Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var.
2 Hann fekk sjey synir og tríggjar døtur;
3 og hann átti 7000 kríatúr av smáfæi, 3000 kamelar, 500 pør av neytum, 500 esilsryssur og ógvuliga nógvar trælir, so at hann var mektigari enn nakar annar Eysturlendingur.
4 Synir hansara høvdu tann sið at halda veitslu, hvør sín dag heima hjá sær, og teir sendu tá hinum trimum systrum sínum boð og buðu teimum at eta og drekka við sær.
5 Hvørja ferð so veitsla hevði verið hjá teimum øllum, sendi Job boð eftir teimum og halgaði tey, og árla á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvørt teirra; tí Job segði: "Tað kann vera, at børn míni hava syndað og bannað Gudi í hjartanum." Soleiðis gjørdi Job hvørja ferð.
6 Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan.
7 HARRIN spurdi Satan: "Hvaðani kemur tú?" Satan svaraði HARRANUM: "Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni."
8 Tá spurdi HARRIN Satan: "Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann - so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er."
9 Men Satan svaraði HARRANUM: "Eg skal ætla, at tað er fyri einki, Job óttast Gud!
10 Nei, Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum! Handaverk hansara hevur Tú signað, og fylgi hansara breiða seg um landið.
11 Men rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur - vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!"
12 Tá segði HARRIN við Satan: "Gott! Alt, ið hann eigur, er í hond tíni; bert móti honum sjálvum mást tú ikki rætta út hondina!" - So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS.
13 So ein dag ið synir og døtur hansara ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum,
14 kom ein til Job og segði: "Neytini gingu fyri plónum, og esilsryssurnar lógu og ótu tætt við;
15 tá hildu Sabearar á og tóku tey; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað."
16 Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom ein annar og segði: "Eldur Guds fall niður av himli og sló niður millum smáfæið og dreingirnar og brendi tey upp; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað."
17 Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann triði og segði: "Kaldearar komu í trimum flokkum og løgdu á kamelarnar og tóku teir; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað."
18 Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann fjórði og segði: "Synir tínir og døtur tínar ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum;
19 tá kom knappliga harður stormur handan úr oyðimørkini; hann tók í øll fýra horn hússins, so tað fór umkoll oman yvir tey ungu og drap tey; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað."
20 Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað
21 og segði: "Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur - HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!"
22 - Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði.