Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Jeremias
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52
1 Vei hirðunum, sum forkoma fylginum, ið Eg føði, og spjaða tey sundur! - sigur HARRIN.
2 Tí sigur HARRIN Gud Ísraels so um hirðarnar, ið røkta fólk Mítt: Tit hava spjatt seyð Mín sundur, stygt hann burtur og ikki hugt eftir honum. Men Eg skal heimsøkja tykkum fyri ringa atburð tykkara - sigur HARRIN.
3 Eg skal sjálvur savna leivdina av seyði Mínum úr øllum londunum, hagar Eg havi rikið hann burtur; Eg skal leiða hann aftur á hansara egna haglendi, og hann skal vera fruktbarur og nørast.
4 Eg skal seta yvir hann hirðar, ið skulu røkta hann; hann skal ikki óttast longur og ikki ræðast, og eingin skal saknast av honum - sigur HARRIN.
5 Ja, dagar skulu koma - sigur HARRIN - táið Eg uppveki Dávidi rættvísan kvist; Hann skal stýra sum kongur og fara at við vísdómi og gera rætt og rættvísi í landinum.
6 Á døgum Hansara skal Juda frelsast, og Ísrael búgva trygt; og hetta er navnið, ið Hann skal verða kallaður við: HARRIN Rættvísi okkara.
7 Tí skulu dagar koma - sigur HARRIN - táið ikki longur skal verða sagt: "So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi - "
8 men: "So satt sum HARRIN livir, Hann, ið flutti avkom Ísraels húss higar og læt tey koma úr Norðurlandi - " og úr øllum londunum, hagar Eg hevði rikið tey. Og tey skulu búgva í landi sínum.
9 Um profetarnar. Hjartað er sundursorað í brósti mínum, øll bein míni nøtra; eg eri sum drukkin maður, sum maður, ið vínið hevur fingið vald á - fyri HARRANS skuld og fyri Hansara heilaga orðs skuld.
10 Tí landið er fult av horkøllum; undir banninum syrgir landið, og haglendið í oyðimørkini er avsviðið; teir eru snarir til tað, ið ónt er, og styrki teirra er órættur.
11 Tí bæði profetar og prestar eru gudleysir; um tað so er í húsi Mínum, havi Eg funnið óndskap teirra har - sigur HARRIN.
12 Tí skal leið teirra verða teimum sum hálka í myrkri; teir skulu verða rendir umkoll og falla har; tí Eg lati vanlukku koma yvir teir, árið táið teir verða heimsøktir - sigur HARRIN.
13 Hjá profetum Samaria havi Eg sæð dárskap; teir profeteraðu í navni Ba’als og leiddu Ísrael, fólk Mítt, av leið.
14 Men hjá profetum Jerúsalems havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; teir dríva hor og ganga við lygn og styrkja hendur illgerðarmanna, so eingin av teimum vendir við frá óndskapi sínum; teir eru allir vorðnir Mær sum Sodoma, og tey, ið har búgva, sum Gomorra.
15 Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so um profetarnar; Eg gevi teimum malurt at eta og beiskt vatn at drekka; tí frá profetum Jerúsalems hevur gudloysi breitt seg um alt landið.
16 So sigur HARRIN Gud herskaranna: Lurtið ikki eftir tí, ið profetarnir siga, sum profetera fyri tykkum! Teir dára tykkum bert; sjónir úr sínum egna hjarta bera teir fram, ikki orð av munni HARRANS.
17 Upp í saman siga teir við tey, sum vanvirða Meg: "HARRIN hevur talað so: Tykkum skal gangast væl!" Og við øll, ið ganga eftir sínum egna harða hjarta, siga teir: "Eingin vanlukka skal koma yvir tykkum!"
18 Tí hvør av teimum hevur staðið í ráði HARRANS, so hann sá og hoyrdi orð Hansara! Hvør hevur aktað eftir orði Mínum og hoyrt tað!
19 Stormur HARRANS - vreiði Hansara - gongur út, ódnarstormur; yvir høvd hinna gudleysu stoytist hann niður.
20 Vreiði HARRANS skal ikki stillast, fyrrenn Hann hevur útint og fullført hugsanir hjarta Síns; á síðstu døgum skulu tit skilja tað heilt.
21 Eg havi ikki sent profetarnar; tó lupu teir avstað. Eg havi ikki talað til teirra; tó profeteraðu teir.
22 Og høvdu teir staðið í ráði Mínum, so høvdu teir latið fólk Mítt hoyrt orð Míni og vent teimum aftur av ringu leið teirra og frá óndu verkum teirra.
23 Eri Eg tá bert Gud nær við - sigur HARRIN - og ikki Gud langt burtur!
24 Fær nakar fjalt seg á loyniligum støðum, so Eg síggi hann ikki! - sigur HARRIN; er tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! - sigur HARRIN.
25 Eg havi hoyrt, hvat profetarnir siga, sum profetera lygn í navni Mínum og siga: "Eg havi droymt, eg havi droymt!"
26 Hvussu leingi skal hetta halda á? Hava teir í huga - hesir profetar, ið profetera lygn, og sum bera fram svikið úr sínum egna hjarta -
27 hugsa teir við dreymum sínum, sum teir siga hvør øðrum frá, at fáa fólk Mítt at gloyma navn Mítt, eins og fedrar teirra fyri Ba’als skuld gloymdu navn Mítt?
28 Tann profetur, ið hevur dreym - sigi hann frá dreyminum! Men tann, ið hevur orð Mítt - tali hann orð Mítt í sannleika - hvat hevur hálmurin við kornið at gera! - sigur HARRIN.
29 Er ikki orð Mítt sum eldur - sigur HARRIN - og sum hamari, ið sorar fjøll!
30 Tí skal Eg - sigur HARRIN - koma yvir profetarnar, ið stjala orð Míni hvør frá øðrum.
31 Ja, Eg skal - sigur HARRIN - koma yvir profetarnar, ið tala av sær sjálvum og tó siga: "So sigur HARRIN".
32 Eg skal koma yvir profetarnar, ið kunngera lygidreymar - sigur HARRIN - og sum við at siga frá teimum villa fólk Mítt av leið við lygnum og reypi sínum; Eg havi ikki sent teir og einki boð givið teimum, og einki gagn gera teir hesum fólki - sigur HARRIN.
33 Um nú hetta fólk ella onkur profetur ella onkur prestur spyr teg: "Hvat er "byrði" HARRANS?" so skalt tú siga teimum, hvat "byrðin" er: [Tit eru byrðin,] og Eg skal blaka tykkum burt! sigur HARRIN.
34 Og tann profetur, tann prestur og tann av fólkinum, ið sigur: - ""Byrði" HARRANS" - tann mann og hús hansara skal Eg heimsøkja!
35 Nei, so skulu tit siga, hvør við næsta sín og hvør við bróður sín: "Hvat hevur HARRIN svarað?" "Hvat hevur HARRIN talað?"
36 Men ""byrði" HARRANS" skal ikki takast uppá tunguna aftur; tí "byrði" hvørs mans skal vera hansara egna orð - við tað at tit hava gjørt rangvørgt orð hins livandi Guds, HARRANS Guds herskaranna, Guds okkara.
37 So skalt tú siga við profetin: "Hvat hevur HARRIN svarað tær?" "Hvat hevur HARRIN talað?"
38 Men siga tit: ""Byrði" HARRANS", tá sigur HARRIN so: Aftur fyri at tit siga hetta orðið: ""Byrði" HARRANS", tóat Eg sendi tykkum boð og segði: Tit mugu ikki siga: ""Byrði" HARRANS"!
39 - ja, so skal Eg so heilt gloyma tykkum og blaka tykkum og býin, ið Eg gav tykkum og fedrum tykkara, burt frá ásjón Míni!
40 Og Eg skal leggja á tykkum æviga skomm og æviga vanæru, sum aldri skal verða gloymd!