Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Rópa tú bert! Man nakar svara tær! Og hvønn av hinum heiløgu ætlar tú at venda tær til?
2 Tí dárin verður dripin av gremju síni, og vreiði býttlingsins verður deyði hansara.
3 Eg sá dára festa røtur, men alt í einum mátti eg banna bústaði hansara;
4 hjálparleys vóru børn hansara; tey vórðu traðkað niður í portrinum, og eingin frelsti tey;
5 grøði hansara át hvør, sum svangur var; hon varð rænd burtur, um so tornastik var um hana; og snerran lúrdi eftir góðsi hansara.
6 Tí ikki veksur vanlukka upp úr moldini, og møði sprettur ikki upp úr jørðini;
7 nei, menniskjað verður føtt til møði, eins og neistarnir fúka upp í loft.
8 Men var tað eg, so hevði eg leitað til Gud og lagt málevni mítt fram fyri Hann -
9 Hann, sum ger tað, ið stórt og órannsakiligt er, óteljandi undur,
10 Hann, sum sendir regn yvir jørðina og letur vatn streyma niður yvir markirnar,
11 táið Hann vil seta tann høgt, sum lítið hevur at týða, og hjálpa hinum syrgjandi fram til frelsu,
12 Hann, sum letur ráð hinna snildu miseydnast, so hendur teirra fáa ikki avrikað nakað, ið verður varandi,
13 Hann, sum letur hinar vísu koma fastar í teirra egna klókskap og letur hinar snildu leypa framav í ráðum teirra;
14 mitt um dagin sløðra teir sum í myrkri, trilva um middagin, sum nátt hevði verið.
15 Og soleiðis frelsir Hann hin fátæka undan svørðinum, undan munni teirra og undan valdi hins sterka;
16 vón verður fyri hann, sum lítið hevur at týða, og óndskapurin noyðist at halda munnin saman.
17 Ja, sælur er tann maður, ið verður revsaður av Gudi! Vanvirð tú ikki tykt hins Alvalda!
18 Tí Hann særir, og Hann bindur um, Hann slær, og hendur Hansara grøða.
19 Seks ferðir bjargar Hann tær úr neyðini, og í teirri sjeyndu skal einki ilt nema teg.
20 Í hungursneyð bjargar Hann tær frá deyða og í orrustu undan valdi svørðsins.
21 Tú verður fjaldur fyri koyrli tungunnar, og tú skalt ikki óttast, táið oyðing kemur.
22 Oyðing og hungri kanst tú læa at, og villdýr jarðarinnar nýtist tær ikki at ræðast;
23 tí tú stendur í sáttmála við steinar markarinnar, og hini villu dýrini á markini binda frið við teg.
24 Og tú fært at síggja tjald títt standa trygt; tú hyggur eftir eigindómum tínum og saknar einki.
25 Tú fært at síggja avkom títt gerast fjølment, eftirkomarar tínir verða sum urtirnar á jørðini.
26 Í fullbúnari elli skalt tú fara í grøvina, eins og bundi verða borin til hús á tíma sínum.
27 Sært tú, hetta hava vit granskað út - so er tað! Lurta eftir tí og hugsa væl um tað!"