Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Nú tók Bildad Suhitur til orða og segði:
2 "Hvussu leingi fert tú at tosa so? Hvussu leingi skulu orðini av munni tínum vera sum harðveður?
3 Man Gud boyggja rættin! Man hin Alvaldi boyggja rættferðina!
4 Hava synir tínir syndað móti Honum, og hevur Hann givið teir misbrotum teirra í vald,
5 so leita tú nú til Gud og bið hin Alvalda um náði!
6 Um tú ert reinur og sannhjartaður, ja, so skal Hann vakja yvir tær og endurreisa rættvísibústað tín,
7 og lukka tín í teirri farnu tíð skal tykjast lítil móti lukku tíni í komandi tíð - hon skal vera sára stór.
8 Tí spyr bert hitt farna ættarliðið, legg til merkis tað, ið fedrarnir hava granskað út
9 - tí vit eru síðani í gjár og vita einki, skuggi eru dagar okkara á jørðini -
10 teir skulu læra teg og siga tær tað og geva tær svar av hjartanum:
11 "Man sev vaksa, uttan bloti er! Verður størurin síður, har sum einki vatn er!
12 Nei, best sum hann stendur grønur - uttan at verða sligin - følnar hann, fyrrenn alt annað gras.
13 Soleiðis gongst øllum teimum, ið gloyma Gud, og vón hins gudleysa gleppur;
14 álit hansara verður kvett av; eiturfon er tað, ið hann dúvar uppá;
15 hann styðjar seg á hús sítt, men tað fellur; hann heldur sær við tað, men tað stendur ikki fast.
16 Grønur stendur hann har í sólskininum, og greinar hansara breiða seg út um garð hansara;
17 uttan um grótrúgvur vevjast røtur hansara, millum steinar otar hann seg fram.
18 Men verður hann ryktur burt úr staði sínum, so avnoktar tað hann og sigur: "Eg havi aldri sæð teg!"
19 Ja, tað er gleðin, ið hann hevur á vegi sínum - og úr moldini spretta aðrir upp!"
20 Nei, Gud vrakar ikki ein, ið ólastandi er, og Hann heldur ikki í hond illgerðarmanna!
21 Enn skal Hann fylla munn tín við látri, varrar tínar við gleðirópum;
22 teir, ið hata teg, skulu verða klæddir í skomm, og tjald hinna gudleysu skal ikki vera at finna meir."