Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Um tú umvendir teg, Ísrael - sigur HARRIN - skalt tú sleppa aftur til Mín; og tekur tú viðurstygdir tínar burt frá ásjón Míni, skalt tú ikki flakka heimleyst um.
2 Svørt tú: "So satt sum HARRIN livir!" í sannleika, við rætti og rættvísi, skulu fólkasløg signa seg í Honum og rósa sær av Honum.
3 Ja, so sigur HARRIN við Judamenn og við Jerúsalem: Takið tykkum nýggja mark at velta í, og sáið ikki millum tornir!
4 Umskerið tykkum fyri HARRANUM, fáið burt yvirhúð hjarta tykkara, tit Judamenn og tit, sum í Jerúsalem búgva - so ikki vreiði Mín brýtur út sum eldur og brennur so, at eingin fær sløkt hana, aftur fyri ringa atburð tykkara!
5 Kunngerið í Juda og boðið í Jerúsalem og sigið: "Blásið í horn í landinum!" Rópið, alt tað tit eru mentir, og sigið: "Savnið tykkum saman, og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir!"
6 Reisið upp hermerki, tann vegin sum Zion liggur, flýggið og steðgið ikki! Tí Eg lati vanlukku koma norðaneftir, mikla oyðing.
7 Leyva hevur reist seg, haðani sum hon lá millum runnarnar, fólkaoyðari er hildin avstað, er farin heimanfrá, at gera land títt til oyðimørk; býir tínir skulu verða lagdir í oyði, so eingin býr har.
8 Sveipið tykkum tí í syrgibúna, venið tykkum og rópið! Tí brennandi vreiði HARRANS hevur ikki vent sær frá okkum.
9 Tann dag - sigur HARRIN - skal vit kongsins og høvdinganna svíkja, prestarnir skulu ræðast, og ótti skal fylla profetarnar.
10 Tá segði eg: "Á Harri HARRI! Tað er vist, at illa hevur Tú svikið hetta fólk og Jerúsalem, táið Tú segði: "Tit skulu hava frið!" Nú er jú svørðið komið líka at sálini!"
11 Tá skal verða sagt um hetta fólk og um Jerúsalem: Glóðheitur vindur av hinum naknu hæddum í oyðimørkini blæsur á dóttur fólks Míns, ikki til at kasta ella reinsa korn við;
12 nei, harðari vind enn so skal Eg lata koma; nú skal Eg eisini fella dóm yvir tey.
13 Ja, sum skýggj kemur hann, og sum harðveður eru vagnar hansara; hestar hansara eru kvikari enn ørnir - vei okkum, tað er úti við okkum!
14 Vaska óndskapin av hjarta tínum, Jerúsalem, so tú kanst verða frelst! Hvussu leingi fara hasar syndafullu hugsanir at búgva innan í tær?
15 Úr Dan hoyrist rødd við tíðindum, av Efra’imsfjøllum ein, ið boðar ilt.
16 Kunngerið tjóðunum tað, boðið Jerúsalem tað: Menn koma úr landi langt burtur at kringseta býirnar í Juda, og teir lata rødd sína ljóða móti teimum.
17 Sum vaktarar rundan um akur savnast teir móti tí rundanum; tí Meg hevur tað ikki viljað aktað - sigur HARRIN.
18 Atburður tín og gerðir tínar hava volt tær hetta; hetta er ávøkstur óndskapar tíns - at tað er beiskt, at tað er komið tær líka at hjartanum.
19 Innvølur mín, innvølur mín! Eg pínist! Á, veggir hjarta míns! Hjartað gevur seg í mær, eg fái ikki tagt! Tí lúðraljóð, herróp hevur tú hoyrt, sál mín!
20 Oyðing oman á oyðing rópa tey um, ja, alt landið er lagt í oyði! Brádliga eru tjøld míni oydd, eftir eini løtu tjaldteppi míni.
21 Hvussu leingi skal eg síggja hermerki og hoyra lúðraljóð?
22 Ja, fólk Mítt er tápuligt, tað kennir ikki Meg; tey eru býtt børn, skil er einki í teimum; tey eru vís til at gera tað, ið ilt er, men at gera gott hava tey ikki vit til.
23 Eg sá jørðina - men nei, hon var oyðin og tóm; eg hugdi upp móti himli - men ljós hansara var burtur.
24 Eg sá fjøllini - ja, og tey pipraðu, og allir heyggjarnir skulvu.
25 Eg hugdi - men nei, ikki eitt menniskja var eftir, og allir fuglar himmalsins vóru flognir burtur.
26 Eg sá - ja, og hin fruktbara mark var oyðimørk; og HARRIN - brennandi vreiði Hansara - hevði brotið niður allar býir hennara.
27 Tí so sigur HARRIN: Oyðimørk skal alt landið verða - men heilt gera enda á tí skal Eg ikki.
28 Tí skal jørðin syrgja, og himmalin haruppi verða svartur; tí Eg havi talað og viljað tað so, og Eg angri tað ikki og taki tað ikki aftur.
29 Undan gangi hestmanna og bogamanna flýggjar hvør býur; tey leita inn í skógirnar og fara niðan í fjøllini; hvør býur er fólkatómur, ikki eitt menniskja býr har.
30 Og tú - táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti - til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum!
31 Tí eg hoyri róp sum frá kvinnu í barnsneyð, angistróp sum frá kvinnu, ið eigur barn fyrstu ferð; tað er dóttir Zion, ið rópar; hon gevur seg, hon rættir út hendurnar og sigur: "Vei mær! Sál mín liggur undir fyri teimum, ið myrða."