niðan í hús HARRANS og settust uttan fyri Nýggjaportur í húsi HARRANS.
11 Prestarnir og profetarnir søgdu nú við høvdingarnar og alt fólkið: "Hesin maður er deyðasekur; tí hann hevur profeterað móti hesum býi, soleiðis sum tit við egnum oyrum hava hoyrt!"
12 Tá segði Jeremias við allar høvdingarnar og alt fólkið: "HARRIN hevur sent meg at profetera móti hesum húsi og móti hesum býi alt tað, ið tit hava hoyrt.
13 Bøtið tí nú leiðir og atburð tykkara, og lurtið eftir tí, sum HARRIN Gud tykkara sigur! So skal HARRIN angra tað illa, ið Hann hevur talað móti tykkum.
14 Og eg - ja, eg eri í hondum tykkara - gerið við meg, sum gott og beint er í eygum tykkara!
15 Men tað skulu tit vita, at drepa tit meg, so draga tit sakleyst blóð oman yvir tykkum sjálvar og yvir henda bý og tey, sum í honum búgva; tí sanniliga er tað HARRIN, ið hevur sent meg at tala øll hesi orð fyri oyrum tykkara!"
16 Nú søgdu høvdingarnir og alt fólkið við prestarnar og profetarnar: "Hesin maður er ikki deyðasekur - tað er jú í navni HARRANS Guds okkara, hann hevur talað til okkara!"
17 Og nakrir av hinum elstu í landinum stigu fram og søgdu við alt fólkið, ið saman var komið:
18 "Meðan Ezekias var kongur í Juda, profeteraði Mika úr Moreset og segði við alt fólkið í Juda: "So sigur HARRIN Gud herskaranna: Zion skal verða pløgt sum akur, Jerúsalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir."
19 Mundi Ezekias judakongur - og alt Juda - drepa hann! Óttaðist hann ikki HARRAN, og bønaði hann ikki Hann, so HARRIN angraði tað illa, ið Hann hevði talað móti teimum! - Tað er stór vanlukka, ið vit eru um at draga oman yvir okkum sjálvar!"
20 Har var eisini annar maður, sum profeteraði í navni HARRANS, Uria, sonur Semaja, úr Kirjat-Jearim; hann profeteraði móti hesum býi og hesum landi, júst á sama hátt sum Jeremias.
21 Táið tá Jójakim kongur og allir kappar hansara og allir høvdingarnir hoyrdu tað, ið hann segði, royndi kongurin at fáa dripið hann; men Uria fekk hetta at frætta, og hann ræddist og flýddi og kom til Egyptalands.
22 Tá sendi Jójakim kongur nakrar menn til Egyptalands; hann sendi Elnatan, son Akbor, og nakrar aðrar til Egyptalands;
23 teir høvdu Uria við heim úr Egyptalandi og fóru við honum til Jójakim kong; og hann læt hann drepa við svørði og lík hansara kasta, har sum smámaðurin hevði grevstur.
24 Men Ahikam, sonur Safan, vardi Jeremias og forðaði fyri, at hann varð givin fólkinum í hendur at verða dripin.