Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Tá skal Eg - sigur HARRIN - vera Gud fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk Mítt.
2 So sigur HARRIN: Fólkið, ið undan er sloppið svørðinum, hevur funnið náði í oyðimørkini; Eg skal fara og leiða Ísrael til hvíldar.
3 Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: "Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.
4 Eina ferð enn skal Eg byggja teg, og tú skalt verða bygd, tú moyggin Ísrael! Eina ferð enn skalt tú prýða teg við trummum tínum og fara út í dansin við hinum glaðu.
5 Eina ferð enn skalt tú planta víngarðar á Samariafjøllum; teir, ið planta teir, skulu eisini hava nýtsluna av teimum.
6 Tí tann dagur kemur, táið vaktarar skulu rópa á Efra’imsfjøllum: "Komið, latið okkum fara til Zion, til HARRAN Gud okkara!""
7 Tí so sigur HARRIN: Frøist yvir Jákup við gleði, fegnist yvir hina fremstu av tjóðunum! Latið hoyrast lovsong og sigið: "HARRI! Frels fólk Títt, leivd Ísraels!"
8 Ja, Eg flyti tey higar úr Norðurlandi og savni tey frá ytsta enda jarðar; millum teirra eru bæði blind og lamin, bæði konur, ið eru við barn, og konur, ið hava fingið ilt; sum stórur skari koma tey higar aftur.
9 Grátandi skulu tey koma, og eyðmjúkt skulu tey biðja, meðan Eg leiði tey; Eg skal leiða tey til rennandi løkir á sløttum vegi, sum tey ikki skulu snáva á; tí Eg eri vorðin Ísrael faðir, og Efra’im er hin frumborni Mín.
10 Hoyrið orð HARRANS, tit tjóðir, og kunngerið tað á oyggjunum langt burtur - sigið: Hann, ið spjaddi Ísrael, skal savna tað saman og røkta tað, sum hirði røktar fylgi sítt.
11 Tí HARRIN hevur bjargað Jákupi; Hann hevur loyst hann av hond hansara, ið var sterkari enn hann.
12 Og tey skulu koma og syngja av gleði á Zionsfjalli; tey skulu streyma til góða HARRANS, til korn, vín, olju, ungan seyð og ungneyt; sál teirra skal vera sum vatnríkur urtagarður, og tey skulu ikki ørmaktast longur.
13 Tá skulu moyggjar gleðast í dansi, og ung og gomul skulu gleðast saman; Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra.
14 Eg skal lívga prestarnar við tí, sum feitt er, og fólk Mítt skal mettast av góðum Mínum - sigur HARRIN.
15 So sigur HARRIN: Rødd hoyrist í Rama, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur.
16 So sigur HARRIN: Halt uppat við gráti tínum, og lat ikki eygu tíni fella tár longur! Tú skalt fáa løn fyri arbeiði títt - sigur HARRIN - og tey skulu koma heimaftur úr fíggindalandinum.
17 Ja, vón er um framtíð tína, - sigur HARRIN - og børnini skulu koma heimaftur til land sítt.
18 Eg havi hoyrt Efra’im gremja seg: "Tú hevur tyktað meg, ja, eg varð tyktaður sum ótamdur kálvur! Umvend Tú meg - so verði eg umvendur! Tú ert jú HARRIN Gud mín.
19 Tí eftir at eg eri umvendur, angri eg, og eftir at eg havi fingið vit, slái eg meg á lendarnar; eg blúgvist, ja, eg skammist, tí eg beri skomm ungdóms míns."
20 Er tá Efra’im Mær so dýrabarur sonur? Er hann kærasta barn Mítt - síðani Eg enn má minnast hann, tóat Eg so mangan havi talað móti honum? Ja, tí rørist hjarta Mítt, sum Mær tykist synd í honum, Eg má miskunna Meg yvir hann! - sigur HARRIN.
21 Reis tær varðar, set tær vegvísarar, gev hinum lagda vegnum gætur - leiðini, ið tú gekst! Kom aftur, moyggin Ísrael, kom heimaftur til býir tínar her!
22 Hvussu leingi ætlar tú at reika aftur og fram, tú hin fráfalna dóttirin? Tí HARRIN skapir nakað nýtt í landinum: Kvinnan er vernd mansins.
23 So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Einaferð enn skal verða sagt í Judalandi og í býunum har - táið Eg vendi lagnu teirra -: "HARRIN signi teg, rættvísibústaðurin, tú hitt heilaga fjallið!"
24 Og Juda við øllum býum sínum skal búgva har saman sum bøndur og sum hirðar, ið flyta higar og hagar.
25 Tí Eg skal lívga hina troyttu sál, og hvørja ørmaktaða sál skal Eg metta.
26 Við hetta vaknaði eg og hugdi rundan um meg, og svøvnurin hevði verið mær søtur.
27 Dagar skulu koma - sigur HARRIN - táið Eg skal sáa menniskjasáð og dýrasáð í øllum Ísraelslandi og Judalandi.
28 Og eins og Eg havi vakt yvir teimum til at slíta upp og til at ríva og bróta niður, forkoma teimum og plága tey, soleiðis skal Eg eisini vakja yvir teimum til at byggja og planta - sigur HARRIN.
29 Á teimum døgum skal ikki longur verða sagt: "Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu sárar tenn."
30 Nei, ein og hvør skal doyggja fyri sítt egna misbrot - ein og hvør, ið etur súr vínber, skal sjálvur fáa sárar tenn.
31 Dagar koma - sigur HARRIN - táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda,
32 ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi - sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra - sigur HARRIN.
33 Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar - sigur HARRIN -: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
34 Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: "Kenn HARRAN!" Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór - sigur HARRIN - tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
35 So sigur HARRIN, Hann, ið setti sólina at lýsa um dagin og mánan og stjørnurnar at lýsa um náttina, eftir fastari lóg - Hann, ið øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna:
36 Táið hesar lógir ikki longur eru í gildi fyri ásjón Míni - sigur HARRIN - skal eisini ætt Ísraels halda uppat at vera tjóð fyri ásjón Míni allar dagar.
37 So sigur HARRIN: Táið himmalin haruppi verður máldur, og grundvøllir jarðarinnar harniðri verða granskaðir út, skal Eg eisini vraka ætt Ísraels fyri alt tað, ið tey hava gjørt - sigur HARRIN.
38 Dagar koma - sigur HARRIN - táið býurin verður bygdur HARRANUM frá Hananeltorni líka at Hornsportri.
39 Haðani skal málisnørið ganga beint á Garebsheyggj og síðani taka aðra leið - til Goa.
40 Og allur dalurin við hinum deyðu kroppunum og øskuni og allar markirnar líka at Kidronsløki, at horni Rossaporturs, fyri eystan, skulu vera HARRANUM halgað; har skal aldri í allar ævir aftur nakað verða slitið upp ella brotið niður.