Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, táið Zedekias kongur sendi Pashur, son Malkia, og Zefanja, son Ma’aseja, prestin, til hansara og læt siga:
2 "Spyr HARRAN til ráðs fyri okkum! Tí Nebukadnezar kongur í Bábel herjar á okkum - kanska HARRIN fer at gera við okkum eftir øllum undurverkum Sínum, so hann fer burtur aftur frá okkum."
3 Jeremias svaraði teimum: Sigið við Zedekias:
4 So sigur HARRIN Gud Ísraels: Vápnini, sum í hondum tykkara eru, og sum tit berjast við uttan fyri múrin móti bábelskongi og móti Kaldearum, ið hava kringsett tykkum, teimum vendi Eg við og savni tey mitt í hesum býi.
5 Og Eg skal sjálvur berjast við tykkum við útrættari hond og sterkum armi, í vreiði, bræði og miklum sinnismuni.
6 Eg skal sláa tey, sum í hesum býi búgva - ja, bæði fólk og fæ; av herviligum pesti skulu tey doyggja.
7 Og síðani - sigur HARRIN - skal Eg geva Zedekias kong í Juda og tænarar hansara og fólkið - tey, sum eftir verða í hesum býi eftir pestin, svørðið og hungurin - í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; hann skal høgga tey niður við svørði, hann skal ikki eira teimum, ikki spara tey ella miskunna teimum.
8 Og sig við hetta fólk: So sigur HARRIN: Eg leggi fyri tykkum veg lívsins og veg deyðans:
9 Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pesti; men tann, ið fer út og gevur seg í vald Kaldeara, sum hava kringsett tykkum, skal liva og vinna lív sítt sum fong.
10 Tí Eg havi vent ásjón Míni móti hesum býi - til ilt og ikki til gott, sigur HARRIN; í hendur bábelskongs skal hann verða givin, og hann skal brenna hann av.
11 Og við hús judakongs skalt tú siga: Hoyrið orð HARRANS, hús Dávids!
12 So sigur HARRIN: Haldið rætt hvønn morgun, og frelsið tann, ið rændur er, av hond kúgarans, so vreiði Mín brýtur ikki út sum eldur og brennur, so at eingin fær sløkt - aftur fyri óndu gerðir tykkara!
13 Ja, Eg komi á teg, tú, sum í dalinum býrt, kletturin á slættanum - sigur HARRIN - tit, ið siga: "Hvør kann koma oman og leypa á okkum, og hvør fær komið inn í bústaðir okkara!"
14 - Eg skal heimsøkja tykkum eftir ávøksti verka tykkara - sigur HARRIN - Eg skal seta eld á skóg tykkara, og hann skal brenna upp alt rundan um har.