Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Sáttmála hevði eg gjørt við eygu míni, at eg skuldi onga moyggj hyggja á.
2 - Hvat hevði annars lutur mín verðið frá Gudi haruppi, arvurin, ið hin Alvaldi hevði givið mær av hæddini!
3 Rámar ikki vanlukka hin órættvísa, mótgangur tey, sum gera tað, ið ilt er!
4 Sær Hann ikki vegir mínar, og telur Hann ikki hvørt spor, ið eg gangi!
5 Havi eg gingið við lygn, og hevur fótur mín verið snarur til svik
6 - Gud vigi meg á rættvísivekt, og Hann skal síggja, at eg eri sakleysur! -
7 hava spor míni vikið av leið, og hevur hjarta mítt gingið eftir eygum mínum, ja, er plettur á hondum mínum,
8 so vildi eg, at annar skuldi etið tað, ið eg havi sáað, og at tað, ið eg havi plantað, skuldi verðið rykt upp við rót!
9 Havi eg latið kvinnu dára hjarta mítt, so at eg havi lúrt við dyr næsta míns,
10 so mali kona mín fyri annan, og aðrir fevni henni!
11 Tí slíkt er skemdarverk, tað er misgerð, ið kemur undir dóm;
12 tað er eldur, ið oyðir líka niður í avgrundina; hann hevði gjørt enda á øllum góðsi mínum.
13 Havi eg vanvirt rætt træls míns og trælkvinnu mínar, táið tey høvdu trætu við meg!
14 - Hvat skuldi eg tá gjørt, táið Gud reistist, og hvat skuldi eg svarað Honum, táið Hann rannsakaði!
15 Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi!
16 Havi eg sýtt ørmum tað, ið tey bóðu, og latið eygu einkjunnar tærast burt!
17 Havi eg etið breyð mítt einsamallur, so hin faðirleysi fekk ikki burturav!
18 Nei, frá tí eg var ungur, vaks hann upp hjá mær sum hjá faðir, og frá móðurlívi havi eg leitt einkjur!
19 Havi eg orkað at sæð neyðardýr ganga nakið, fátækan, sum ikki átti plagg at fara í!
20 Á nei, lendar hansara signaðu meg, aftur fyri at hann vermdist í ullini av seyði mínum!
21 Havi eg lyft hondini móti hinum faðirleysa, fyri tað at eg vitsti, at eg fekk viðhald í rættinum!
22 - So detti øksl mín frá herðunum, og armur mín brotni úr akslarliðinum!
23 Nei, straff Guds fylti meg við ræðslu, móti veldi Hansara hevði eg einki verið mentur!
24 Havi eg sett lít mína til gullið og sagt við hitt reina gull: "Tú ert álit mítt"!
25 Var tað gleði mín, at ríkidømi mítt øktist, og at hond mín fekk sankað so nógv!
26 Táið eg sá sólljósið, hvussu tað lýsti, og mánan, hvussu skínandi hann gleið avstað,
27 varð tá hjarta mítt dárað í loyndum, so eg sendi teimum hondkoss!
28 Nei, eisini tað hevði verið misgerð, ið kom undir dóm; tí tá hevði eg avnoktað Gud á hæddini!
29 Havi eg glett meg, táið óvinur mín fall! Rópti eg av gleði, táið vanlukkan rámti hann!
30 Nei, eg gav ikki munni mínum loyvi at synda, so eg bannaði honum og ynskti honum deyðan!
31 Hava ikki húsfólk míni sagt: "Hvør fór svangur frá borði hansara!"
32 - Aldri mátti fremmandur liggja úti um náttina; eg læt dyr mínar upp fyri ferðamanninum.
33 Havi eg dult syndir mínar - sum fólk eru von - og loynt misgerð mína í barminum,
34 av tí at eg var ræddur fyri hinum stóra hópi og óttaðist fyri at verða vanvirdur av ættarfrændum, og tagdi tí og fór ikki út um dyrnar!
35 Á, hevði eg havt onkun, sum vildi lurtað eftir mær! Hygg, her er undirskrift mín - hin Alvaldi svari mær! Hevði eg bert havt tað, ið mótpartur mín hevur skrivað!
36 Sanniliga, eg skuldi tikið tað á økslina, eg skuldi fest tað á høvd mítt sum krúnu!
37 Eg skuldi svarað Honum fyri hvørt spor, eg havi stigið, og møtt Honum sum høvdingi!
38 Hevur akurland mítt verið noytt at rópa undan mær, og hava allar foyrur tess grátið -
39 havi eg etið grøði tess uttan viðurlag og pínt lívið úr eigarum tess,
40 so grógvi tornir í staðin fyri hveiti, og illgras í staðin fyri bygg!" - Her enda røður Jobs.